Hvønn morgun, aftaná eg havi vitja WC, stígi eg á vektina, og í morgun vísti hon 74,3. Eg vigi alt ov nógv, mín kappingarvekt eigur at liggja beint undir 70 kg, so tit kunnu ætla tað er langur vegur til mína idealvekt. Tað vísur seg eisini, sum flest øll nøkk kenna til, eldri tú blívur, gerst tað altsamt truplari at fáa bilbugt við hesi kilo, sum ikki eiga at vera har.
Tað er ikki gott nokk bara at renna og íðka, eg má eisini broyta uppá mínar matvanar um eg skal koma niður á mína kappingarvekt. Tað er ikki lætt tá ið gleðin, at inntaka góðan mat er so stór. Hvør kennir ikki til tað. Eg royni tó nú fram til Stockholm ½ marathon at fáa meira skil á kostin, soleiðis at eg hugsi meira um hvat eg koyri í munnin.
Annars so bleiv tað til góðar 13 km í dag við 4:52 í snit pr. km. Nokkso troyttir eftir tempo túrin á bandinum ígjár.
Vit hoyrast í morgin. Góða nátt.
Speak Your Mind