Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Aftur ein góður dagur

Written by:
admin
Published on:
October 23, 2012
Thoughts:
No comments yet

Hóast veðurmennirnir nú eru farnir at tosa um at vit nokk skjótt skulu vænta kava, so var í dag góð veðurlíkindi til ein rennitúr. Við mínari Iphone í lummanum fór eg mær ein túr, hugsaði at renna í ein tíma ella so.

Sum eg nú havi fingið mær til vana so legði eg leiðina út á Bumshamar fyrst, eina rundu har úti, so heim i býin, í dag eftir Víkavegnum. Kundi ikki lata vera við at taka mynd at fittu húsinum hjá John og Helgu. John er mega raskur at lega grót. Hann eigur nógvar túrur í fjøllunum her um leiðir har hann hevur heinta grót. Húsi John býr í eri fyrrverandi heimi hjá oldurommu mínari, sum varð kalla Tofta Jóhanna.

Eftir ein lítlan steðg á Selheyggi gekk leiðin heim í Vág, og so út í Oyrar. Úti í Grøv møtti eg fittum hondbóltsgentum, venjarin Rógvi hevði sent tær út at renna. Deiligt. Eg fekk eisini mynd av Mikkjal á Bergi, og sjálvndi á súklu. Tað at Beinta er treyst kemur nokk ikki av ongum.

Eg vendi við rættina á Norðoyri. Komin heim aftur í Grøv møti eg Gutta, Rebekku og Gunnar. Treysta venjing er í kvøld, og áðrenn renningina í høllini plagar Gutti at renna við teimum ungu talentunum ein túr. Gutti er ótroyttiligur. Eisini var tað hugaligt at møta Albin, sum hóast hann ikki hevði runnið nógv í seinastuni, hevði vón um at røkka 1000 km í ár. Hann segði at hann var komin uppá gott 700 km. Tað skal nokk ganga Albin.

Hóast eitt sindur órógvaður av telefonini, so var tað ein fínur túrur. Eg fekk uml. 13 km uppá loggi.




Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...