Hvør minnist ikki til skiðkappingarnar, sum skíðfelagið við Olivur á Norðlýsinum og øðrum skipaðu fyri í Langubrekku. Langubrekka var tá landskend, tað var har allir Klaksvíksingar stóðu á skíð. Hetta var seinast í 70’inum og fyrst í 80’inum, tá ið tað meira enn so kom fyri at kavin lá í dagavís. Seinnu árini hevur roynst illa við liggjandi góðum kavaveðrið, tó so í ár hevur verið av tí frægasta, men nú er so eingin Langubrekka, hon mátti víkja fyri nýggjari útstykking Niðan Horn.
Tað eg minnist til at standa á skíð í Langubrekku, so var tað ikki so nógv ein spurningur um stíl, heldur ráddi tað um at koma oman í ein fart, og umráðandi var at duga at bremsa, tí annars var vandi fyri at tú rendi inn í húsini hjá Olivur og Elsu. Eg minnist til nógvar stuttligar løtur í Langubrekku sum stórur smádrongur.
Ein túrur suðureftir í heitari lond er so avgjørt góður, og serliga á vetrartíð, men enn betur er at leita sær í alpurnar at standa á skíð. Í 1996 fór eg á fyrsta sinnið, saman við føroyskum ferðalagi, í fronsku alpurnar at standa á skíð, og skuldi hetta verða byrjanin til ein afturvendandi tátt. Eg havi so at siga á hvørjum ári síðani verið í alpunum í januar ella feburar mánaða. Umframt í Fraklandi so havi eg vitja Eysturríki, Sveits og Italia.
Seinasta ár datt tíverri ímillum so longsulin at sleppa í alpurnar og njóta kavaklæddu víddirnar var stórur. Vit høvdu melda okkum til ein av túrunum hjá Tur.fo, men tíverri so valdi teir at avlýsa, so nú vóru góð ráð dýr. Tíbetur so fekk eg í síðstu løti høvi at hekta meg á annað minni ferðalag, bert kallar, so familjan mátti víkja hesaferð.
So 5. februar gekk leiðin til Alpe d’huez, saman við 7 øðrum spentum stórum smádreingjum. Alpe d’huez havi eg vitja fyrr, men tað eru út við 20 ár síðani, so eg minnist ikki so nógv frá tí túrinum, annað enn høga fjalli Pic Blanc, sum er 3330 m høgt. Tað er eitt must at leggja tað undir skíðirnar. Eisini verður sagt um Alpe d’huez, um sólin ikki skínur í Alpe d’huez so er nátt. Alpe d’huez hevur eisini heimsins longsta svarta bana, hann er heilar 16 km langur, hann byrja júst uppi á Pic Blanc á 3330 m hædd.
Hvat í viðvíkur sólini, ja so má eg siga at tað fyri tað mesta var nátt. Vit fingu ein sóldag, og tá ið vit reistu heim var sól. Pic Blanc fingu vit roynt, tað prógvar myndin í hvørt fall, men ikki ein serliga spennandi túrur, tí meðan vit vóru á veg niðan í lyftini køvdi hann av við kavaroki, so vit mátti klóra okkum oman, vit sóu illa nokk hvønn annan. Vit vóru 3, sum tóka hesa avbjóðing. Heldur enn at royna tiltikina tunnilin, so máttu vit taka langa svarta banan, tí tunnilin var stongdur.
Hóast keðiligt veður so var hetta ein frálík skíðferia. Hetta er fyrstu ferð eg havi staði á skíð hvønn dag, eisini seinasta dag. Eftirsum vit ikki skuldu koyra fyrr enn kl. 17, so bar tað til. Næsta ár so má tað blíva ein familju túrur. Livst so spyrst.
Speak Your Mind