Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Á breytini á Svangaskarði

Written by:
admin
Published on:
September 3, 2014
Thoughts:
No comments yet

banner-03-09-14Hvat í vektini viðvíkur so gongur rætta vegin, í morgun segði vektin 72,9 kg, og tá ið tað kemur til fóður, so hevur tað bara verið heilt ok. Tíverri so komi eg neyvan í song áðrenn midnátt, sum eg so avgjørt ætlaði mær. Tað var hatta við hvíldini eg tosaði um í gjár.

Nå, heldur enn at renna intervallir so valdi eg at fara út á Svangaskarði í dag saman við fleiri øðrum treystum íðkarum til eina 5000m test á breyt. Tá ið runnið verður á breyt eitur tað net 5000m, á vegi, harafturímóti, eitur tað skilligt nokk 5 km.

Tað var Gutti, sum vildi fáa eina góðkenda tíð til Mariu Biskopstø, tí hevði hann sett eina 5000m kapping á skrá.

Kvinnur/gentir kl. 18 og menn/dreingir kl. 18:30.

Líkindini vóru ikki av teimum allarsbestu, fitt av vindi og regn. Men onkurvegna so rakti vindurin ikki so meint vøllin, so líkindini at renna, tá ið avtornaði, vóru bara heilt ok. Og tað skuldi eisini vísa seg at blíva ein super dagur fyri Rebekku, Mariu og Einar. Tey settu øll personlig met, so dyggiliga eisini. Maria sum bara er 12 ára gomul rann teir 12,5 umgangirnar uppá 19:10. Heilt fantastiskt. Rebekka minnist meg rætt 19:02 og Einar 17:05. Flott tit trý, hjartaliga tillukku. Hesin 48 ára gamli tjúkkibollin kom dallandi um málstrikuna í tíðini 19:28, ikki so galið, væl hjálptur av Gunnar Simonsen, junior. Einar fekk góða hjálp frá Marnar Djurhuus teir fyrstu 3000 metrarnir.

Við einari tíð uppá 19:28 uppá eina fimmari, gevur mær vónir í hvørtfall at fáa eina tíð í Stockholm sum er undir hálvan annan tíma. So er tað sagt 🙂

svangaskard-03-09-2014

Tað verður super tá ið vit einaferð um ikki so langa tíð fáa eina rennibreyt her í Klaksvík.

svangaskard

Góða nátt – ímorgin verður tað ein róligur jogging túrur her í býnum.

 

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: RenningTags: Stockholm ½ Marathon

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...