Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

3 strævnar vikur fyri framman

Written by:
admin
Published on:
August 15, 2011
Thoughts:
No comments yet

Nú avgerðin er tikin at luttaka í Tórshavn Marathon, verið eg noyddur at vera eyka fokuseraður uppá renningina, og ikki minst mína lívsførslu fram til sunnudagin 4. sept.

Hendan vikan, sum júst er byrja, verður nokk tann harðasta til venjing, meðan tær síðstu 2, fara til niðurtrapping, soleiðis at eg kann verða heilt úthvíldur kappingardagin. Venjingini stúri eg ikki so nógv fyri heldur er tað mín lívsførsla, her hugsi eg serliga um tað at vera sunnur. Tað merkir at eta og drekka rætt, og fáa tað neyðugu hvíldina.

Tá ið tað kemur til kost, so skal eg viðganga at eg eri ikki serliga sunnur. Eri sera glaður fyri góðan mat, og søtar sakir dámar mær alt for væl. Hesar seinastu mánaðirnir havi eg roynt at ansa væl eftir ikki at eta ov nógv, og havi eg eisini roynt at hildi meg frá ti søta. Tað kemur tó fyri at man “dettur útí”.

Hesi smakka væl, yummi

Nå, men hesar síðstu 3 vikurnar áðrenn Tórshavn Marathon ætli eg mær so at royna at liva sunt. Skal eg liva upp til mítt besta er tað sera umráðandi at eg geri alt rætt fram til kappingardagin. Eitt marathon skuldi gjarna verið motivation nokk.

 

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...