Eg havi eina ætlan um at melda meg til Tórshavn Marathon 4. september, men eg meldi meg ikki til fyrr enn eg føli meg 100 % tryggan við at eg megni at renna teir 42 kilometrarnir í einari tíð eg kann vera nøgdur við.
Eg havi áður sagt at mítt næsta marathon skal avgreiðast undir 3 tímar, men her hugsaði eg ikki um Tórshavn Marathon, sum er ein nokkso hørð ruta. Men helst skal mín tíð ikki vera so langt frá teimum 3 tímunum.
Eg havi runnið nógv higartil í ár, men mær manglar langar túrar. Tá ið hendan vikan er av eru bert 3 vikur eftir til Tórshavn Marathon. So eg havi ikki nógva tið eftir til at fáa nakrar góðar langar túrar.
Í dag rann eg so ein eitt sindur longri túr. Tá eg fór frá húsum ætlaði eg at renna 20 km, men tað bleiv bert til teir 18 km. Tað var nakað langt síðani mína síðstu máltíð so tá eg hevði runnið uml. 12 km fekk eg livurhøgg. Eg hevði runnið við nokkso góðum tempo, eg mátti seta tempo niður, tað hjálpti beinavegin. Eg hevði tikið mær 2 fruktbarrir við mær, tær hjálptu eisini uppá støðuna. Hóast livurhøgg og nakað av brekku, so rann eg teir 18 km við einari miðalferð uppá 4:28 pr. km. Tað er ok.
Túrurin var út á Núp, so norður til tunnilin til Árnafjarðar, royndi at koyra á niðan gjøgnum tunelbrekkuna. Tað eru nógvar brekkur í Tórshavn Marathon. Tá eg kom heim til Føroya Bjór vísti urið 18 km. So gekk eg til hús.
Leygardagin ella sunnudagin, alt eftir hvussu veðrið lagar seg, ætli eg mær at renna einar 25 til 30 km við góðari ferð. Um hetta eydnast, meldi eg meg til Tórshavn Marathon.
Speak Your Mind