16 km við vatn á bakinum

Sunnudagur er fínur til langar túrar, serliga um veðrið loyvir tí. Í morgun tá eg var á fótum var veðrið avbera gott, so útlitini til ein super túr vóru avgjørt tilstaðar. Eg var nakað seint á fótum skal eg viðganga, eg og Vera vóru í KÍ høllini og fingu okkum ein svingom í nátt, so mann fór nokk nakað seint til hvíldar. Av tí sama so var eg ikki klárur at fara avstað fyrr enn klokkan var farin um middag. Ætlaði so avgjørt at renna í hálvan annað tíma, so eg kundi fáa útvið 20 km uppá loggi. Men vit vóru boðin til døgurða hjá svigermor klokkan 13:30 so tað fór at knýpa at fáa alt at ganga upp.

Í dag fekk eg so møguleikan at royna ryggsekkin hjá Veru. Eg fylti nakað av vatni í hann so avstað, umvegis Bumshamar og Borðoyavík legði eg leiðina norður í bátahylin í Haraldssundi. Iphonin var við so eg kundi taka nakrar myndir, setti hana á flightmode so eg ikki skuldi blíva órógvaður.

Tá eg hevði runnið á leið 4 km koma Vera framvið, hon hevði koyrt Tórfríð í sunnudagsskúla, hon tók nakrar myndir meðan eg rann. Tað er ikki oftari enn so at mann sjálvur verður avmyndaður meðan mann rennur. Tá eg kom aftur úr Haraldssundi møti eg Heina Gregersen, sum eisini hevði planir um ein langan túr, hann ætlaði at fáa einar 20 km uppá loggi.

At renna við ryggsekki við vatni er super, munandi betur enn at hava belti um miðuna við smáum fløskum. Um mær tørvaði vatu so fekk eg mær bara eitt sug frá slanguni, sum er forbundin til vatntangan í ryggsekkinum. Hetta ætli eg mær so avgjørt at royna aftur, órógvar slettis ikki renningina.

Komin heim í Ánir síggi eg at um eg skal renna allan vegin heim so verið eg nógv for seinur til døgurðan hjá svigermor, og tað er nokk besta ikki at vera alt ov seinur. Eg velji at ringa til Veru. Hon avheintar meg á Grótrætt, tá havi eg runnið góðar 16 km.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.