Her í býnum …

steintorNú eru skjótt 3 ár liðin síðani Steintór Rasmussen rundaði hálvt hundrað, uha sum tíðin gongur skjótt, tað virkar ikki so langt síðani. Steintór hátíðarhelt dagin heima í sínum stásiligu húsum, hann nýliga hevði bygt. Telt vóru tó sett upp á gøtuni soleiðis at pláss kundi verða fyri teimum mongu gestunum. Eisini eg og Vera vóru bóðin við til at hátíðarhalda stóra dagin.

Áðrenn eg fór frá húsum dittaði eg mær at skriva nakrar linjur til Steintór, hugsaði kanska at framføra fyri honum. Nógvar talur og nógv undirhald var á skránni, men tíverri var mín sangur ikki ein av teimum mongu. Nú ein dagin datt eg fram á sangin, satt at siga hevði eg at kalla gloymt alt um hann, hugsaði eg kundi deila hann við tykkum.

Her í býnum…

lag: Kalli Kat

Her í býnum vit eiga ein stóran dýran grip
í Grótinum hann vaks upp, hann spældi ei við skip
við guitara og sangi hann undirheldur øll
ung og gomul, smábørn ja enntá stuttlig trøll

Her í býnum virkar, vil gera okkum glað
yrkingar og sangir hann fær jú nógv í lag
einki man hann ræðast, hann satsar altíð stórt
við honum vit øll gleðast, tú annað fær ei gjørt.

Her í býnum vit kenna, hans eldhuga og strið
festival og útvarp, nær man hann halda frí,
hvør verður næsti leikur, vit bíða øll so spent
verður tað eitt stjørnuskot, ja kanska eitt talent

Her í býnum vit ynska at gratulera teg
hjartansglað vit eru, at tú fór ongan veg
Tú aftur heimstað hevur, har tú sum barn vaks upp
Fyri henda vakra bý, tað er eitt ordans kupp.

Heilsan
jonhard

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.