Hans Hjalti roynir seg við country

Ofta grenja vit um at einki er at fara til í Klaksvík, tá ið so okkurt áhugavert er á skránni vísir tað seg tíverri alt for ofta at uppmøtingin ikki er serliga góð.

Fólkini aftanfyri Leikalund, við Jógvan Andrias á odda royna at gera sítt til at vit Norðoyingar kunna hava okkurt at fara til.

Leygarkvøldi var so eitt av hesum tiltøkum. Leikalund hevði fingið vitjan úr Laplandi, vísusangarin Johan Piribaur. Hetta er 6 ferð hann vitjar Føroyar, og aðru ferð at hann framførur í Leikalund. Johan spældi egi tilfar, og mær dámdi tað sera væl, vildi tó ynskt at eg skilti betur tekstin. Hann gjørdi sær ómak at greiða frá millum framførslurnar, og hann segði at hann hevði lurta nógv eftir Hanus G. Johansen, sum eisini var millum áhoyrarnir, so ikki frítt at man kundi hoyra Hanus í onkrum av hansara løgum.

Eftir stuttan steðg trein okkara egni Hans Hjálti Skaale á pallin. Tá ið Jógvan Andrias bjóðaði Hans Hjalta á pallin segði hann at vit í kvøld fóru at síggja eina nýggja síðu av Hans Hjalta, og tað gleddi hann se serliga nógv til. Jú vist fingu vit at síggja ikki bara eina nýggja síðu, men 2 nýggjar síður av Hans Hjalta.

Tað Jógvan Andrias sipaði til var at Hans Hjalti í seinastuni hevði arbeitt við gera løg til yrkingar av okkara fragu yrkjarum. Hans Jacob Glerfoss, Janus Djurhuus, Regin Dahl. Hetta arbeiði er Hans Hjalti komi serstakliga væl frá. Hann viðgekk eisini at Hanus eisini hevði havt sína ávirkan, ja hann helt tað kundi ikki umgangast.

Onnur síða vit skuldu verða vitni til hetta kvøldi, var meira at kalla ein roynd hjá Hans Hjalta at koma út til ein breiðari lurtaraskarða. Til hetta endamáli hevði hann keypt sær nýggjan 12 streingjaðan guitar, so tann ektaði country klangurin kunda hjálpa honum at taka kampin um við sjálvan country kongin.  Hansara fyrsta roynd riggaði super, Hans Hjalti sang 2 countrysangir, og til seinna sangin gjørdi hann ikki mætari enn at seta hattin á høvdi. Hans Hajlti helt skemliga fyri at uttan cowboy hattin er mann ikki rættur country sangari.

Eitt sera hugnaligt kvøld í Miðstovuni í gamla Klaksvík handlinum. Eini 20 fólk høvdu leita sær út higar hetta kvøld at ríka sær um mentunarførningin.

Jógvan Andrias takkaði fyri og boðaði frá at um 14 dagar verður aftur tiltak í Leikalund, og verður tað tá skyldmaður Hans Hjalta, sum dagliga búleikast í Íslandi, sum fer at framføra. Vónandi verður neyðugt tá at taka Spaniustovu í brúk.

Takk fyri eitt frálíkt kvøld.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.