Tað er sunnudagur, vika 3 er at enda komin. Hendan vikan hevur havt ymist at bjóða uppá, Trumph er innsettur sum nýggjur forseti í USA, eg eri vorðin 51 ár, guðsonurin Sørmundur Kalsø bleiv 25 ár, hann er aftur í ár á besta liðnum hjá KÍ, vónandi megna teir sama støði sum í fjør. Men kanska stórsta hendingin hjá mær hesa vikuna var leygardagin í Sørvági, tá eg stillaði til start í 4. umfari av vetrarkappingini.
Gott 50 vaksin og børn vóru send avstað nakrar minuttir yvir 11. Børnini skuldu renna 3 km, meðan tey vaksnu skuldu renna 12km. sum var nakað væl forbí Bø og bleiv vent einar 400 metrar frá tunnilsmunnanum til Gásadals.
Líkindini á renna vóru góð, lítil og eingin vindur. Eg legði bragliga út, men nokkso skjótt mátti eg ásanna at hetta ikki akkurát var mín dagur. Tá ið eg hevði runnið 2 km kemur Rigmor, eins og til nýggjárshálvmarathon, hesaferð ikki tøssandi forbí, nei meira yvirbevísandi og við góðum sjálvsáliti, Christian Olsen var í hølunum á henni. Eg hevði ikki kreftir at krøkja meg uppí tey bæði, viðmerkti bara ” tað er altso 10 km eftir”. Sum vit nærkast Bø, er Christian dragnaður nakað, og eg eti meg spakuliga inn á hann, tað er hugaligt, ein vón birtist í mær at fáa hann aftur, og tað gongur ikki leingi so fari eg framvið honum. Men hann er treiskur og tekur meg aftur, og meðan vit soleiðis knokla okkum niðan tungu brekkuna aftaná Bø, kemur Herluf Jakobsen, at síggja til, fullur í yvirskoti, og soleiðis bara yvirhálar. Hetta sá eg slettis ikki koma, og ferðin var so mikið góð, at hann feik forbí, fyrst meg, og so Christian eisini. Eg hugsaði tó mítt, hálvur teinurin er eftir, mon ikki eg kanska kundi gera okkurt á veg heim aftur til Sørvágs.
Tá ið vit høvdu vent byrjaði mín veruliga kapping. Tað gekk ikki leingi so var Christian aftanfyri, og eg haldi ikki hann nú hevði kreftir at svara aftur, so var tað Herluf og ein nýggja dáma eg ikki havi sæð runnið fyrr, sum farast skuldi eftir. Rigmor var “out of sight”. Nýggja unga daman, Annika kallast hon, dragnaði nakað so hana tók eg fyrst, so var tað Herluf, hann var seigur, men tá ið hann byrjaði at venda sær, styrktist mín vón um at hetta skuldi nokk fara at ganga. 300-400m metrar áðrenn máli eydnaðist tað mær við einum sera giftigum endaspurti at taka Herluf, og tit kunnu ætla at frøðin var stór tá ið eg kom um málstrikuna, eg mátti lata frá mær eitt indianarabrøl.
Hóast tað sá svart út at byrja við, so eri eg samanumtikið ógvuliga vælnøgdur við mítt avrik, eisini hóast eg ikki kláraði at basa Rigmor. Mín tíð bleiv 52:49, 20 sekund aftanfyri Rigmor. Eg sigi bara “inntil næstu ferð til vit hittast”.
Annars ein góð vika har eg fekk 48,9 km lagdar aftur um. Í dag havi eg ikki runnið, og í morgin verður eingin renning, týsdagin verður tað 80 min róligt.
Speak Your Mind