Deyðin fer í bindiklubb

bokur

Bert at skriva um renning kann vera eitt sindur óinteresant, havi ofta hugsa um at hugleiða um tær bøkurnar eg havi liggjandi á náttborðinum, og nú tá ið ein føroysk samtíðarkrimisøga kom í bókabúðirnar, og enntá skrivað av bygdamanni okkara Steintóri Rasmussen, helt eg at nú er rætta tíðin at taka hendan táttin upp. Vónandi komi eg við fleiri slíkum innsløgum, so tit kunnu fáa innlit í hvat liggur á mínum náttborði.

Mær dámar sera væl at lesa, og allarbest um tað er lætt at svølgja, so eg kann enda dagin í songini við einari góðari bók, sum kann fylgja mær inn í dreymalandi. Men meir enn so kemur tað fyri at dreymalandi má víkja fyri spenninginum í bókini, serliga tá ið man er komin til tær seinastu síðurnar, og tú ikki fær lagt bókina frá tær fyrr enn seinasta síða er lisin, og tú hevur fingið svar uppá allar ivaspurningarnar, sum hoyra til eina rætta krimisøgu.

Soleiðis hevði eg tað eisini við nýggju krimiskaldsøguni “Deyðin fer í bindiklubb”, sum Steintór Rasmussen meistarliga hevur greitt úr hondum. Hóast bókin telur heilar 307 síður, so keddi eg meg ikki eitt sekund.

Stuttligt at kunna lesa eina føroyska krimisøgu, sum eftir mínum tykki einki stendur aftanfyri kendar norðurlendskar rithøvundar, sum eg havi lisið fleiri av, eitt nú Jussi Adler Olsen, Saru Blædel og Camillu Läckberg.

At skriva eina samtíðarskaldsøgu er ikki bara sum at siga tað, men eg haldi at Steintór er sera beinrakin við sínum lýsingum av tíðini vit liva í ídag, soleiðis at lesarin følir seg heima í bókini.

Ein góð bók, sum eg avgjørt vil viðmæla.

Steintór hjartaliga til lukku við bókini, eg gleði meg longu til tann næsta kemur.

Speak Your Mind

*