Í dag rann eg ein annarleiðis túr. Eg hevði sett mær fyri at renna 25 km í dag, so heldur enn at renn út á Núp, og so norður í bátahylin í Haraldssundi, sum eg vanliga plagi, tá ið ein langur túrur skal avgreiðast, so valdi eg at renna allar vegirnar á vestara armi. Okkurt strekki mátti eg, treyðugt so, renna afturá aftur fyri at koma runt. Tá eg aftur stóð á Traðagøta segði Garmin Forerunner 235 23,2 km, so eg tók eina rundi niðan Undir Háls fyri at koma uppá 25 km. So vestari armur hevur á leið 25 km av kommunalum vegi.
Tempo í dag var ikki høgt, miðalferðin var 5:23 pr. km, og tað føldist gott at renna. Hugaligt at renna í bygdum øki, følist ikki so leingi.
Á grækarismessi skrivaði eg, at eg hevði onkra spennandi ætlan fyri framman. Eg havi síðani tá roynt at fyrireika meg mótvegis hesari ætlan, og vildi eg avprøva meg sjálvan áðrenn eg fór út alment við mínari ætlan. Eg havi nú í 2 vikur, runnið nógv, seinasta leygardag rann eg úr Klaksvík til Norðskálatunnilin, og seinasta vika, er longsta vika í langa tíð, eg náddi at renna 60 km. Hesa vikuna havi eg eisini runnið nógvar kilometrar, við hesum 25 km á vestara armi, eri eg komin uppá 62 km fyri vikuna. Í morgin verður eingin renning.
Síðani eg skrivaði at eg hevði onkra spennandi ætlan fyri framman hava fólk dúgliga spurt nær eg fari at avdúka mína ætlan. Tað er sera hugaligt at fólk fylgir við, so tað ger tað bara meira spennandi og avbjóðandi fyri meg. Hóast onkur smábegis prik her og der, so meti eg meg vera so væl fyri, at eg í morgin ætli mær at avdúka mína ætlan. Havi hug lata náttin ganga, og so merkja hvussu kroppurin hevur tað aftaná túrin í dag.
Tað vildi verið hugaligt at gjørt mína avdúking, tá ið KÍ hevur vunnið á ÍF í morgin. Livst so spyrst.
Speak Your Mind