Leygardagin 27. mars varð seinasta umfar í Betri vetrarkappingini hildi í Runavík. Teinurin er 10 km, og eins og undanfarin ár, er kappingin samstundis kapping um FM í 10 km landavegsrenning. Flestu kappingarnar í vetur eru byrjaðar kl. 11, men nú Eysturoyartunnilin er latin upp var kappingin flutt til kl. 10, í vón um at ferðslan ikki skuldi verða so nógv, og var tað nokk ein skilagóð avgerð.
Líkindini at renna leygarmorginin vóru sera góð, at kalla optimal, um farast skuldi eftir einari góðari tíð.
Eg setti telefonina at vekka kl. 06:45, soleiðis eg 3 tímar undan kappingini kundi njóta mín tallerk av havragreyti við mandlum, rosinum og kanel aftur við einum stórum glasi av vatni. Fekk eyguni aftur eina løtu, men klokkan 9:15 varð kósin sett út í Runavíkina, spentur sum vera mann.
Við 20 minuttum til start hevði eg góða tíð til mína upphiting. Óli á Gravabø helt fyri at hann vildi hita upp saman við mær eins og á Viðareiði til seinasta umfar tá ið hann fekk eina óføra góða tíð. Óli er nýliga byrjaði at renna, hann hevur stórar planir. Sera hugaligt, og ivist eg onga løtu í at Óli nokk skal náa sínum málum.
Veðrið hendan dagin var sum fyrr sagt sera, sera gott, so eg valdi at renna í toppi, fyrstu ferð í ár, og rann eg í New Balance Fuelcell TC við Carbonplátum. Hetta føldist gott. Tað er tað minsta sum ger munin, og ikki minst at trúgva at so er.
Eg legði eitt sindur hart út, 1. km uppá 3:37, soleiðis at eg lá fremstur í næsta bólkinum, saman við teimum eg plagi at kappast við. Fyrstu 2 km helt eg hesa støðu, men so helt Hallur Holm at tað var tíð at seta meg uppá pláss, og hann streyk forbí meg, í hølinum á honum var Pauli Poulsen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár. Eisini kom Henry Olsen uppá síðina á mær, og fór fram um eina løtu, men hann megnaði ikki at halda leiðlsuna, hann dragnaði og eg kom so at renna at kalla einsamallur stóran part av túrinum. Tó so, síggi eg at eg nærkist unga Toftadronginum Inga Johannesen, hetta gevur mær kreftur, og síggi eg nú møguleika at fáa hann aftur, so tá ið 4 umfør eru eftir leggi eg Inga afturum. Annars hevur Ingi runnið sera væl í vetrarkappingin, spell hann ikki rakti dagin nú hann var á heimabana, men hann er ungur og ikki frítt treiskur, tað sóð vit í Trongisvági, so hann skal nokk koma sterkt aftur.
Nú var tað so bara Pauli, sum eg veit venur nógv og hart, eg kundi fara eftir. Hallur var strokin avstað, Pauli hevði ikki megna at hildi í honum. Eg sá alla tíðini í ryggin á Paula, og nú eg hevði lagt Inga aftur, og bert 3 umfør vóru eftir, helt eg at tað styttist ímillum okkum. Eg hevði brúkt nógvar kreftir, fyri at halda javna ferð, men eg royndi at halda ferðini í vón um at Pauli kanska fór at dragna enn meira, og hetta sá eisini soleiðis út, men tá ið eg kom niðan á vegin fyri seinastu ferð og bert 400m vóru eftir á mál, mundi tað bert vera einir 20-30m í millum meg og Paula, men eg hevði brúkt ov nógvar kreftir, til at eg átti ein super spurt í mær, sum eg onkuntíð hava megna í Runavík. Eg endaði 4 sek. aftaná Paula.
Pauli segði við meg eftir kappingina at eg larmaði so nógv, hetta avsløraði meg, og tí kundi hann seta ferðina eitt sindur upp fyri at halda meg aftanfyri. Eg var eisini mega móður, fyrstu ferð í langa tíð eg havi følt blóðsmakk í munninum eftir eina kapping.
Men eg eri sera vælnøgdur avrikið í dag og fyri vetrarkappingina yvirhøvur. Havi luttikið í øllum kappingunum í vetur, og fyri tað fekk eg saman við 22 øðrum eitt lekkurt Cadbury páskaregg frá FÍF, og umframt tað so fekk eg saman við 4 øðrum frá Treysti eitt Gávukort frá Sport24. So tað lønar seg at møta til allar kappingarnar. Eg megnaði so eisini gerast nr. 3 í Veteranbólkinum.
Distance | 10k |
---|---|
Location | Runavík |
Terrain | Road |
Date | 27/03/2021 |
Age Class | 46-55 |
Time | 00:38:17 |
Pace | 3:49 |
Place | 3 |
Garmin ID |