VK5 Lendisrenning í Hoydølum

Eitt av teimum 8 umførunum í vetrarkappingini er lendisrenning, og verður hon vanliga hildin í vakra umhvørvinum í Hoydølum. Seinasta leygardag var so Lendisrenningin á skránni, fimta umfar í vetrarkappingini. Umleið 50 vælupplagdir rennarar stillaðu til start í góða veðrinum.

Vanliga verður fyrst runnið niðan í viðarlundina eftir gøtunum har, og so oman á fløtuna frammanfyri gamla studentaskúlan, í alt 6 rundir. Men í ár, hóast veðrið var av tí fagrasta, so var tað ikki ráðiligt at renna niðan í glerstoyttu gøturnar í viðarlundin. Tískil var rutan longd nakað niðri á græsfløtuni, eitt strekki sum kanska var nakað tyngri enn vanliga strekki.

Nakrar dagar undan kappingini tosaði eg við Hallur Holm, og spurdi eg hvussu líkindini mundu fara at verða í Hoydølum. Tá sigur hann fyri mær, at hann hevði verið so óheppin at hann datt í hálkuni tann eina dagin hann vandi. Grandi seg øgiligt, ivaðist um hann yvirhøvur fór at verða klárur til kappingina í Hoydølum. Hetta noteraði eg mær aftan fyri oyra. Fyrsti maður eg fái eyga á tá eg kom í Hoydalar er eingin annar enn Hallur, sum testar rutina.

Tá ið kappingin var skotin í gongd, havandi í huga mítt prát við Hallur, valdi eg at leggja bragliga fyri. Fyrsta umfar sá sera gott út, var væl framman fyri Hallur, sum hevði Heina í hølinum. Hugsaði við mær sjálvum, kanska fór tað at lukkast í dag. Men lendisrenning er hart, og Hallur er taktikari um ein háls, so tá ið vit fóru út á 3. rundu streyk Hallur framvið mær, og mín sann um ikki Heini fylgdi við. Eg royndi at hanga í teimum, men hevði ikki kreftirnar at svara aftur.

Suni, sum sýnist vera sera væl fyri fyri tíðina, var nakað aftanfyri meg, skilti á lagnum, at hetta var fyrstu ferð hann luttók í lendisrenningini. Hann segði smílandi, ídag tók hann ein fyri liðið. Niels var ikki við, so eg slapp á sigursskammilin hesa ferð. Eitt annað pláss í veteranbólkinum, bert by passaður av Halli Holm, er ikki so galið. Heini fekk eitt flott 1. pláss í super veteranbólkinum.

Aftaná renningina bjóðaði Bragdið kaffi og køkur, og práti gekk lystiliga.

Næsta kapping verður her norði, hon verður hildin í Norðdepli og Hvannasundi, heimbeiti hjá Mr. Treysti, Guttorm Sørensen. Vónandi verður luttøkan eins góð sum í undanfarnum umførum.

Úrslitini frá VK5 Lendisrenning í Hoydølum finnur tú her

 

Distance 7,4k
Location Tórshavn
Terrain Road
Date 06/02/2021
Age Class 45-55
Time 00:33:28
Pace 4:31
Place 7
Garmin ID