VK4 í Sørvági

Endiliga sloppu vit aftur til eina rennikapping. Leygardagin skipaði Frælsi fyri 4. umfari í vetrarkappingini. Seinast vit vóru til kapping var tíðliga í desember í Kollafirði, fyri meg ein frálík kapping. So nú var spennandi at síggja hvussu standurin var. Jóla og nýggjárhøgtíðin er ikki júst mest optimala tíðarskeið til venjing, men treyðugt so, so havi eg roynt at hildi formin, runni nógvar kilometrar og eisini avgreitt fleiri intervall venjingar.

Veðrið undan kappingin sá einki lovandi út, fitt av vindi og regni. Tað bleiv dúgliga hugt inn á tær ymisku veðurtænasturnar upp til kappingina. Eg var tíðliga á fótum leygarmorgunin, umráðandi at fáa sín havragreyt minst 3 tímar undan kappingini, eitt stórt glas av vatni, og so til seinast ein sterkan kaffimunn, fyri at seta systemi í gongd. Hetta gekk alt uppá stás.

Var nakað seinur úr Klaksvík, eftirsum eg mátti náða onkur ørindi áðrenn eg legði leiðina til Sørvágs, hetta merkti so at eg mátti koyra sum eitt óløgi vestur.

Væl av luttakarum vóru møttir, og veðrið vísti seg nú slettis ikki at vera so galið. Vit fóru at fáa undan til Bíggjar, og skuldi tað vísa seg at vindurin heim aftur darvaði ikki tað heilt stóra.

Kappingarneytarnir hjá mær vóru allir møttir og sóu út til at vera væl fyri.

Eg legði sum altíð varisliga út, vit runni sum ein samlaður bólkur fram til undanbrekkuna áðrenn tungu mótbrekkuna niðan til Bø. Í undanbrekkuni streyk Henry við fullari ferð fram við mær, og honum í hølinum vóru Suni, Niels, Lau og Heini. Teir fingu beinavegin eitt gott forspring, kanska var tað tilætla, eg hugsaði at eg nokk skuldi fáa teir aftur í mótbrekkunum, og annars í mótvindinum tá ið vit høvdu vent. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga hesaferð. Henry fekk eg tó nokkso skjótt aftur, haldi hann valdi ikki at gera so nógv av, hann er júst sloppin av við skaðan í baklærinum. Niels tók seg eitt fitt petti frá Suna, Heina og Lau. Tá ið vit vendu við seinnu omankoyringina til Bø, royndi eg at seta ferðina upp, og eg sá eisini at tað styttis til mínar kappingarneytar, men forspringi teir beinavegin fingu sær var ov stórt, so eg megnaði ikki at innheinta teir, eg kláraði tó at fáa Lau aftur, men Heina, Suna og Niels gjørdi eg einki við. Teir vóru for sterkir fyri meg hendan dagin.

Heini sum eg av órøttum í mínari seinastu frásøgn segði fekk eitt 3. pláss, fekk aftur eitt flott fyrsta pláss í Super veteran bólkinum, eins og hann gjørdi tað í Kollafirði. Halt mær tilgóðar Heini.

Eftir ætlan skal útsetta nýggjárshálvmarathon rennast komandi vikuskifti. So er spurningurin hvat hendir tá. Næsta umfar í vetrarkappingini er 6. februar í Hoydølum.

Úrslitini frá VK4 Sørvági finnur tú her

Distance 8,8k
Location Sørvágur
Terrain Road
Date 16/01/2021
Age Class 45-55
Time 00:35:07
Pace 4:00
Place 10
Garmin ID