VK3 í Kollafirði

Leygardagin 5. desember skipaði Bragdið fyri VK3 í Kollafirði, hendan kapping plagdi at vera í umhvørvinum rundan um Tórsbreyt, men eftirsum Kollafjørður jú er ein partur av Tórshavnar Kommuni, valdi Bragdið fyri nøkrum árum síðani at flyta kappingina til Kollafjarðar, og hevur tað bara rigga sera væl.

Sum vera man so var eg sera spentur til kappingina, venjingin hevur gingið avbera væl í seinastuni og havi eg tikið meg nógv fram. Eg eri eisini lætnaður nakað. Til Kerjar renningina otaði eg meg longur fram á mínar nærmastu kappingarneytar, so spennandi var um eg til VK3 fór at gera ein vørr, sum eg hótti við í frásøgnin frá Kerjar renningini.

Eg møtti í góðari tíð, soleiðis at eg fekk eina góða upphiting, og annars fekk alt óneyðugt av mær áðrenn startskoti kl. 11. Hetta gekst júst sum eg hevði planlagt, so tá ið eg stóð klárur kl. 11 føldi eg á mær at í dag skuldi tað vera. Umstøðurnar vóru perfektar.  

Eg legði varisliga út, men dugdi skjótt at síggja at mínir kappingarneytar vóru til at snakkað við. So tá ið eg hevði runnið útvið 4 km valdi eg at seta ferðina upp, og setti eg fyrst Niels Poulsen av, síðani Lau Jensen, enn var nakað fram til Suna Jacobsen, men við øktu ferðini nærkasti eg skjótt Suna, og væl áðrenn vit vendu úti á Sperm, setti eg eisini Suna Jacobsen av. Heini Gregersen hevði eisini lagt varisliga út, so hann var ongantíð farin fram um meg, men lá beint í hølinum á mær, og fylgdust vit gjøgnum Signabø, men tá ið vit høvdu runnið áleið 7,5 km fekk eg eitt lítið forspring, og tað helt sær allan vegin, og øktist nakað seinastu 1500 m. Eg kom í mál við tíðini 38:45, og tað eri eg barasta so ómetaliga glaður fyri. Tað eru fleiri ár síðani eg havi runnið ein so góðan 10 km. Hetta rakk til eitt 2. pláss í veteran bólkinum, Hallur Holm gjørdist nummar 1 og Heini Gregersen kom í mál sum nummar 3, 16 sekund aftan fyri meg.

Miðvís venjing gevur úrslit. Eg havi síðani miðan september vant nógv, havi roynt at passa væl uppá soleiðis at eg ikki havi gjørt ov nógv av. Eitt nú ikki runnið intervallini ov skjótt, sum ofta hevur verið mín veikleiki. Tíbetur havi eg ikki fingið nakran skaða, tó skal eg viðganga at eg seinasta mánadag, eftir renningina við Kerjar merkti til ein feril av skinnabeinsbruna, sum eg so ofta havi drigist við áður. Tað skyldast for harða venjing, intensiteturin øktur ov skjótt. Tíbetur so valdi eg at taka tað róligt restina av vikuni, og kann tað eisini vera ein av orsøkunum til mítt góða úrslit í Kollafirði.

Nå, men nú stunda jólini til, ein tíð við nógvum freistinum, og næsta avbjóðing er nýggjárshálvmarathon, sum altíð er fyrsta leygardag í nýggja árinum. Hesa ferð verður tað 2. januar um veðrið loyvir tí. Okkurt ári hevur verið neyðugt at útseta í 2 vikur.

Eg vil nýta høvi at ynskja øllum eini Gleðilig Jól, vónandi kunnu vit eisini lata okkum freista av einum ella fleiri góðum rennitúrum um jólini sum kontravekt til allar hinar minni heilsugóðu freistingarnar, sum vit heilt sikkurt ikki sleppa undan.

Her eru úrslitini frá VK3 í Kollafirði

Distance 10k
Location Kollafjørður
Terrain Road
Date 05/12/2020
Age Class 45-55
Time 00:38:45
Pace 3:52
Place 7
Garmin ID Renningin á Strava