Endliga so upprann dagurin at NS Klaksvík Hálv Marathon skuldi rennast. Í allan vetur havi eg vant rættuliga nógv, og var eg við í øllum umførunum í Vetrarkappingini, sum gekk avbera væl. Tá ið vetrarkappingin var av, varð næsta stóra máli hjá mær at renna NS Klaksvík Hálv Marathon, sum eisini er FM. Eg loyvi mær at reypa eitt sindur, í 2004 blevi eg FM vinnari við tíðini 1:19:10. Hesa ferð hevði hendan tiðin bert rokki til eitt 4. pláss.
Tað er eingin loyna at eg gjøgnum allan vetur havi kappast við Heina Gregersen, og hevur hann havt munin, men eg hevði sett mær fyri at eg vildi leggja alla orku í at fáa eina so góða tíð sum møguligt, og eg droymdi um at vinna á Heina.
Eg legði hart út, uttan at tað var ov hart. Heini harafturímóti velur ofta at legga eitt sindur varisliga út og so snýkja seg frammeftur. Soleiðis var eisini hesaferð. Eg kom at liggja frammanfyri Heina og Sarah Valin til vit høvdu runnið uml. 10 km, og tá velur Sarah at yvirhála meg, og Heini í hølinum á henni, hetta er tá vit renna heim aftur í býin eftir at hava vent úti á Bumshamri. Eg hugsaði at nú var liðugt hjá mær, og dreymurin um at vinna á Heina kámaðist, men eg leggi skjótt til merkis at Heini megnar ikki at hanga í Saru, so eg fái vónina aftur. Eg haldi ferðini eg hevði mett eg fór at klára, og royni ikki at sleppa Heina. Longu á veg út aftur á Bumshamar, umleið á sama stað Heini yvirhálaði meg, klári eg at fara framvið Heina og nú er Pauli Poulsen eisini dragnaður nakað so eg megni eisini at leggja hann afturum. Ein fantastisk kensla. Akkurát hesa løtuna var eg fullur í orku, so var bert spurningurin um orkan fór at halda restina av teininum – á leið einar 6 km.
Tað góða við rutini er at tú sær tínar kappingarneytar tá ið tú vendir, um teir hava hug at dragna ella hanga í, so tá ið eg síggi at tað heldur dragnar enn styttist, gevur tað eyka orku. Tó skal sigast tá eg havi vent seinastu ferð á Bumshamri, møti eg Veru og rópar hon til mín at Heini hevur eitt sindur av orku eftir, sum eg slettis ikki fekk at passa út frá tí eg sá tá ið vit vendu, men tað var nokk til at eg valdi at seta meira ferð á, tí nú skuldi eg pína doy ikki missa á stokkinum. Ikki frítt at eg merkti ein feril at krampa tá ið eg rann seinastu 500 metrarnar.
Eg kom á mál við tíðini 1:25:31, ein super tíð fyri meg, og megnaði eg at vera frammanfyri bæði Paula Poulsen og Heina Gregersen, og tit kunnu ætla eg var ovurhondsfegin. Eg hevði avgjørt ikki roknað við at vunnið á hvørgum av teimum, men alt riggaði hjá mær hendan dagin.
Vera luttók eisini, hon kláraði akkurát at koma undir 2 tímar og var hon sera væl nøgd við tað, Jórun, systir mín var eisini við, dagin fyri hevði hon bestan hugin at avlýsa og bert renn 5 km, men hon kom eisini í mál eitt sindur omanfyri 2 tímar.
Ein frálíkur dagur, nógvir luttakarar, bæði til 5 km og hálvt marathon, fólk í góðum lag og veðrið var við okkum. Enn eitt væl fyriskipa tiltak hjá Treysti.
Distance | 21,1k |
---|---|
Location | Klaksvíkj |
Terrain | Road |
Date | 08/05/2021 |
Age Class | 46-55 |
Time | 01:25:31 |
Pace | 4:03 |
Place | 5 |
Garmin ID |