VK2 – Við Kerjar 2020

Í dag skipaði Hvirlan fyri VK2 við Kerjar, uppi við Hotel Føroyar. Kappingin skuldu vera seinasta vikuskifti, men vegna keðiligt veður varð kapping útsett í eina viku til í dag. Og hetta skuldi vísa seg at vera ein fín avgerð. Veðrið í dag var frálíkt, kanska ikki líka gott sum runt Agnið, fyri 3 vikum síðani, men sera góð rennilíkindi.

Eg havi ikki verið so raskur at luttaka í vetrarkappingini seinastu árini, seinast og nokk einastu ferð eg havi luttikið við Kerjar var í 2013. Vit runnu í dag somu rutu sum tá. Starta var frá parkeringsplássinum við Hotel Føroyar, niðan brekkuna so til vinstri eftir ríðingarbreytini, harfrá til vinstru eftir rossagøtuni við niðaru Kerjar, og so út í Havnardal eftir vegnum, runt gamla ruskdungan og heim eftir rossagøtunu við ovaru Kerjar, so inn á ríðingarbreytina saman veg á mál.

Hetta er ein sera hørð ruta, nógv harðari enn rutan runt Agnið. Eg umhugsaði at renna í mínum nýggju fuelcell tc turbuskóm frá New Balance, sum royndust mær so væl runt Agnið. men eftir nakað av ráðførðslu við mín góða vin Gutta, valdi eg at renna í einum Salomon cross skógvum. Tað var heilt sikkurt røtt avgerð. Skógvarnir frá New Balance eru alt ov slættir, og høvdu nokk givið mær trupuleikar á rossagøtunum.

Ikki var uppmøtingin eins góð og til kappingina runt Agnið, men í mínum aldursbólki vóru mínir kappingarneytar allir møttir. Eg hevði sett mær fyri at eg vildi leggja meira fyri, og kanska taka onkran av teimum, men tað eydnaðist ikki hesaferð, munurin ímillum okkum var tó væl minni, so eg eri væl nøgdur við mítt avrik í dag. Um eg samanberi við 2013 so var tíðin góðan minut betur enn tá, so tað er bara gott.

Næstu kapping skipar Bragdið fyri og verður hon í Kollafirði, tað verður so ein øðrvísi ruta, meira fløt, so kanska eg kann gera ein vørr tá, lívst so spyrst.

Distance 10,6k
Location Tórshavn
Terrain Road
Date 28/11/2020
Age Class 45-55
Time 00:44:53
Pace 4:14
Place 8
Garmin ID Renningin á Strava