Nú bert ein vika er eftir til vit standa tilreiðar í Stockholm, segði vektin 72,6 í morgin. Í dag er á fyrsta sinnið skipa fyri ½ marathon í Vágum. Ella og Álvur, sum eisini skulu vit til Stockholm vóru har vesturi, og mín sann um ikki ella megnaði at vinna kappinginar fyri kvinnur. Eg umhugsaði at fara vestur, men valdi at lata vera eftirsum bert ein vika er til Stockholm. Eisini so var tað mín lutur at skipa fyri Renn fyri heilsuni í dag. Uppmøtingin var bara heilt ok í dag, um tað vóru vaflirnar, sum gjørdu munin, skal eg lata vera ósagt 🙂
Eg hevði sett mær fyri at gera eitt sindur meira burtur úr, eftirsum eg ikki verið við til seinastu Renn fyri heilsina tiltak, sum verður komandi leygardag. Eg havi fyrr í vikuni hótt við at eg fór at gera vaflir. So har var einki við at gera, eg mátti standa við mínar hóttanir, so áðrenn eg fór at fáa mær anlegg og km merkir í bilin gjørdi eg vafludeiggi klárt. Tað tekur eina løtu at baka, so tað var gott eg var í góðari tíð. Vaflujarni fór í gongd kl. 11 og kl. 12:15 vóru 42 vafluringar bakaðir, svarandi til 2 porsiónur av vafludeiggi. Eg fekk rós fyri hvussu væl smakkaði, so eg kann bara verða nøgdur. Takk fyri tað. Uppskriftin kemur niðanfyri her.
Í kvøld stóð menuin annars uppá stokta kyllingabringa við heimagjørdum eplamorli, og lekrari mjúkari sós, og eitt sindur av pakka grønmeti 🙂 Tíverri havi eg eti ov nógv í kvøld. Tori næstan ikki at stíga á vektina í kvøld.
Í morgin ætli eg mær at renna 10-12 km, og vónandi klári eg at gera tað áðrenn fólk fer í kirkju og á møti. Ætli mær oman á kajøki at renna nakrar rundir, har er so deiliga slætt. Kl 12 gongur leiðin til Viðareiðis at skipa fyri árligu Viðareiðisrenningini. Í ár er 10. árið Treysti skipar fyri renning á Viðareiði.
Her kemur vafli uppskriftin:
300 gr. sukur
4 egg
200 gr, VITA margarin – upploysi tað í mikroovninum
400 gr. mjøl
2 ts. bakipulvur
2 ts. vaniljusukur
3 dl. mjólk – grøna 🙂
Fyrst sukur, so eggini, miksa saman, so flótandi margarin, koyr so mjøl og bakipulvur í, so mjólkina og til síðst vaniljusukur, eg koyri eitt sindur meira enn 2 ts.
Góða nátt.
Speak Your Mind