Tórfríð við í Kulum rótum

At Steintór Rasmussen við sínum eldhuga og virkishuga er gull verdur fyri føroyska mentan, kunnu vit øll vera samd í. Steintór hevur sanniliga við sínum mongu sangskattum, og ikki at gloyma sínum ótroyttiliga arbeiði við ungum talentum, sett sítt fingramerki á føroyska tónleikamentan. Hvør minnist ikki til unga fitt bolluta klaksvíksdrongin Jógvan Hansen, sum við Kulum Rótum fekk luft undir veingirnar og fleyg uppá tindin fyrst her heima, síðani í víðu verð. Eisini minnast vit fitta tvøradrongin, sum Steintór fekk at spíra, til síðani at vaksa til eina rætta poppstjørnu.

Tá ið eg ein dagin fekk spurningin frá kong Kularót sjálvum, Steintór Rasmussen, um dóttir okkara kanska hevði hug at royna seg saman við Kula Rótunum, gjørdist eg ikki sørt errin. Steintór hevði frætt at hon kanska hevði onkur talent hann møguliga kundi brúka í Kulum Rótum. Tórfríð, sum flest onnur børn í Føroym, hevur lurta nógv eftir Kula Rótum, so tá eg fortaldi henni at hon nú møguliga kundi sleppa at royna seg í Kulum Rótum bleiv hon ógvuliga ovfarin, og trúði mær næstan ikki. Sjálvandi vildi hon royna hetta, og var hon sera spent at sleppa at vísa síni kynstir fyri hinum børnunum.

Vit blivi boðin til eina rættuliga audition heima hjá Steintór og Jóngerð, har allar Kula Røturnar vóru samlaðar til venjing. Tórfríð og Anniku, eitt talent úr Havn, sloppu so at vísa hvør dugur var í teimum. Eg giti eg havi verið meira nervøsur enn Tórfríð. Eg haldi ikki at Tórfrið føldi seg rættuliga á heimabana at byrja við, men sum kvøldi leið gekk betur, og tá ið hon so fekk møguleikan haldi eg tað riggaði bara heilt ok.

So at síggja Tórfríð avmyndaði á Portalinum í kvøld saman við hinu frísku Kula Røtunum gjørdi meg sera stoltan. Steintór takk fyri tín stóra eldhuga. Góða eydnu leygardagin.

kular-rotur

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.