Í gjár var eitt sindur svikaligt við internetsambandi, tískil bleiv einki skriva í gjár. Eg havi heldur ikki tey neyðugu grafisku amboðini til at gera ein bannara, sum teir eg havi havt á síðuni seinastu dagarnir.
Vit fóru frá góðveðrinum í Føroyum hósdagin seinnapartin, og fingu vit ein fínan flúgvi túr til Keypmannahavnar. Men veðrið í Danmark var ikki minni gott.
Aftaná check inn á hotelli fóru vit út at eta eina betri bita. Christian, okkara samstarvsfelagði í Danmark, tók okkum út at eta. Sum ein rættur københavnari kennir hann hvønn krók í býnum. Hann hevði úttonkt okkum matstaðið “Den lille fede”, sum liggur tætt við Nyhavnina. Men við ongari borð bílegging bar ikki til, tí staði var fult booka. Beint við síðuna av lá fitt asiatisk matstova, har var tíbetur gott pláss. Vit noti eina sera vælsmakkan 3 rættaða máltið. Hetta var júst matur fyri Veru, og gjørdist hon eisini propmett, hon mundi ikki komi fyri seg aftur. Gott at vit ikki skuldu renna dagin eftir.
Í morgun vóru vit tíðliga á fótum. Eg fór mær ein stuttan rennitúr – 3km – bert fyri at gera meg fortjentan til eitt brúsubað. Klokkan 9:30 vóru við ávegis til Kastrup við tokinum. Vit skuldu flúgva kl. 10:50 til Stockholm. Lagi er gott í ferðalagnum, øll eru spent til stóru avbjoðinginar í morgin.
Eingin av okkum hevði verið í Arlanda lufthavnini áður, so hvussu vit skuldu koma inn til býin var tað eingin sum vist. Endin var at vit tóku nakrar taxa bilar, tá verður mann jú koyrdur til dyrnar.
Eftir check inn á hotelli fóru vit í felag at heinta okkara startnummur. Veðrið var super, og tiltakið har startnummur skuldu heintast var hildi uttandura. Hvar vóru fleiri básar við freistinum til okkum rennarar. Ikki kann eg siga at eg lat meg freista, tó so keypti eg mær eitt nýtt ur, eitt Garmin 620. Hetta er ein íløga eg havi ætla mær at gjørt leingi. Í samband við Stockholm 1/2 marathon var øll útgerð Garmin – 20% so tað var bara super.
Nå men nú skal sovast, slagi sendur í morgin. Vit starta kl. 16.
Góða nátt.