So er klárt at fara avstað

Í samband við túrin til Havnar í fjør havi eg sagt frá at um ikki mín góði vinur Pól Sundskarð var við, so ivist eg í um eg var komin heilskapaður til Havnar. Nú tað er um at vera klárt at renna heimaftur til Klaksvíkar havi eg hug at leggja aftur, at uttan væl fyriskipaða kostplan frá Bjørg hevði mangan verið lítið um Pól. Hennara matpakkar hon plagar at geva Pól havi eg mangan missunt honum, tó skal sigast at Pól er óførur at deila. Til túrin í morgin hevur Bjørg fyrireika trivaligan matpakka. Tú ert fantastisk Bjørg, túsind takk.

Nú fari eg at pakka saman fyri í dag, og fáa mær nakrar tímar, so eg vælupplagdur kann taka dystin upp við teir 77 km tað er at renna av Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygum. Sum nú er, sær út til at líkindini at renna verða hampulig, einki regn, ikki nógvur vindur, kanska eitt sindur kalt.

Vit fara úr Klaksvík kl. 03:30 og byrja at renna av Vaglinum kl. 05:00.

Her síggja tit okkara “ta selv borð” sum Bjørg hevur staðið fyri.

Enn ber til at stuðla, trýst á violetta knøttin her undir ella hann ovast til høgru á síðuni.

Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

Nú nærkast av álvara

Nú eru minni enn 2 døgn til eg skal renna 77 km langa teinin av Sambýlinum á Heygnum, har mamma býr til Vaglið í Havn. Eg eri mega spentur, men ikki frítt at eitt sindur av fjáltur er komin á meg. Tað er sanniliga ein langur teinur, eg havi ongantíð áður runnið so langt. Eg havi prøva kreftir við marathon nakrar ferðir, og hevur tað tikið á leið 3 tímar at avgreitt hvørja ferð, men nú skal eg vera í gongd í 8-10 tímar, so tað er nakað heilt annað.

pol-og-bjorg-1Eg eri sera glaður og takksamur fyri at mín góði vinur Pól Sundskarð kemur at renna saman við mær allan vegin til Havnar. Um nakar so veit hann hvat tað er at renna til Havnar, tí hann hevur ikki minni enn 7 ferðir runnið teinin,  4 ferðir úr Klaksvík til Havnar og 3 ferður úr Havn til Klaksvíkar.

Eg og Pól hava tosa nógv um nær vit skulu byrja at renna, og hava vit verið eitt sindur ymiskir á máli um tað,  men eru vorðnir samdur um at best er at fara úr Klaksvík so tíðliga sum gjørligt, fyri ikki at verða so seinir í Havn. So kl. 05.00 byrjar okkara túrur uttan fyri Sambýlið á Heygnum og um alt gongur eftir ætlan so verða vit í Havn umleið kl. 14, neyvan fyrr. Um onkur hevur hug at renna saman við okkum partara av túrinum so hevði tað bara gjørt túrin enn stuttligar. Tempo vit renna er ógvuliga lágt so eingin nýtist at setast aftir.

Tá ið eg setti mær fyri at renna var eitt tað fyrsta eg gjørdi at mála rutina upp, so herundir síggja tit túrin eitt sindur útgreinaðan í kilometrum, tíðirnar eru bara vegleiðandi, og um alt gongur sum æltan.

Kilometrar Stað ca. kl.
Start Sambýlið á Heygum 05:00
2,5 km Norðoyatunnilin 05:18
9,7 km Bygdaskelti Leirvík 06:09
15,9 km Frákoyring Syðrugøta 06:53
17,7 km Gøtueið 07:06
19,0 km Skipaneskrossur 07:15
25,1 km Skálabotnur – FAST 07:58
30,7 km Norðskálatunnil 08:37
36,8 km Brúgvin um Streymin 09:20
39,8 km Streymnes / Hvalvík 09:41
43,5 km Áir 10:07
 46,4 km Hósvík 10:27
51,5 km Kollafjørður, Norðuri í Sundum 11:03
53,8 km Kollafjørður, Kirkjan 11:19
57,5 km Kollafjørður, Rundkoyring 11:45
59,3 km Kollafjarðartunnilin 11:58
63,4 km Kaldbaksbotnur 12:27
72,4 km Hoyvík, Rundkoyring 13:30
77,0 km – mál Vaglið, Tórshavn 14:03

 

Enn ber til at stuðla, og higartil hevur gingið strúkandi. Um tú vilt stuðla renningini og alzheimerfelagnum so er at trýsta á knøttin herundir ella ovast á síðuni.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Demens kann raka okkum øll

hvonn-live-alzheimer

Hvonn Live varpar ljós á stuðulsrenning og alzheimer (Mynd: Halldis Joensen)

 

Tá ið demens rakar eina familju, er stóra avbjóðingin, hvussu koma vit víðari við gerandisdegnum. Tað skal takast støða til eina rúgvu, og oftast eru tað tey nærmastu, sum standa við hesari ábyrgd, og er tað mín fatan, at óttin fyri at vera settur í samband demens ger at familjan, sum longst roynir sjálv at liva, og yvirliva gerandisdagin við sjúkuni.

Soleiðis havi eg onkuntíð følt tað sjálvur, men síðani eg og okkara familja fyri 4 árum síðani valdi at deila okkara søgu, eri eg bara vorðin meira sannførdu um, at tað ræður um so tiðliga sum gjørligt at søkja um hjálp, og vera opin um sjúkuna. Vit tosaðu ongantíð við mammu um hennara sjúku, og tískil visti hon ongantíð av at hon hevði sjúkuna alzheimer. Hetta haldi eg var ein stóru feilur.

Hóast føroyska samfelagið er vorðið munandi betur at rúma teimum, sum eru rakt av demens, so er langt eftir á mál.

Alzheimerfelagið ger eitt megnar arbeiði við at varpa ljós á sjúkuna, og at veita tann stuðul tey eru før at geva. Men teirra arbeiði er alt sjálvboði, og við tað at vit í vælferðarsamfelagnum gerast alsamt eldri so vera harvið eisini fleiri rakt av demens, og tí er tørvurin á upplýsing og vegleiðing sera stórur.

Mín vón er at mín stuðulsrenning Klaksvík – Tórshavn kann verða eitt gott íkast til ætlanina hjá alzheimerfelagnum at seta eitt fólk hálva tíð, soleiðis at tey enn betur kunnu verða talirøri hjá teimum dementu í Føroyum.

Tú kanst gera títt íkast við at stuðla. Demens kann raka okkum øll.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Upphiting til Hvonn Live

Klaksvík - Kunoy 30 km

Fyrireikingarnar móti stóru avbjóðingini ganga væl. Í dag havi eg verið ein longri túr, væl stuðlaður av mínum góða vini Pól Sundskarð. Pól er ikki ein og hvør tá ið tað kemur til at renna langt, og eri eg sera takksamur fyri at hann tímir at koma onkrar langar túrar saman við mær.

Í dag gekk leiðin so til Kunoyar. Ein nokkso harður túrur við fitt av brekku, í so máta líkist hann teininum til Havnar, bert væl styttri. Tað bleiv til 30 km, og tempo var á leið 6 min pr. km.  Føldi meg væl aftaná túrin. Takk fyri ein fínan túr Pól. Gleði meg at fáa døgurða frá tær (Bjørg) í kvøld 🙂

Í vikuni ringdi Hilmar Jan til mín, og spurdi um eg ikki vildi vera við í Hvonn Live leygarkvøldið. Má siga at eg bleiv eitt sindur ovfarin og glaður, at hann heldur, at mín ætlan er tilfar til Hvonn Live. Hann spurdi um ikki tað var eitt gott hugskot at taka Pól Sundskarð við suður. So aftaná ein góðan bita frá Bjørg fara vit saman við konunum til høvuðsstaðin at práta við Hilmar Jan í Hvonn Live. Tað verður sent á Ras2 á leið kl. 21:30, so tuni inn á Ras 2 kl. 21:30 og hoyri hvat spyrst burtur úr.

Eg gleðis um at fólk hava tikið væl í móti mínari ætlan, og fólk eru sanniliga ófør at stuðla.

Tit kunnu stuðlar við at trýsta á knøttin niðan fyri.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Gott veður og spennandi ætlanir

hosvik-110316

Seinastu dagarnir hava vit í Føroyum verið vælsignað við ómetaliga góðum veðrið. Í dag var aftur ein sera góður dagur, og í dag var ein Havnartúrur á skránni. Men ávegis til Havnar valdi eg at steðga á eina løtu í Hósvík, og njóta góða veðrið. Koyrdi oman í fjøruna, gekk mær ein túr oman til sjóvarmálan, tað var fjøra so tað bar til at ganga langt út.

Æðurnar hyggaðu sær í góða veðrinum, eitt einsamalt tjaldur stóð so spelki millum tjaldursgrælingarnar. Ætlaði at fáa eina góða mynd av okkara tjóðarfugli, men sum eg kom nærri, var tað sum tað kendi á sær hvørjar mínar ætlanir vóru, og valdi at flýggja. Tjaldursgrælingarnir lótust ikki um vón, teir hildu bara á við at venda steinum, í vón um at finna okkurt gott til mætna.

tjaldur

So gekk leiðin víðari til Havnar, og áðrenn dagsins uppgávur, gekk eg mær ein túr í góðveðrinum. Nakrar myndir úr høvuðstaðnum skaða ikki 🙂

Annars so havi eg seinastu dagarnir arbeitt við einum tanka, sum eg nú havi avgjørt skal blíva til veruleika. Men enn er tankin ikki búgvin til at verða kunngjørdur, eg má fáa hann meira lidnan áðrenn eg avdúki mínar ætlanir.

Afturkomin úr Havn, fara eg og mín góði vinur Pól Sundskarð ein rennitúr. Eg velji at fortelja honum um mínar ætlanir, í vón um at hann kann stuðla mær.  Hann tykist heldur ivasamur, hann trýr ikki rættuliga uppá hetta eg gevi honum innlit í, men avgerðin er tikin, líka mikið hvat Pól sigur og heldur.

 

 

Pól Sundskarð á ferð: Runt múlan

Sunnudagin var sera gott verður, og løgi nokk veðrið helt sær allan dag. Og sjálvandi var ein rennitúrur á skránni. Áðrenn eg fór frá húsum ringdi eg til Pól Sundskarð fyri at hoyra um hann hevði hug at kom við mær ein túr. Gott avjog eftir lendistúrin í Hoydølum ígjár. Tá ið eg fái fætur fái eg bert at vita at Pól Sundskarð var farin frá húsum longu kl. 9:30 og har gekk gjøgnum tunnlarnar norður um fjall norður til Múla, og so runt múlan og nú var hann staddur á Skálatoftum. Hann sigur við meg at tað er drúgt av Skálatoftum inn til Strond,

Eg kundi ikki annað enn smílast, hvat annað kundi eg vænta. Ein róligan sunnudagstúr við mær, er alt ov trivielt 🙂

Nå, eg fór frá húsum, og áftaná eina rundi niðri á keiøkinum, legði eg leiðina norðureftir, hugsaði eg kanska fór at møta Pól, og mín sann um ikki tað júst passaði seg soleiðis at tá eg nærkist bygningunum norði á Strond síggi eg Pól koma niðan gjøgnum brekkuna norðanfyri Strond. Eg gjørdi eitt stutt videoprát við Pól, sum tit kunnu síggja her. So runnu vit báðir saman heim. Ein frálíkur sunnudagstúrur.