Fyrireikingarnar móti stóru avbjóðingini ganga væl. Í dag havi eg verið ein longri túr, væl stuðlaður av mínum góða vini Pól Sundskarð. Pól er ikki ein og hvør tá ið tað kemur til at renna langt, og eri eg sera takksamur fyri at hann tímir at koma onkrar langar túrar saman við mær.
Í dag gekk leiðin so til Kunoyar. Ein nokkso harður túrur við fitt av brekku, í so máta líkist hann teininum til Havnar, bert væl styttri. Tað bleiv til 30 km, og tempo var á leið 6 min pr. km. Føldi meg væl aftaná túrin. Takk fyri ein fínan túr Pól. Gleði meg at fáa døgurða frá tær (Bjørg) í kvøld 🙂
Í vikuni ringdi Hilmar Jan til mín, og spurdi um eg ikki vildi vera við í Hvonn Live leygarkvøldið. Má siga at eg bleiv eitt sindur ovfarin og glaður, at hann heldur, at mín ætlan er tilfar til Hvonn Live. Hann spurdi um ikki tað var eitt gott hugskot at taka Pól Sundskarð við suður. So aftaná ein góðan bita frá Bjørg fara vit saman við konunum til høvuðsstaðin at práta við Hilmar Jan í Hvonn Live. Tað verður sent á Ras2 á leið kl. 21:30, so tuni inn á Ras 2 kl. 21:30 og hoyri hvat spyrst burtur úr.
Eg gleðis um at fólk hava tikið væl í móti mínari ætlan, og fólk eru sanniliga ófør at stuðla.
Tit kunnu stuðlar við at trýsta á knøttin niðan fyri.