Gott nýggjár, øll somul.
Fyrsti sunnudagur í 2015 er nú farin afturum, og vit hava longu sett hol á viku 2 í hesum nýggja ári, sum eg vænti mær nógv av. Eg havi stórar ætlanir og mál eg havi sett mær fyri.
Nú við ársbyrja er ógvuliga passandi at hugaleiða (reflektera) og minnast aftur á tað, sum er hent í farna árið. Ígjøgnum eitt ár, 12 mánaðir, 52 vikur, 365 dagar, hendir ein rúgva, men geva vit okkum nóg nógv far um hvat hendir?
Eg haldi vit menniskju fyri tað mesta bara drøna avstað, og líta slettis ikki afturum bak, og hevur hetta ofta við sær at vit spyrja spurningin hvar bleiv tíðin av. Júst tá ið vit seta hol á eitt nýtt ár er hesin spurningur háaktuellur.
Eg haldi at vit eiga nógv oftari at steðga á, og hugleiða yvir tað sum fari er. Ikki bara einaferð um ári. Set orð á, enn betur síggj myndir og tosa við onnur um farna tíð. Soleiðis kanst tú betur minnast hvat tú hevur brúkt tína tíð til.
Um tú við ársenda ikki minnist til tað farna, so er spurningurin upplagur: hvar bleiv tíðin av.
Eins og tað er gott at hugleiða (reflektera) so er tað ikki minni gott og hugaligt at royna at síggja frammeftir. Vit minnast jú tá ið vit vóru børn hvussu vit gleddu okkum til okkurt í framtíðini, og tíðin gekk bara so seint. Tað er akkurat, sum nú vit eru vorðin vaksin, at tað er ikki lov at gleða seg, ella er tað tí vit ikki duga at gleða okkum.
Míni ráð til tín eru nú við ársbyrjan at seta tær mál og gleð teg til at náa hesi mál. Minnst til at gera málini uppnáðilig, ikki ov høg. Einki er sum at gleða seg til okkurt.
Lat vera við at fáa tær eitt nýggjárslyfti. Lyfti verða sum regul brotin, og so verður tú bara skuffað/ur. Mál harafturímoti er nakað tú strembar fram í móti, og kanst gleða teg til.
Gleðist saman við øðrum, so verður gleðin enn størri.