Sundalagsstevna 2011

Leygardagin, bert 4 dagar aftaná Eystanstevnurenningina er so Sundalagsstevnurenning á skránni sum samstundis er 3. umfar í Grand Prix fyri vaksin. Hesuferð var stevnan hildin í Hósvík. Eg havi einaferð áður runnið hesa rutina, ein okey ruta, ikki so skjót sum tann í Runavík, nakað av brekku er tá ið man kemur aftur av íðnarøkinum. Eitt sindur óheppi at neyðugt er at fara út á landsvegin, har rættuliga nógv ferðsla er.

Líkindini at renna vóru super, gott veður við ongum vindo. Eg legði nokkso bragliga út, ætlaði so avgjørt at forbetra meg samanborið við kappingina týsdagin. Eymleikin í musklum frá míni dáragerð á norðoyastevnu er burtur, men enn merki eg eitt sindur til tey meinslaðu rivini.

Eg síggi tó skjótt, at Henry Olsen er munandi betur fyri í dag enn hann var týsdagin í Runavík, tá ið eg kom fyrr enn hann í mál. So eg valdi at fylgja Suna, sum eg haraftur í móti var aftanfyri í Runavík. Útleggi var ok, 3:28 á 1. km og á 2. km 7,06, men so dragni eg, eg seti mítt álit á at Suni klárar at trekkja lessi, men tá ið vit hava runnið 4,5 km síggi eg at ferðin er dala heilt nógv, og velji eg at fara forbí Suna og setti eg eitt sindur av ferð á, men tað var for seint. Á 5 km var tiðin 18:27 bert 3 sek, betur enn í Runavík, og tað visti eg ikki fór at røkka til eina betro km tíð enn í Runavík.

Eg kom í mál við tíðini 27:47 sum gevur eina snitt tíð uppá 3:44, sostatt 2 sek verri enn í Runavík. Hetta er ikki gott nokk, her mugu aðrir bollar í suppuna.

Tað verður nokk ein løta til eg fái heiðursmerki um hálsin. Inntil víðari má eg noyðast við at hjálpa til at deila tær út til aðrar vinnarar 🙂

Næsta kapping er komandi vikuskifti á Jóansøku, sum í ár verður hildin á Tvøroyri. Tá ið Gutti, Hallur og Niels Jákup allir eru til Oyggjaleikir, fari eg einsamallur til Suðuroyar longu fríggjakvøldi at verða vit til at skipa fyri. Vónandi fái eg onkran at hjálpa mær.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.