Stockholm ½ marathon um 2 vikur

Eg havi ikki skrivað nakað serligt á bloggin hjá mær í seinastuni. Eg vil so fegin skriva, men onkursvegna so komi eg ikki til tað. Kanska er tað tí eg veit at tað nokk bara eri eg sum lesi tað allíkavæl.

Um eg skal fáa lokka onkran inn her á síðina so má eg gera nakað fyri tað, og áðrenn tað so má eg hava okkurt áhugavert at bjóða møguligum vitjandi her á síðini.

Nå, men nokk skvaldur, til sakina. Eg royni at gera meg kláran til Stockholm ½ marathon, eg havi hesa vikuna lagt 43 km afturum, harav nakað av góðsku. Mikudagin intervallir í Ánunum, 6 x 1km øll undir 4 min., og í dag eina 5 km test á bandinum við 1% mótbrekku uppá 19:20. Tað eri eg sera væl nøgdur við, serliga tá eg hugsi um at eg vigi 3-4 km ov nógv, og eg lúgvi ikki tá eg sigi at eg fyri fyrstu ferð á gjárkvøldi saman við góðum vinum át feitan havhestaunga, sum smakkaði mær avbera væl. Hann var fyrst kókaður, og so stokur í ovni eina løtu, elpir og drýl afturvið, sera primitivt, men smakkað avbera gott.

Eg fari nú at gera eina royna at skriva nakað meira nú avbjóðingini í Stockholm nærkast.

Í morgin verður tað vónandi ein nakað longri róligur joggingtúrur, kanska einar 12-15 km.

Góða nátt.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.