Endiliga upprann so dagurin, og eg skuldi standa mína roynd. Lat meg siga beinanvegin eg havi ongantíð følt meg so róligan undan einari kapping sum hesaferð. Ikki fyrr enn leygarmorgunin byrjaði eg at blíva eitt sindur spentur, og tað eyðkenda sugi í búkinum var har. Kanska tí eg ikki havi følt nakað press á mær til hesa kapping, eg hevði ikki teir heilt stóru forvantningarnar til mín. Út frá mínari venjing, sum eg havi nevnt fyrr, so vildi eg verið glaður um eg megnaði at renna eina tið nakað undir 1:35.
Hetta er mín fyrsta langateina kapping eg luttakið í síðani mítt miseydnaða marathon í Havn síðsta ár. Eg havi seinasta mánan vant rættuliga miðvíst, tó uttan at eg havi sett alt til viks fyri renningina. Renningin er ikki komin í fyrstu røð, men eitt er so vist tað er hart at koma í form aftur.
Vit búðu í íbúðini hjá Knút Lutzen, hon liggur mitt í Reykjavík bert 50 metur frá startinum, so tað var mega praktistk, so sluppu vit undan at fara so tíðliga til startin.
Hini Treystifólkini sum búðu á Ørkini, komu í íbúðina hjá okkum við skiftiklæðum, og so fóru við í felag til startin.
Renningin var skotin í gongd stundisliga kl. 8:40, eg hevði stilla meg frammaliga í feltinum so eg fekk tað ikki so trupult við trokan, sum onkrir av okkara rennarum, sum stóðu longur aftri gramdi seg um. Teir fyrstu 2 km hevði eg ógvuliga høga ferð, rann teir uppá 8 min. so datt eg niður á miðalferðina eg kom at halda restina av túrinum. Eg rann 4:11 í meðal. Tað eri eg sera væl nøgdur við. Og tað føldist ongantíð ov strævi.
Eg kom at liggja saman við einum, sum eg metti hevði sett sær sum mál at koma undir 1:30, so tað var sera hugaligt. Onkuntíð var eg frammanfyri hann, men tá ið vit nærkaðust málinum fór hann frá mær og eg megnaði ikki at fáa hann aftur. Eg gjørdi ein roynd við einum spurti, men til fánýtis.
Annars eitt sera gott 1/2 marathon fyri meg, sum hevur givið mær mót til at melda meg til Tórshavn 1/2 Marathon, sum verður sunnudagin 2. september.
Speak Your Mind