Intervallir í Ánunum

Eg royni at koma aftur í form. Eg havi runnið nakrar túrar saman við bólkinum, sum Vera rennur við. Ferðin hevur onkuntíð verið hægri, men sum støðan hjá mær er í løtuni passar teirra tempo fínt. Havi tó runnið onkrar túrar við hægri ferð, treyðugt … [Continue reading]

Mammudagur

Í dag er 10. mai, tað er sunnudagur, 7. dagurin í vikuni. Í halgu bók stendur at Guð hvíldi henda dag, og soleiðis er tað tíbetur enn nógv sum velja at brúka dagin, sum ein hvíludag. Men sunnudagurin far harða kapping frá vinnilívinum. Í bókini … [Continue reading]

Kom nú í gongd

Seinastu nógvu vikurnar hevur verið ógvuliga lítil venjing. Formurin er tískil har eftir. Í gjár var eg ein hálvlangan rennitúr – 10 km – eg rann runt í býnum, veðrið var av tí fagrasta. Vónandi er vári komi nú. Grækarismessa er so í morgin, tá kemur … [Continue reading]

Dovinskapur ella ótti?

Er tað dovinskapur tá ið tú bara útsetur ætlanir, ella er tað kanska ótti fyri ikki at klára tað tú hevur sett tær fyri. Hetta er spurningur eg í morgin spyrji meg sjálvan. Eg havi so nógvar ætlanir, um bæði eitt og annað, men eg fái bara ikki í … [Continue reading]

Leingist eftir at vári sleppur framat

Nú vit skriva 1. mars vil veturin bara ikki loyva várinum framat. Fyrsti várdagur var 22. februar, og tjøldrini eru longu byrjaði at koma, lítið hugaligt hjá teimum. Hetta eru treytirnar vit liva undir í Føroym, men tíbetur so er tað so ómetaliga … [Continue reading]

Næsta ár verður tað runt

Týsdagin 18. januar 1966, kundi abbi mín hátíðarhalda sín 45 ára føðingardag. Heima hjá honum var hildin stór føðingardagsveitsla, og nógv fólk var møtt at hátíðarhalda dagin saman við honum. Henda sama dag var mamma mín innløgd á Klaksvíkar … [Continue reading]

Set tær mál og gleð teg at náa tey

Gott nýggjár, øll somul. Fyrsti sunnudagur í 2015 er nú farin afturum, og vit hava longu sett hol á viku 2 í hesum nýggja ári, sum eg vænti mær nógv av. Eg havi stórar ætlanir og mál eg havi sett mær fyri. Nú við ársbyrja er ógvuliga passandi at … [Continue reading]

Runt Agnið 2014

Ein av heilt stóru profilunum í føroyskari renning er Absalon Hansen. Absalon eigur enn føroyska met á marathon teininum, og inntil fyri heilt stuttum hevði hann eisini meti á ½ marathon teininum. Hetta eru met, sum hava staðið í mong ár. Í dag … [Continue reading]

Stockholm halvmarathon 2014

Nú er nakað síðani eg skrivaði her á síðuni, og er orsøkin ikki at eg havi gron yvir eitt vánaligt avrik í Stockholm. Vit hava havt nakrar sera hugnaligar dagar í Stockholm saman við góðum treystum fólki. Onkur hevur runnið, meðan onnur bara hava … [Continue reading]

Nú er bert 1 dagur eftir

Í gjár var eitt sindur svikaligt við internetsambandi, tískil bleiv einki skriva í gjár. Eg havi heldur ikki tey neyðugu grafisku amboðini til at gera ein bannara, sum teir eg havi havt á síðuni seinastu dagarnir. Vit fóru frá góðveðrinum í … [Continue reading]