Alzheimersfelagið stuðul frá Granskingarráðnum

Í kvøld frættist í fjølmiðlunum at granskingarráðið hevur játtað Alzheimersfelagnum smáar 400.000 kr. til verkætlanina: “Kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum í Føroyum. Sera gleðiligt og hugaligt at lesa, tí tað er av sera stórum … [Continue reading]

Gott veður og spennandi ætlanir

Seinastu dagarnir hava vit í Føroyum verið vælsignað við ómetaliga góðum veðrið. Í dag var aftur ein sera góður dagur, og í dag var ein Havnartúrur á skránni. Men ávegis til Havnar valdi eg at steðga á eina løtu í Hósvík, og njóta góða veðrið. Koyrdi … [Continue reading]

Á skíð í Alpe d’huez

Hvør minnist ikki til skiðkappingarnar, sum skíðfelagið við Olivur á Norðlýsinum og øðrum skipaðu fyri í Langubrekku. Langubrekka var tá landskend, tað var har allir Klaksvíksingar stóðu á skíð. Hetta var seinast í 70'inum og fyrst í 80'inum, tá ið … [Continue reading]

18 januar – eitt vegamót

Nú januar mánaði er við at pakka saman og má lata tíðarstafettina víðari til februar, havi eg hug at steðga á eitt sindur, og líta aftur á okkurt sum er hent. Ein av afturvendandi hendingunum í januar fyri meg er at eg havi føðingardag, og heilt … [Continue reading]

Nýggjárslyfti vs. at seta mál

Nú eru jólini við at vera av fyri hesa ferð, og um nakrar heilt fáar dagar skulu vit aftur venja okkum við at skriva eitt nýtt árstal, 2016. Allur desember mánaði er at kalla eitt etigildi, har vit fyrireika okkum til stóri matfestina, sum jólini í … [Continue reading]

Nær er man til reiðar?

Nú minni enn 2 vikur eru eftir til Long Beach marathon verður skoti í gongd, má eg viðganga at eg eri rættuliga spentur, og ikki frítt at fjáltur er komin á meg. Seinast eg bjóðaði teimum 42,2 km av var 4. september 2011 til Tórshavn Marathon, men … [Continue reading]

Vit renna í Long Beach um 2 vikur

Nú styttist til stóru avbjóðingina í Amerika tá eg saman við fleiri øðrum føroyingum fara at renna marathon í Long Beach, California. Í dag eru júst 2 vikur til vit standa klár Downtown Long Beach at taka dystin upp við teir 42,2 kilometrarnar. Í … [Continue reading]

Kópablóðið rennur enn í æðrunum

sjúrður skaale heldur røðu

Í dag er mín elskaða kona Vera á Syðradali á Kallsoynni. Hon og yngra dóttir okkara Tórfríð fóru við Sam kl. 14:15, yvir at vitja Marjun, sum saman við manninum Dánjal Kalsø eigur hús á Syðradali. Sam hevur nú í fleiri dagar siglt fullfermdur við … [Continue reading]

Rúsfríur í skjótt 30 ár

Michael Buble streymar úr mínum nýggju studio hátalarum, hansara rødd hevur tað við at rúnarbinda meg, hann er stóru sangari og ikki minni undirhaldari. Eg royni at finna mær íblástur, uttan rættuliga at vita til hvat. Ljóðar sum ein ómøgulig … [Continue reading]

3000m á Tórsbreyt, nøgdur

Nú Jatnatøk ikki bleiv hildi, valdi FÍF at skipa fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Millum kappingarnar var 3000 m, og valdi eg at melda meg til. Hugsaði hetta var góð test hjá mær nú Ólavsøkurenningin stundar til. Eg havi vant eitt sindur meira skipa … [Continue reading]