Nær kemur rennibreytin?

So skuldi tað ganga ein heil vika til eg aftur setti meg við tastaturi at skriva nakrar linjur. At fáa mína skriving at blíva ein dagligan vana er lættari sagt enn gjørt. Nógv er hent hesa seinastu vikuna, eitt er so at tað er ein vika styttri til … [Continue reading]

Ein mánaði uttan ræstan fisk

Tað er hósdagur 5. Oktober, tað merkir at tað er júst ein mánaði til vit renna New York Marathon. Eg venji miðvíst, og venjingin gongur nokkso væl. Men enn havi eg ikki orduliga fingið stýr uppá mín kost. Eg royni at skikka mær væl, men tíverri eri … [Continue reading]

Tiptar æðrar ?

Klokkan er nakrar minuttir í sjey, eri júst vaknaður, havi ikki sovi tað heilt stóra í nátt, kanska er tað tí at eg svav nakrar tímar ígjár seinnapartin. Tað gekk illa at sovna í nátt, lá og vendi og dreygaði mær, klokkan tvey var eg ikki … [Continue reading]

Her eru vinnarnir

Vit hava í kvøld drigið hepnu vinnarnir. Hjartaliga til lukku og hjartans tøkk fyri tykkara stuðul. Vinnarnir hava fingið boð umvegis teldupost. Í kvøld tá ið eg lat aftur fyri møguleikanum at stuðla online var stuðulsupphæddin komin uppá góðar … [Continue reading]

Komin hoym í øllum góðum

Í gjár, leygardagin 20. Mai klokkan hálvgum trý kundu eg og Pól Sundskarð, væl stuðlaðir av einari rúgvu av rennarum, renna inn á øki frammanfyri Smæruna, har sambýlið á Heygum er. Stór mannfjøld var møtt upp at taka í móti okkum, og mitt á økinum … [Continue reading]

So er klárt at fara avstað

Í samband við túrin til Havnar í fjør havi eg sagt frá at um ikki mín góði vinur Pól Sundskarð var við, so ivist eg í um eg var komin heilskapaður til Havnar. Nú tað er um at vera klárt at renna heimaftur til Klaksvíkar havi eg hug at leggja aftur, … [Continue reading]

Stuðla og verð við í lutakasti um skógvar frá Skechers

"Í samband við "meir fyri minnið" túrin hjá tær í ár, vil eg fegin stuðla tær við eitt par av Skechers GO RUN Ultra Road. Teir eru gjørdir til ultra rennarar - also laaangar túrar." Hetta skrivaði Terji Hansen frá Skósøluni við Gøtugjógv tá ið tað … [Continue reading]

Renn við eitt petti

Tað er nú leygardagin kl. 5 vit fara av Vaglinum í Havn við kós norður til Klaksvíkar. Øll eru hjartaliga vælkomin at hekta seg uppá, og renna eitt petti saman við okkum. Ferðin verður ikki høg, so øll kunnu vera við. Her síggja tit eina nøkurlunda … [Continue reading]

1000 km higartil í ár

Markus í Norðnastovu plagar at siga frá fyri hvørja ferð teir hava fingið 100 tons niður í lastina, og gleðir hann seg tá til at njóta ein vælfortjentan ís. Seinast vit frættu frá Markusi og teimum umborð á Gadus, tók Markus skemtiliga til at nú … [Continue reading]

Meir fyri minnið 2017

So fari eg at renna heim aftur til Klaksvík.  Leygarmorgunin 20. mai fara vit av Vaglinum í Havn beina kós norður til Klaksvík og enda stuðulsrenningina á Sambýlinum á Heygum einaferð seinnapartin. Um tú vilt stuðla renningini kanst tú trýsta á … [Continue reading]