Fótbóltur og renning

Í fyrstu summarkappingini, sum var hildin á Norðoyastevnu, megnaði eg at renna 5 km uppá 17:42, tað var eg ómetaliga væl nøgdur við. Hetta gevur eina snittíð uppá 3:32 pr. km. Hetta átti at vera eitt gott útgangsstøði til næstu kapping, sum var á … [Continue reading]

Væl nøgdur við Norðoyastevnurenningina

Leygardagin kl. 11 á norðoyastevnu var 15. Føroya Bjór renningin skotin í gongd. Eg var millum tey mongu sum skuldu royna kreftir við tann 5 km langa teinin. Líkindini at renna vóru fín. Máli hjá mær var at koma undir 18 minuttir, og hetta megnaði … [Continue reading]

Nú nærkast summarkappingarnar

Fyrsta kappingin í Grand Prix er á Norðoyastevnu, man kann siga at summar-kappingarnar byrja við Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu. Eg havi vant ógvuliga miðsvíst í ár, og er formurin hjá mær bara heilt góður. Eg mangli tó rættuliga at fáa ferð … [Continue reading]

FM ½ marathon – sera væl nøgdur

So upprann dagurin eg leingi havi sæð fram til. Væl svøvntur fór eg úr songini kl. 10 í morgun. Eg kókaði mær eina portión av havragreyti, drakk eg eitt stórt glas av vatni aftur við. Kl. 13 át eg mær 2 breyðflísar, eina við banan og eina við … [Continue reading]

Í morgin skal slagi standa

Í morgin verður runnið FM í hálvum marathon. Hetta er kapping eg nú í eina tíð hava fyrireikað meg til. Eri ógvuliga spentur, føli meg at vera í nøkurlunda formi, eri tó ikki í sama formi sum tá ið eg rann mítt besta hálvmarathon í 2004, hartil skal … [Continue reading]

Dagføring umvegis mína Iphone4

Herfyri tók eg niður eina ókeypis WordPress app, sum ger tað møguligt at dagføra mín blog beinleiðis frá mínari deiligu Iphone. Tað er eisini eitt spæl at leggja bæði myndir og videoupptøkur út. Vitja http://ios.wordpress.org/ og fá meira at vita. … [Continue reading]

Gott veður

Seinstu dagarnir hevur veðrið bara verið super. Tað er hugaligt at renna í góðveðrið, til ber at renna í shorts og stuttum ermum. Apríl gjørdist heilt góður, eg rann hvønn dag og eg legði 320 km afturum. Næsta stóra avbjóðingin verður FM 1/2 … [Continue reading]

Flaggdagsrenning 2011

Í dag havi eg verið í Havn til árligu Flaggdagsrenningina, veðrið var bara ok, nakað av vindi men turt. Runnið verður frá Gamla Apoteki út til radioamatørarnir at venda. Hetta strekki verður runnið 2 ferðir. Tað var ein strævin mótvindur tá ið runnið … [Continue reading]