Einaferð var tað eitt heilt ár til vit skuldu renna Tokyo Marathon, og tað tyktist vera lang tíð síðani. Men ikki veit eg, um heilt fáar tímar verður Tokyo Marathon 2019 skoti í gongd.
Tað verður ofta tikið til at tíðin gongur skjótt, ja alt for skjótt. Áðrenn vit varnast so er eitt ár gingið, og ofta so spyrja vit okkum sjálvi hvar bleiv tíðin av. Mín meining á hesum øki er at avbjóðingin hjá okkum øllum er at fylla meiningsfult innihaldi í okkara gerandisdag, og á tann hátt kunna líta aftur á farna tíð og minnast, minnast á ríkar løtur saman við øðrum menniskjum. Afturfyri vil kenslan av at tíðin gongur skjótt følast annarleiðis.
Vit ferðast jú øll gjøgnum lívið, og skal lívið geva meining eiga vit at seta okkum mál, størri og smærri. Hetta gera flest fólk eisini, men kanska einamest ótilvitaði mál.
Nú eg siti her á gistingarhúskamarinum í Tokyo bert fáir tímar áðrenn Tokyo Marathon 2019 verður skoti í gongd, líti eg aftur á farna ári og hugsi um alt arbeiði sum liggur aftanfyri í strembanini at náa einum tilvitaðum máli eg havi sett mær. Í morgin kl. 9:10 skal eg standa royndina, og vónandi smáar 3 tímar seinni kann eg heysta fruktirnar, eydnast tað ikki gerst ikki við.
Eg havi vant miðvist og sum eg fyrr havi sagt so haldi eg at venjingarstøðan er til at røkka mínum máli at renna undir 3 tímar, tað nýtist bara at vera 1 sek undur.
Alla hesa vikuna hava vit øll sum skulu renna dúgliga hugt inn á ymiskar veðurtænastir, og alt tíðir uppá at veðri verður einki serligt. Tað verður boða frá regni og hitin tá ið vit byrja verður einans 5 stig. Føroyskt veður. Vónandi verður tað ikki so galið hóast alt.
Nú klokkan nærkast midnátt her í Tokyo fari eg at siga góða nátt og takki eg fyri øll góðynski og stuðul mær og okkum er veittur.
Hoyrast í morgin.
Speak Your Mind