Nú eru minni enn 2 døgn til eg skal renna 77 km langa teinin av Sambýlinum á Heygnum, har mamma býr til Vaglið í Havn. Eg eri mega spentur, men ikki frítt at eitt sindur av fjáltur er komin á meg. Tað er sanniliga ein langur teinur, eg havi ongantíð áður runnið so langt. Eg havi prøva kreftir við marathon nakrar ferðir, og hevur tað tikið á leið 3 tímar at avgreitt hvørja ferð, men nú skal eg vera í gongd í 8-10 tímar, so tað er nakað heilt annað.
Eg eri sera glaður og takksamur fyri at mín góði vinur Pól Sundskarð kemur at renna saman við mær allan vegin til Havnar. Um nakar so veit hann hvat tað er at renna til Havnar, tí hann hevur ikki minni enn 7 ferðir runnið teinin, 4 ferðir úr Klaksvík til Havnar og 3 ferður úr Havn til Klaksvíkar.
Eg og Pól hava tosa nógv um nær vit skulu byrja at renna, og hava vit verið eitt sindur ymiskir á máli um tað, men eru vorðnir samdur um at best er at fara úr Klaksvík so tíðliga sum gjørligt, fyri ikki at verða so seinir í Havn. So kl. 05.00 byrjar okkara túrur uttan fyri Sambýlið á Heygnum og um alt gongur eftir ætlan so verða vit í Havn umleið kl. 14, neyvan fyrr. Um onkur hevur hug at renna saman við okkum partara av túrinum so hevði tað bara gjørt túrin enn stuttligar. Tempo vit renna er ógvuliga lágt so eingin nýtist at setast aftir.
Tá ið eg setti mær fyri at renna var eitt tað fyrsta eg gjørdi at mála rutina upp, so herundir síggja tit túrin eitt sindur útgreinaðan í kilometrum, tíðirnar eru bara vegleiðandi, og um alt gongur sum æltan.
Kilometrar | Stað | ca. kl. |
Start | Sambýlið á Heygum | 05:00 |
2,5 km | Norðoyatunnilin | 05:18 |
9,7 km | Bygdaskelti Leirvík | 06:09 |
15,9 km | Frákoyring Syðrugøta | 06:53 |
17,7 km | Gøtueið | 07:06 |
19,0 km | Skipaneskrossur | 07:15 |
25,1 km | Skálabotnur – FAST | 07:58 |
30,7 km | Norðskálatunnil | 08:37 |
36,8 km | Brúgvin um Streymin | 09:20 |
39,8 km | Streymnes / Hvalvík | 09:41 |
43,5 km | Áir | 10:07 |
46,4 km | Hósvík | 10:27 |
51,5 km | Kollafjørður, Norðuri í Sundum | 11:03 |
53,8 km | Kollafjørður, Kirkjan | 11:19 |
57,5 km | Kollafjørður, Rundkoyring | 11:45 |
59,3 km | Kollafjarðartunnilin | 11:58 |
63,4 km | Kaldbaksbotnur | 12:27 |
72,4 km | Hoyvík, Rundkoyring | 13:30 |
77,0 km – mál | Vaglið, Tórshavn | 14:03 |
Enn ber til at stuðla, og higartil hevur gingið strúkandi. Um tú vilt stuðla renningini og alzheimerfelagnum so er at trýsta á knøttin herundir ella ovast á síðuni.
Speak Your Mind