Í dag er 10. mai, tað er sunnudagur, 7. dagurin í vikuni. Í halgu bók stendur at Guð hvíldi henda dag, og soleiðis er tað tíbetur enn nógv sum velja at brúka dagin, sum ein hvíludag. Men sunnudagurin far harða kapping frá vinnilívinum.
Í bókini ”Dagar og nøvn í almanakkanum” hjá Axel Tórgarð er 10. mai ikki nevndur. Nærmast við umrøður Axel Krossmessu, sum er 3. mai og hálvárssøku sum er 15. mai. Um hálvárssøku skrivar hann at stórkavi ikki legst eftir hálvárssøku. Tað er um ikki annað gott at vita havandi í huga hvussu vánaligt veðrið hevur verið síðani vit settu hol á 2015.
Nå, nú mundi eg gloymt hví eg byrjaði at skriva hetta innleggi 🙂 – Seinnu árini eru fleiri nýggir merkisdagar vorðir vanligir her í Føroyum, ein av hesum døgum er mammudagur og í dag er mammudagur.
Eg havi kannað eitt sindur. Tankin upprunaliga við mammudegnum er at heiðra tann persónin, sum hevur gjørt meira fyri teg enn nakar annar í heiminum. Mammudagurin var hildin fyrstu í 1908, tá Anna Jarvis helt hann til minnist um mammu sína. Í 1914 var avgjørt at annar sunndagur í mai skuldi verið tjóðar frídagur fyri at heiðra mammur. Hetta gongur also fyri seg í USA.
Tað var tó skikkiliga skjótt at handilslívi gjørdi sær dælt av hesum degi, og soleiðis kenna vit eisini henda dag í Føroyum. Í Føroym er mammudagurin ikki so gamal.
Alt gott um at handilslívi roynir at forvinna sær pening, eg haldi tó at tú skal so ofta tú kanst vitja mammu tína ella ringja til hana, og vísa henni hvussu nógv tú elskar hana, tí eg ivist onga løtu í at mamma tín elskar teg. Mammudagin kanst tú so brúka til at minna teg aftur á farna árið, og hugsa yvir hvussu raskur ella røsk tú hevur verið at vitja mammu tína. La go um tú so keypir eina gávu, so er tað sjálvandi eisini í lagi 🙂
Tú veitst ikki hvussu leingi tú hevur tína mammu.
Mamma mín hevur alzheimers, og mamma Veru bleiv rykt vekk, púra óvart, 20. apríl 2014 av einum hjartatilburði, bert 70 ára gomul.
Góðan mammudag til allar mammur, tit eru nakað serligt 🙂
Speak Your Mind