Í gjár, leygardagin 20. Mai klokkan hálvgum trý kundu eg og Pól Sundskarð, væl stuðlaðir av einari rúgvu av rennarum, renna inn á øki frammanfyri Smæruna, har sambýlið á Heygum er. Stór mannfjøld var møtt upp at taka í móti okkum, og mitt á økinum sat mamma uppsnolla klár at taka í móti okkum. Ein rørandi løtu, sum eg vónandi ongantíð fari at gloyma.
Alt byrjaði í fjør tá ið eg setti mær fyri at renna til Havnar fyri at skaffa pening til Alzheimerfelagið. Tiltakið í fjør eydnaðist avbera væl, ein fantastiskur túrur. Satt at siga stúrdi eg eitt sindur fyri at renna teinin, men við hjálp frá Pól Sundskarð, kundi eg renna inn á Vagli í Havn til eina fantastiska móttøku. Seinasta ár komu inn heilar 143.000,00 krónur.
Men eg fekk tó fleiri viðmerkingar um hví eg endiliga skuldi renna til Havnar.
Í ár havi eg so valt at enda túrin við at renna hoym aftur til Klaksvíkar. Og túrurin í ár hevur ikki verið minni fantastiskur. Í ár var eg ikki so nógv merktur av stúran um eg fór at klára túrin, tí eg nú visti hvat eg fór í holtur við, heldur var tað spenningurin um hvussu tiltakið í ár fór at eydnast.
Um eg skal lýsa túrin við einum orði so er tað FANTASTISKT. Túrurin byrjaði við at eg og Pól vórður leiddir út úr Havnini av borgarstjóranum Anniku Olsen, og í Klaksvík tá ið vit komu út úr Norðoyartunnlinum stóð stór mannfjøld við okkara egna borgarstjóra Jógvan Skorheim á odda, sum leiddu okkum trygt gjøgnum býin norður til Sambýlið á Heygum, har mamma so vøkur tók í móti mær. Eg haldi mamma nýtti løtuna í gjár. Hon strálaði.
Eg eri so glaður fyri at kunna hava verið við til at gera mun. Eg eri av hjarta so takksamur fyri allan stuðul eg havi fingið í hesum tiltakið. Takk til tykkum øll. Tit vita.
Nú eg skrivi hesar linjur er stuðulin komin uppá kr. 133.000,00 og tað er einki minni enn fantastiskt. Eg havi fingið áheitanir frá fleiri fyritøkum um at hava stuðulsmøguleikan opnað til í morgin, og tað haldi eg sjálvandi eg fari at gera.
So eg haldi eisini eg velji at bíða við at trekkja lut um vinningarnar til tá. Møguleiki er at vinna eitt par av Skechers eftir egnum ynski frá Skósøluni við Gøtugjógv og 2 ferðir 1 stk. BE koyrikort frá Koyriskúlanum hjá Hans J. Hermansen.
Speak Your Mind