Intervallir í Ánunum


Eg royni at koma aftur í form. Eg havi runnið nakrar túrar saman við bólkinum, sum Vera rennur við. Ferðin hevur onkuntíð verið hægri, men sum støðan hjá mær er í løtuni passar teirra tempo fínt. Havi tó runnið onkrar túrar við hægri ferð, treyðugt so.

Í dag hevði eg sett mær fyri at renna intervallir. 4 ferðir 1 km. Intetvallir renni eg sum oftast í Änunum ella á bandi. Veðrið var perfekt í dag. Klokkan 17:30 aftaná at hava sett eplini útá varð kósin sett norður í Ánirnar.

Eg byrjaði sum altíð við 3 km upphiting, við 3 rykkum á 300 m í seinnu helvt. Aftaná stuttan steðg  við eitt sindur at strekkvenjingum var klárt at fara í holtur við intervallir.

Máli var at halda 4 min pr. km. Hetta var kanska for høgt mál at seta. 1. km gekk væl, við 500m segði uri 1:55, eg kann gott merkja at tað er langt síðani eg havi runnið so skjótt. 1. km avgreiddur við 3:52. Sera gott, faktiskt ov skjótt, 8 sek er nógv pr. km.

Eftirsum eg byrjaði á Buchwald so var eg nú komin norður til Jehova John, so nú skuldi rennast suðureftir, og nú fór eg at fáa loti í móti mær, hóast lítið lot so kann tað saktans merkjast tá ið tú rennir, og tað ger mun. Eg legði hart út, fyri at kunna halda 4 tempo. Tá ið avtornaði megnaði eg at renna ímóti lotinum 3:50, alt, alt í verðini ov skjótt fyri meg í verandi støðu. Og skuldi tað eisini vísa seg seinni.

Eg joggaði 300m, og gekk aftur til start og setti í gongd við 3. intervalli, nú byrjaði eg at merkja okkurt í høgra læri framman, eg mátti seta ferðina niður. 3. km endaði á 4:01. Um eg hevði runnið hini bæði fyrru uppá 4 min sum av tala so hevði hetta nokk ikki hent.

Eg føldi nú at okkurt var í umbúna, sum saktans kundi blivi til meira. Skuldi eg bara steðga, ella skuldi eg trossa síðsta intervalli í gjøgnum. Eg sigi altíð við onnur sum renna at steðga beinanvegin, um tey merkja okkurt óvanligt. Nú standi eg sjálvur í slíkari støðu. Eg taki avgerð um at prøva, hugsi tað gongur um eg haldi meg til tempo 4. Tað er hóast alt munur á 4 og 3:50. Eg leggi avstað og tað tykist ganga gott fyrstu 200m, men so merki eg at læri mótmælir altsamt meira, við 400m má eg seta ferðina niður. Eg joggi síðsta strekki, og avgreiði 4. intervall við 4:46.

Tað, sum hendi hjá mær í dag var bert ein ávaring frá kroppinum um, at eg slettist ikki eri tilreiðar at renna so skjótt sum eg prøvaði uppá ídag. Høvdi vildi, men kroppurin vildi ikki.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.