Nakrar hugleiðingar nú 2016 er um at renna út.
Tíðin gongur so skjótt verður ofta tikið til, og víðari verður sagt at jú eldri tú verður so tikist tíðin at ganga enn skjótari. Nei tíðin gongur hvørki skjótari ella seinni, enn hon altíð hevur gjørt. Men hví so henda kenslan av at tíðin gongur so skjótt, okkurt má vera i hesum.
Vit minnast øll til hvussu tað var tá ið vit vóru børn, tíðin gekk bara so seint, alt tøktist at ganga leingi. Vit kenna øll spurningin frá okkara børnum: Mamma nær verður tað liðugt?
Sum barn og unglingi er so ómetaliga nógv nýtt fyri framman, og alt nýtt er spennandi, tað vita vit, og at bíða eftir hesum er altíð leingi. Men eldri vit blíva so er minni og minni nýtt fyri framman, alt er vorði kent fyri okkum, og tískil er spenningurin ikki tann sami.
Men tíbetur ber til at gera nakað við hetta. Gev tínum gerandisdegi innihald, legg tær nakrar ætlanir tú ætlar at útinna í 2017, fá spenning í tín gerandisdag, og gleð teg til at útføra tínar ætlanir. Tá ið so árið syngur sítt síðsta ørindi, kunnu tit gleðast yvir og njóta útint verk.
Árið 2016 hevur fyri okkara familju verið sera hendingaríkt. Eg og Vera eru bæði fødd í 1966, og mín sann um vit ikki eisini vórðu vígd í 1991. Tey 125 árini hátíðarhildu vit saman við okkara allarbestu í bygdarhúsinum í Lorvík 20. August. Stóra takk til tykkum øll, sum gjørdu okkum dagin ógloymandi.
Onnur stórhending, sum flestu foreldur einaferð skulu uppliva fyrstu ferð, er tá ið børnini velja at royna seg á egnum veingjum. Bert fáa dagar aftaná væleydnaða veitslu gekk leiðin til Danmarkar saman við Sólrun okkara eldur dóttir. Hon lesur nú í Aalborg. Eg sigi bara, gott vit hava Skype.
Enn hava vit yngra gullklumpin heima, men um nøkur fáa ár so er hon eisini klár at fara egnar vegir.
Tá ið børnini byrja at fara egnar leiðir, áminnir tað okkum um at vit bert eiga okkara børn í eina avmarkaða tíð. Okkara fremsta uppgáva er at fyrireika tey til lívsins komandi avbjóðingar, og øll vóna vit sjálvandi at teimum skal eydnast væl.
Nú árið 2016 er um at renna út, vil eg bert siga til okkum øll, sum halda at tíðin gongur ov skjótt, fylli gerandisdagin við spennandi avbjóðingum og gleði tykkum at útinna tær. Verið saman við familju, vinum, njóti tykkara børn. Gleðist og flenni nógv. Charlie Chaplin segði á sinni “A day without laughter is a day wasted”, akkurát hendan setningin veit eg Sólrun elskar.
Okkara 2016 hevur verið gott og hendingaríkt, og vónandi verður 2017 líka gott. Eg vil ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi 2017.
Speak Your Mind