Seinast eg skrivaði her var jólaaftan fyri júst einum árið síðan, havi havt ætlanir um at skriva regluliga, men tað vísir seg at vera lættari sagt enn gjørt. Men eg fari nú at geva mær eina avbjóðing um at skriva regluliga, og hugsi eg serliga um at skriva um hvussu tað gongur við fyrireikingunum til Tokyo Marathon 3 . mars 2019.
Vit eru 7 pør, sum síðst í februar skulu ferðast longu leiðina til Tokyo fyri at luttaka í marathon sunnudagin 3. mars. Nú vit skriva 24. desember 2018 eru 69 dagar til vit renna í gøtunum í Tokyo, also minni enn 10 vikur.
Eg legði bragdliga út við venjingini í oktober, rann heilar 350 km, og hevði tað eisini sín prís við at eg fekk skinnabeinsbruna. Eg má hava gloymt at 52 er ikki tað sama sum 25. Hetta merkti at eg mátti halda frí í heila viku í november, og annars seta mongdina niður. Í novermber rann eg tí bert 196 km. Nú 2018 syngur síðast vers eri eg so dánt komin aftur á slóðina, og í seinastu viku fekk eg lagt 76 km afturum við einum 25 km langum túri í gjár. Um alt gongur sum ælta so vænti eg at klára 250 km í desember.
Dagurin í dag byrjaði við at renna hugnaligu árligu kirkjurenningina saman við Treysti. Klokkan 9 møttu 60-70 treyst fólk í badmintonhøllini, fyri síðani at verða koyrd av Askham bussum norður til Kunoyar. Eftir at hava tikið i hurðini í Kunoyar Kirkju gekk leiðin teir 11,6 km inn til Klaksvíkar har tikið var í hurðina á Christianskirkjuni. Treysti bjóðaði so til morgunmat í bakarínum Amarant. Hugaligt at byrja dagin við rennitúri, tað er sum samvitskan er betur at seta seg til borðs at eta jóladunnuna og alt tað góða sum til har hoyrir.
Jól er høgtíðin yvir øllum høgtiðum, og jólaaftan hátíðarhalda vit at Jesus barni var borið í heim, lítla fitta Jesus barni, sum ikki var pláss fyri í tilhaldshúsinum.
Eg vil hervið ynskja øllum mínum vinum og kenningum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Vónandi verðir meira at frætta frá mær í nýggja árinum.
Speak Your Mind