Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Eystanstevna 2011

Written by:
admin
Published on:
June 19, 2011
Thoughts:
No comments yet

Vikuskifti aftaná Norðoyastevnu var Eystanstevna, og vanliga so var runnið leygardag á Eystanstevnu. Rutan í Runavík er sera góð og vanliga ógvuliga skjótt. Men síðani stevnan var flutt niðan á høvuðsvegin í Runavík er renningin flutt til fyrst í vikuni eftir stevnuna, so nakar veruligur stevnudámur er ikki rundan um renningina.

Í ár var kappingin hildin týskvøldi kl. 18:30. Veðrið var super, eitt lítið lot ímóti tá ið runnið varð á kaiini, so útlit vóru til góðar tíðir. Eg var millum tey sum startaðu, og ætlaði eg mær at gera mítt ítarsta, væl vitandi at mítt áður so góða útgangsstøði nú var eitt sindur skinklut. Eg tók mær 2 panodil fyri at linna pínuna í bringuni 1 tíma áðrenn start.

Til várkappingina síðst í mars, sum er júst sama ruta, megnaði eg at fáa 36:09, men við teirri støðu eg var í nú var ikki hugsningur um at hava tað sum mál, men eina tíð undir 37 min. setti eg mær sum mál.

Eg legði varliga út, og hevði eg 18:30 á 5 km, og hugsaði at eg nokk skuldi klára undir 37, men tá ið eg kom um málstrikuna vísti klokkan 37:03, sum gevur eina snittið uppá 3:42 pr. km. 10 sek verri enn á Norðoyastevnu.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Kappingar

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...