Á skíð í Alpe d’huez

picblancHvør minnist ikki til skiðkappingarnar, sum skíðfelagið við Olivur á Norðlýsinum og øðrum skipaðu fyri í Langubrekku. Langubrekka var tá landskend, tað var har allir Klaksvíksingar stóðu á skíð. Hetta var seinast í 70’inum og fyrst í 80’inum, tá ið tað meira enn so kom fyri at kavin lá í dagavís. Seinnu árini hevur roynst illa við liggjandi góðum kavaveðrið, tó so í ár hevur verið av tí frægasta, men nú er so eingin Langubrekka, hon mátti víkja fyri nýggjari útstykking Niðan Horn.

Tað eg minnist til at standa á skíð í Langubrekku, so var tað ikki so nógv ein spurningur um stíl, heldur ráddi tað um at koma oman í ein fart, og umráðandi var at duga at bremsa, tí annars var vandi fyri at tú rendi inn í húsini hjá Olivur og Elsu. Eg minnist til nógvar stuttligar løtur í Langubrekku sum stórur smádrongur.

Ein túrur suðureftir í heitari lond er so avgjørt góður,  og serliga á vetrartíð, men enn betur er at leita sær í alpurnar at standa á skíð. Í 1996 fór eg á fyrsta sinnið, saman við føroyskum ferðalagi, í fronsku alpurnar at standa á skíð, og skuldi hetta verða byrjanin til ein afturvendandi tátt. Eg havi so at siga á hvørjum ári síðani verið í alpunum í januar ella feburar mánaða. Umframt í Fraklandi so havi eg vitja Eysturríki, Sveits og Italia.

Seinasta ár datt tíverri ímillum so longsulin at sleppa í alpurnar og njóta kavaklæddu víddirnar var stórur. Vit høvdu melda okkum til ein av túrunum hjá Tur.fo, men tíverri so valdi teir at avlýsa, so nú vóru góð ráð dýr. Tíbetur so fekk eg í síðstu løti høvi at hekta meg á annað minni ferðalag, bert kallar, so familjan mátti víkja hesaferð.

So 5. februar gekk leiðin til Alpe d’huez, saman við 7 øðrum spentum stórum smádreingjum. Alpe d’huez havi eg vitja fyrr, men tað eru út við 20 ár síðani, so eg minnist ikki so nógv frá tí túrinum, annað enn høga fjalli Pic Blanc, sum er 3330 m høgt. Tað er eitt must at leggja tað undir skíðirnar. Eisini verður sagt um Alpe d’huez, um sólin ikki skínur í Alpe d’huez so er nátt. Alpe d’huez hevur eisini heimsins longsta svarta bana, hann er heilar 16 km langur, hann byrja júst uppi á Pic Blanc á 3330 m hædd.

Hvat í viðvíkur sólini, ja so má eg siga at tað fyri tað mesta var nátt. Vit fingu ein sóldag, og tá ið vit reistu heim var sól. Pic Blanc fingu vit roynt, tað prógvar myndin í hvørt fall, men ikki ein serliga spennandi túrur, tí meðan vit vóru á veg niðan í lyftini køvdi hann av við kavaroki, so vit mátti klóra okkum oman, vit sóu illa nokk hvønn annan. Vit vóru 3, sum tóka hesa avbjóðing. Heldur enn at royna tiltikina tunnilin, so máttu vit taka langa svarta banan, tí tunnilin var stongdur.

Hóast keðiligt veður so var hetta ein frálík skíðferia. Hetta er fyrstu ferð eg havi staði á skíð hvønn dag, eisini seinasta dag. Eftirsum vit ikki skuldu koyra fyrr enn kl. 17, so bar tað til. Næsta ár so má tað blíva ein familju túrur. Livst so spyrst.

 

 

Kópablóðið rennur enn í æðrunum

sjúrður skaale heldur røðuÍ dag er mín elskaða kona Vera á Syðradali á Kallsoynni. Hon og yngra dóttir okkara Tórfríð fóru við Sam kl. 14:15, yvir at vitja Marjun, sum saman við manninum Dánjal Kalsø eigur hús á Syðradali.

Sam hevur nú í fleiri dagar siglt fullfermdur við bæði fólki og bilum. Orsøkin er Kópakonudagurin, sum var í gjár. Tað kann ikki annað sigast enn at kópakonan, sum bleiv reist nú fyri gott einum ári síðan hevur verið ein sonn sólskinssøga, sum hevur sett Kallsoynna og Føroyar alt á verðinskorti enn einaferð.

Í gjár var sum sagt kópakonudagur, ein hátíðardagur fyri alla oynna. Hóast Kopakonan stendur so vøkur í Mikladali, so er hon sanniliga ímyndin av Kallsoynni, og nú vónandi eisini eitt sindur ímyndin av Føroyum og føroyingum.

Eg var tíverri ikki til dagin í gjár, og má eg eisini eitt sindur lotur viðganga eg enn ikki havi sæð meistaraverki live, so tað eigi eg á.

Eg læs røðina, sum Sjúrður Skaale helt í samband við dagin. Ein røða sum eg vil viðmæla øllum at lesa. Norðlýsið skrivar at láturin og lógvabreistirnir mundu ongan enda fingið. Les røðuna og tú kanska fært eitt petti av somu kenslu. Tað gjørdi eg í hvussu er.

Her er leinkja til røðuna sum stendur at lesa á Norðlýsinum: http://www.nordlysid.fo/kopablodid+rennur+enn+i+aedrunum.html

Rúsfríur í skjótt 30 ár

IMG_9575Michael Buble streymar úr mínum nýggju studio hátalarum, hansara rødd hevur tað við at rúnarbinda meg, hann er stóru sangari og ikki minni undirhaldari.

Eg royni at finna mær íblástur, uttan rættuliga at vita til hvat. Ljóðar sum ein ómøgulig støða. Men tað eru løtur sum júst hesar, sum skulu til við hvørt.

Fyri tveimum vikum síðani vóru eg og Jórun í Ísland i saman við babba. Eg hevði Tórfrið við og Jórun hevði dóttir sína Mikalu við. Ein mini vikuskiftisferia.

Babba vildi so gjarna vitja aftur á staði har hann byrjaði sítt nýggja lív, nú fyri skjótt 30 árum síðani.

Í januar 1986 valdi babba at taka av møguleikanum at fara til avvenjingar fyri rúsdrekka misnýtslu. Hann fór í viðgerð á viðgerðarheiminum Vón í Reykjavík, sum tá lá í Bárugøtu 11. Aftaná 5 vikur í viðgerð, kom mamma til Íslands og tey byrja teirra nýggja lív saman.
Babba sigur sjálvur hann ongantíð hevur tosta eftir brennivíni síðani. Í januar komandi ár eru tað 30 ár síðani hansara nýggja lív byrjaði.

Tað var sera stuttligt hjá babba at síggja staði aftur, sum í dag er eitt nýmótans gistingarhús, og kallast Hotel Hilda. Gentan sum bjóðaði okkum vælkomin inn at síggja húsi, var frá Portugal, sera fyrikomandi ung kvinna. Vit greiddu henni frá hví vit ynsktu at vitja hetta húsi. Hon kendi einki til at staði einaferð hevði virkað sum viðgerðarheim fyri rúsdrekka misnýtarar. Tá ið vit søgdu henni at hetta var í 1986, sigur hon smílandi, at tá var hon ikki fødd, so tað var kanska ikki so løgi.
Vit takkaða fyri hennara vælvild, og lovaðu hálvavegna at næstu ferð vit vitjaðu Reykjavík so var tað á Hotel Hilda vit skuldu gista. Ja, hví ikki.

Babba var ein av teimum seinastu, sum var í Íslandi í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Í 1986 var viðgerðarheimi Heilbrigdi sett á stovn, og nú var nemmari og bíligari hjá fleiri føroyingum at fáa viðgerð fyri rúsdrekka misnýtslu.

Nú nærkast midnátt, og Buble syngir nú Hold On, ein sera vakur sangur, sum veruliga rørir mínar hjartastreingir, ikki frítt hann minnur meg á mammu og babba og teirra nýggja lív.

Góða nátt.

IMG_9580

Mammudagur

Í dag er 10. mai, tað er sunnudagur, 7. dagurin í vikuni. Í halgu bók stendur at Guð hvíldi henda dag, og soleiðis er tað tíbetur enn nógv sum velja at brúka dagin, sum ein hvíludag. Men sunnudagurin far harða kapping frá vinnilívinum.

Í bókini ”Dagar og nøvn í almanakkanum” hjá Axel Tórgarð er 10. mai ikki nevndur. Nærmast við umrøður Axel Krossmessu, sum er 3. mai og hálvárssøku sum er 15. mai. Um hálvárssøku skrivar hann at stórkavi ikki legst eftir hálvárssøku. Tað er um ikki annað gott at vita havandi í huga hvussu vánaligt veðrið hevur verið síðani vit settu hol á 2015.

Nå, nú mundi eg gloymt hví eg byrjaði at skriva hetta innleggi 🙂 – Seinnu árini eru fleiri nýggir merkisdagar vorðir vanligir her í Føroyum, ein av hesum døgum er mammudagur og í dag er mammudagur.

Eg havi kannað eitt sindur. Tankin upprunaliga við mammudegnum er at heiðra tann persónin, sum hevur gjørt meira fyri teg enn nakar annar í heiminum. Mammudagurin var hildin fyrstu í 1908, tá Anna Jarvis helt hann til minnist um mammu sína. Í 1914 var avgjørt at annar sunndagur í mai skuldi verið tjóðar frídagur fyri at heiðra mammur. Hetta gongur also fyri seg í USA.

Tað var tó skikkiliga skjótt at handilslívi gjørdi sær dælt av hesum degi, og soleiðis kenna vit eisini henda dag í Føroyum. Í Føroym er mammudagurin ikki so gamal.

Alt gott um at handilslívi roynir at forvinna sær pening, eg haldi tó at tú skal so ofta tú kanst vitja mammu tína ella ringja til hana, og vísa henni hvussu nógv tú elskar hana, tí eg ivist onga løtu í at mamma tín elskar teg. Mammudagin kanst tú so brúka til at minna teg aftur á farna árið, og hugsa yvir hvussu raskur ella røsk tú hevur verið at vitja mammu tína. La go um tú so keypir eina gávu, so er tað sjálvandi eisini í lagi 🙂

Tú veitst ikki hvussu leingi tú hevur tína mammu.

Mamma mín hevur alzheimers, og mamma Veru bleiv rykt vekk, púra óvart, 20. apríl 2014 av einum hjartatilburði, bert 70 ára gomul.

Góðan mammudag til allar mammur, tit eru nakað serligt 🙂

Dovinskapur ella ótti?

Er tað dovinskapur tá ið tú bara útsetur ætlanir, ella er tað kanska ótti fyri ikki at klára tað tú hevur sett tær fyri. Hetta er spurningur eg í morgin spyrji meg sjálvan.

Eg havi so nógvar ætlanir, um bæði eitt og annað, men eg fái bara ikki í lag at koma í gongd. Kanska havi eg ov nógvar æltanir soleiðis, at tað sýnist ov møtumikið, og tískil verður bara einki gjørt.

Eitt er so vist, og er tað nokk galdandi í flest øllum lívsins viðurskiftum, tað er at gera ein tíðarætlan fyri sínar ætlanir. Alt gott um at seta sær høg mál, meira umráðandi er at siga nær tey skulu vera nádd og gera sær eina neyva tíðarætlan, og so halda seg til hana. At byrja við er nokk best ikki at hugsa ov nógv um máli sjálvt, heldur leggja orkuna í at náa málinum, njóta søta gleði yvir náddar smásigrar á vegnum, og so heysta stóru gleðina tá ið máli er nátt.

So tað ræður um at deila tínar ætlanir/mál í smærri bitar, og so bara um at koma í gongd. Tolin trívst.

Eg gleði meg so í hvørtfall at fáa Veru heima aftur seinnapartin eftir 2 vikur í Aalborg saman við pápa sínum, sum fær viðger fyri krabba.

Ynski tykkum øllum eina góða viku, og minnist til at spreiða gleði.

Næsta ár verður tað runt

abbi og egTýsdagin 18. januar 1966, kundi abbi mín hátíðarhalda sín 45 ára føðingardag. Heima hjá honum var hildin stór føðingardagsveitsla, og nógv fólk var møtt at hátíðarhalda dagin saman við honum. Henda sama dag var mamma mín innløgd á Klaksvíkar Sjúkarhús. Hon var við barn, og komin á tíð. Spenningurin var øgiligur, út á kvøldi komu boð av sjúkrahúsinum at hon hevði átt ein son. Babba, sum sjálvandi var staddur í føðingardegi hjá verfaðir sínum, tók eitt blómutyssi abbi hevði fingið, og skundaði sær út á sjúkrahúsið at skoða sín nýfødda son.

Soleiðis kom eg til verðina fyri 49 árum síðani á sjálvum 45 ára føðingardegnum hjá abba mínum. Abbi mín gjørdist gamal maður, og upplivdu vit báðir at halda ávikavist 45 og 90 ára føðingardag saman  í Skálanum fyri 4 árum síðani. Tað var ein sera góður dagur, sum eg veit abbi mín var sera glaður fyri. Hann var sera spentur at sleppa at halda runda føðingardag, og bjóðaði hann øllum at vera vælkomin í Skálan. Nógv nýttu høvi at heilsa honum hendan dagin. Skálin var fullsettur. Serliga glaður var hann fyri heilsuna frá KÍ, sum eg veit hann elskaði so ómetaliga nógv.

Nógv tey seinastu árini hevur abbi drigist við ringa lungnasjúku, men hann hevur tó verið heimabúgvandi inntil fyri góðum ári síðani, tá hann stoltur, sum ein av teimum fyrstu kundi búseta seg á nýggja stásiliga heiminum á Vánni. Honum dámdi væl á Vánni, hann fall skjótt til har, men tíverri so versnaði hansara lungnasjúka, og aftaná stutta sjúkralegu andaðist abbi 19. mai 2014 93 ára gamal.

Góði Jonhard abbi tú hevur verið ein góður abbi, løturnar vit báðir hava havt saman koma altíð at ríka mítt lív, eins og tann vísdóm tú hevur sátt niður í meg, vil eg goyma og geva víðari til míni medmenniskju.

Set tær mál og gleð teg at náa tey

Gott nýggjár, øll somul.

Fyrsti sunnudagur í 2015 er nú farin afturum, og vit hava longu sett hol á viku 2 í hesum nýggja ári, sum eg vænti mær nógv av. Eg havi stórar ætlanir og mál eg havi sett mær fyri.

Nú við ársbyrja er ógvuliga passandi at hugaleiða (reflektera) og minnast aftur á tað, sum er hent í farna árið. Ígjøgnum eitt ár, 12 mánaðir, 52 vikur, 365 dagar, hendir ein rúgva, men geva vit okkum nóg nógv far um hvat hendir?

Eg haldi vit menniskju fyri tað mesta bara drøna avstað, og líta slettis ikki afturum bak, og hevur hetta ofta við sær at vit spyrja spurningin hvar bleiv tíðin av. Júst tá ið vit seta hol á eitt nýtt ár er hesin spurningur háaktuellur.

Eg haldi at vit eiga nógv oftari at steðga á, og hugleiða yvir tað sum fari er. Ikki bara einaferð um ári. Set orð á, enn betur síggj myndir og tosa við onnur um farna tíð. Soleiðis kanst tú betur minnast hvat tú hevur brúkt tína tíð til.

Um tú við ársenda ikki minnist til tað farna, so er spurningurin upplagur: hvar bleiv tíðin av.

Eins og tað er gott at hugleiða (reflektera) so er tað ikki minni gott og hugaligt at royna at síggja frammeftir. Vit minnast jú tá ið vit vóru børn hvussu vit gleddu okkum til okkurt í framtíðini, og tíðin gekk bara so seint. Tað er akkurat, sum nú vit eru vorðin vaksin, at tað er ikki lov at gleða seg, ella er tað tí vit ikki duga at gleða okkum.

Míni ráð til tín eru nú við ársbyrjan at seta tær mál og gleð teg til at náa hesi mál. Minnst til at gera málini uppnáðilig, ikki ov høg. Einki er sum at gleða seg til okkurt.

Lat vera við at fáa tær eitt nýggjárslyfti. Lyfti verða sum regul brotin, og so verður tú bara skuffað/ur. Mál harafturímoti er nakað tú strembar fram í móti, og kanst gleða teg til.

Gleðist saman við øðrum, so verður gleðin enn størri.

IMG_8551.JPG

350 orð um dagin

So er Norðoyastevnan farin afturum bak. Norðoyastevnan er ársins fyrsta summarstevna, tá ið summarstevnurnar byrja er tað summar, og stevnur eru at kalla hvørt vikuskifti fram til Ólavsøku, tá ið flestu føroyingar leggja sæt leiðina til Havnar at hátíðarhalda okkara tjóðarhátíð, sum Ólavsøkan er.

Eg havi ikki skrivað nógv seinastu tiðina. Fyri tíð síðani setti eg mær fyri at eg hvønn morgun skuldi skriva minst 350 orð, hetta bert fyri at forbetra míni evni til at skriva. Hetta megnaði eg í nakrar vikur.

350 orð ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tað er ikki so lætt sum man heldur. Tað er ikki altíð tað er nakað at skriva um, men aðrar tíðir gekk tað sum smurt at fáa 350 orð, onkran morgun, kundi tað enntá blíva fleiri enn 1000 orð. Eg skrivaði um morgunin, áðrenn restina av húsinum fekk eygu.

Fyri at fáa tíð til at skriva valdi eg at broyta mína dagsrytmu til at fara hálvan tíma fyrr upp, so eg hevði 30 minuttir til at skriva í. Tað eg skrivaði um var sum oftast tað sum hendi dagin fyri, ein slags dagbók. Eisini hugleiddi eg eitt sindur um ymist, sum kom mær til hugs, sum kanska kundi verið áhugavert at minst afturá. Tá ið eg byrjaði at skriva setti eg  niðurteljing á mínar Iphone at telja niður frá 30 minuttum. Eg skrivaði ongantíð longur enn 30 minuttir, sum oftast styttri, tí eg ofta var ov seinur upp, ella tí eg var nøgdur við 350 orð.

Eg fari nú aftur at gera eina roynd at fáa gongd á skrivingina, og ætli eg mær at endurgeva okkurt her á síðuni. Avbjóðingin verður at gera tað til lesna lesarin tímir at lesa.

Vit eru nøkur sum hava melda okkum til at renna hálv marathon í Stockholm í septembur mánaða, í tí sambandi kundi eg hugsa mær at sagt eitt sindur frá hvussu tað gongur við fyrireikingunum hjá okkum, og annars onnur mál sum kunnu hava almennan áhuga.

Renning og tað at liva eitt sunt lív, fyllir nógv í mínum gerandisdegi, so uttan iva verður tað eitt av høvuðsevnunum eg komi at skriva um her á síðini, og vónandi kann okkurt at tí vera til uppmuntring hjá øðrum.

Hendan greinin er 367 orð og 2015 bókstavir, og eg havi skriva í meira enn hálvan tíma nú.