Fótbóltur og renning

Í fyrstu summarkappingini, sum var hildin á Norðoyastevnu, megnaði eg at renna 5 km uppá 17:42, tað var eg ómetaliga væl nøgdur við. Hetta gevur eina snittíð uppá 3:32 pr. km. Hetta átti at vera eitt gott útgangsstøði til næstu kapping, sum var á Eystanstevnu, góða viku seinni.

Men so ger man ein ordans brølara. Fótbólt havi eg ikki norti í 8 ár, men sunnudagin á Norðoyastevnu játtaði eg meg til at luttaka í oldboys dysti, har 1. deildarliðini hjá KÍ og HB, sum spældu í 80’inum aftur skuldu dystast. Eg var neyvan biðin við av teirri orsøka at eg var fastur maður á 1. deild hjá KÍ í 80’inum. Dystirnir eg havi spælt á 1. deild kunnu teljast á aðrari hondini. Mín venjingarstøða hevur nokk givið mær atgongd til henda dyst, eg skal tó viðganga at eg var ikki frítt smigraður at Oddbjørn skuldi ringja til mín, so eg játtaði meg at spæla.

Eg spældi samfullar 90 minuttir, tá ið einir 70 minuttir vóru leiktir hendi tað, sum ikki skuldi henda, eg renni saman við Óla Samró og fái hansara knæ í bringuna og eg smelli niður, missi luftina eina løtu, og eg fekk ógvuliga ilt. Eg manni meg tó uppaftur og spældi restina av dystinum við nógvari pínu.

Eftir loknan dyst kundi eg staðfesta eitt tap uppá 1-4, vøddar eg ikki dagliga brúki vóru í lasum og 2 kroyst rivjabein. Eftir dystin vóru vit bodnir til smyrjibreyð á loftinum hjá KÍ. Tað var sera hugnaligt. Menn kappaðust at fortelja stuttliga søgur.

Vikan aftaná Norðoyastevnum var ein reinur torturur at koma ígjøgnum. Mánadagin og týsdagin rann eg bert 3 km og hetta gjørdi eg á bandinum. Eg var so eymur í lærmusklum og lyskuni so tað føldist nærum líka sum eftir eitt marathon. Pínan í bringuni tók bara til teir fyrstu dagarnir.

Hesa vikuna rann eg bert 52 km. So mítt frálíka útgangsstøði aftaná renningina á Norðoyastevnu, var nú heilt eitt annað nú Eystanstevna stóð fyri durum og 10 km skuldi rennast. Eg ivaðist um eg kom at vera klárur, eg meldaði meg ikki til fyrr enn í síðstu løtu.

Nú nærkast summarkappingarnar

Fyrsta kappingin í Grand Prix er á Norðoyastevnu, man kann siga at summar-kappingarnar byrja við Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu. Eg havi vant ógvuliga miðsvíst í ár, og er formurin hjá mær bara heilt góður. Eg mangli tó rættuliga at fáa ferð í beinini, tað vænti eg fer at koma í leypi av summarinum.

Føroya Bjór renningin er 5 km, og ætli eg mær at royna at koma undir 18 min. hetta meti eg skuldi verið gjørligt. Seinasta ár rann eg bert á Ólavusøku, sum eisini er 5 km. tá kom eg í mál sum nr. 16 við tíðini 18:45.

Í ár ætli eg mær at royna at luttaka í øllum Grand Prix kappingunum.

Gott veður

Seinstu dagarnir hevur veðrið bara verið super. Tað er hugaligt at renna í góðveðrið, til ber at renna í shorts og stuttum ermum.
Apríl gjørdist heilt góður, eg rann hvønn dag og eg legði 320 km afturum. Næsta stóra avbjóðingin verður FM 1/2 marathon, sum verður nú leygardagin. So hesa vikuna til leygardagin trappi eg niður, soleiðis at eg verið totalt úthvíldur.

20110503-125739.jpg