Á skíð í Alpe d’huez

picblancHvør minnist ikki til skiðkappingarnar, sum skíðfelagið við Olivur á Norðlýsinum og øðrum skipaðu fyri í Langubrekku. Langubrekka var tá landskend, tað var har allir Klaksvíksingar stóðu á skíð. Hetta var seinast í 70’inum og fyrst í 80’inum, tá ið tað meira enn so kom fyri at kavin lá í dagavís. Seinnu árini hevur roynst illa við liggjandi góðum kavaveðrið, tó so í ár hevur verið av tí frægasta, men nú er so eingin Langubrekka, hon mátti víkja fyri nýggjari útstykking Niðan Horn.

Tað eg minnist til at standa á skíð í Langubrekku, so var tað ikki so nógv ein spurningur um stíl, heldur ráddi tað um at koma oman í ein fart, og umráðandi var at duga at bremsa, tí annars var vandi fyri at tú rendi inn í húsini hjá Olivur og Elsu. Eg minnist til nógvar stuttligar løtur í Langubrekku sum stórur smádrongur.

Ein túrur suðureftir í heitari lond er so avgjørt góður,  og serliga á vetrartíð, men enn betur er at leita sær í alpurnar at standa á skíð. Í 1996 fór eg á fyrsta sinnið, saman við føroyskum ferðalagi, í fronsku alpurnar at standa á skíð, og skuldi hetta verða byrjanin til ein afturvendandi tátt. Eg havi so at siga á hvørjum ári síðani verið í alpunum í januar ella feburar mánaða. Umframt í Fraklandi so havi eg vitja Eysturríki, Sveits og Italia.

Seinasta ár datt tíverri ímillum so longsulin at sleppa í alpurnar og njóta kavaklæddu víddirnar var stórur. Vit høvdu melda okkum til ein av túrunum hjá Tur.fo, men tíverri so valdi teir at avlýsa, so nú vóru góð ráð dýr. Tíbetur so fekk eg í síðstu løti høvi at hekta meg á annað minni ferðalag, bert kallar, so familjan mátti víkja hesaferð.

So 5. februar gekk leiðin til Alpe d’huez, saman við 7 øðrum spentum stórum smádreingjum. Alpe d’huez havi eg vitja fyrr, men tað eru út við 20 ár síðani, so eg minnist ikki so nógv frá tí túrinum, annað enn høga fjalli Pic Blanc, sum er 3330 m høgt. Tað er eitt must at leggja tað undir skíðirnar. Eisini verður sagt um Alpe d’huez, um sólin ikki skínur í Alpe d’huez so er nátt. Alpe d’huez hevur eisini heimsins longsta svarta bana, hann er heilar 16 km langur, hann byrja júst uppi á Pic Blanc á 3330 m hædd.

Hvat í viðvíkur sólini, ja so má eg siga at tað fyri tað mesta var nátt. Vit fingu ein sóldag, og tá ið vit reistu heim var sól. Pic Blanc fingu vit roynt, tað prógvar myndin í hvørt fall, men ikki ein serliga spennandi túrur, tí meðan vit vóru á veg niðan í lyftini køvdi hann av við kavaroki, so vit mátti klóra okkum oman, vit sóu illa nokk hvønn annan. Vit vóru 3, sum tóka hesa avbjóðing. Heldur enn at royna tiltikina tunnilin, so máttu vit taka langa svarta banan, tí tunnilin var stongdur.

Hóast keðiligt veður so var hetta ein frálík skíðferia. Hetta er fyrstu ferð eg havi staði á skíð hvønn dag, eisini seinasta dag. Eftirsum vit ikki skuldu koyra fyrr enn kl. 17, so bar tað til. Næsta ár so má tað blíva ein familju túrur. Livst so spyrst.

 

 

18 januar – eitt vegamót

Nú januar mánaði er við at pakka saman og má lata tíðarstafettina víðari til februar, havi eg hug at steðga á eitt sindur, og líta aftur á okkurt sum er hent.

Ein av afturvendandi hendingunum í januar fyri meg er at eg havi føðingardag, og heilt serstakt er tað at bæði abbi mín, og mostir mín eisini hava føðingardag sama dag sum eg. Abbi vildi blivi 95 um hann var millum okkum.

Ofta verður tikið til at aldur er bert eitt tal, og eri eg fyri so vítt púra samdur í tí, men tað eru tó onkur vegamót tú hugsar meira um en onnur. Í ár tann 18. Januar kom eg fram at einum slíkum vegamóti, onkur sigur nú er man komin hálva leið, ja um tú ætlar tær at gerast 100 so er tað púra rætt. Í allarbesta veðrið mánadagin 18. Januar bleiv eg 50 ár, tað kennist heilt løgi at skriva hetta talið, eg føli meg ikki sum 50 ár, so í so máta passar tað so heilt sikkurt at aldur er bert eitt tal.

Ikki gjørdi vit nógv burtur úr degnum, men tó so, so hevði Vera skipa soleiðis fyri at eg tíðliga á morgin varð vaktur við tillukku sangi frá væluppløgdum rennivinum og familju. Vit endaði seinni um dagin uppá Klakki, í allar fagrasta veðrið.

Eg bleiv eisini álopin av einari gongu av svangum seyði.

Afturkomin av Klakki vóru vit hjá Marjun og Dánjal, til ein lekran drekkamunn. Tey bæði eru altíð klár. Vit endaðu dagin hjá Rutt ommudid til vælsmakkandi ræst kjøt. Ein frálíkur dagur eg seint fari at gloyma. Takk til tykkum øll.

Tey sum hugsa at eg eri eitt sindur huldisligur ikki at halda 50 ára veitslu, verða ikki snýtt. Ári 2016 er so avgjørt eitt merkis ár hjá okkum báðum. 18 januar rundaði eg 50, og 25 juni kemur so túrurin til Vera at runda síni 50 og 3 august hava vit bæði verið gift í 25 ár. So her eru 125 ár at hátíðarhalda so um lív og heilsa og Guð vil so hátíðarhalda vit hesar merkisdagar leygardagin 20 august.

Nýggjárslyfti vs. at seta mál

Berlin Marathon

Nú eru jólini við at vera av fyri hesa ferð, og um nakrar heilt fáar dagar skulu vit aftur venja okkum við at skriva eitt nýtt árstal, 2016. Allur desember mánaði er at kalla eitt etigildi, har vit fyrireika okkum til stóri matfestina, sum jólini í veruleikanum er.

Hetta er eisini tíðin vit gera nýggjárlyftir, og ógvuliga nátturligt aftaná eti festivalin mikla, so er tað lyfti um at fara niður í vekt, sum toppar listan yvir nýggjárslyftir.

Eg havi eisini, sum so nógv onnur hesa ársins síðstu tíð givið mær nøkur nýggjárslyftir, men hetta eri eg hildin uppat við, tí á hvørjum ári er tað hent at eg havi broti míni nýggjárslyfti, og at bróta givin lyftir er nakað lort, niðurtúrur big time.

So heldur enn nýggjárlyftir, so royni eg at seta mær mál, og tað riggar munandi betur. Málini nýtast ikki at vera so høg. Kenslan av at náa eitt mál, litil ella stórt, er super. So góði tit leggi av at geva tykkum nýggjárslyftir, seti tykkum heldur mál tit meta tit kunnu røkka, og kensla av at náa sett mál skal nokk geva tykkum blóð á tonni at seta hægri mál.

Eg fekk startnummar til Berlin Marathon í jólagávu frá Veru, so hon hevur givið mær eitt mál at røkka í 2016. Eg kann so seta mær annað mál um at náa eina ávísa tíð. Lat okkum nú síggja. Eg fari nokk eisini at seta mær onnur mál og tað skal eingin loyna vera, at vektin so avgjørt er eitt av teimum.

Eg vil ynska tykkum øllum gott nýggjár og takk fyri 2015.

Nær er man til reiðar?

Nú minni enn 2 vikur eru eftir til Long Beach marathon verður skoti í gongd, má eg viðganga at eg eri rættuliga spentur, og ikki frítt at fjáltur er komin á meg.

Seinast eg bjóðaði teimum 42,2 km av var 4. september 2011 til Tórshavn Marathon, men endaði tað við at eg mátti gevast aftaná 21 km, eg var tá komin inn í Kaldbaksbotn. Eg lá nr. 3, aftanfyri Hallur og Eirik, tað var hart at síggja øll fara framvið. Eg kann líka skoyta uppí at tað er fyrstu og einastu ferð eg eri givin til eina kapping, so tit kunnu ætla tað var hart.

Seinast eg gjøgnumførdi eitt marathon var 7. november 2010 tá eg luttøk í New York marathon og megnaði eg tá at renna 3:00:16, hevði so avgjørt ælta at koma undir teir magisku 3 tímarnir. Einans 17 sek skilti meg frá tí dreyminum. Men New York marathon var fantastiskt.

Eg havi ikki vant líka nógv, sum fyri 5 árum síðan, men tó, sum tit síggja á myndini niðanfyri so havi eg spakuliga økt um venjingarmongdina, og í september havi eg klára at renna meira enn 300 km. Seinast eg rann meira enn 300 km var í august mánað 2011, beint áðrenn Tórshavn Marathon.

Tá vigaði eg bert 66 kg, í dag hevur vektin snýkt seg uppá 72 kg. So fortreytirnar eru langt frá tær somu, og so ikki at gloyma árini sum eru vorið fleiri. Komandi ár um eg havi lív og heilsuna so rundi eg 50.

sept-2015

Vit renna í Long Beach um 2 vikur

Nú styttist til stóru avbjóðingina í Amerika tá eg saman við fleiri øðrum føroyingum fara at renna marathon í Long Beach, California. Í dag eru júst 2 vikur til vit standa klár Downtown Long Beach at taka dystin upp við teir 42,2 kilometrarnar.

Í morgun hava nøkur av okkum runnið góðar 20 km í oysandi regni, lítið hugaligt, men kenslan aftaná var avbera góð, og havandi í huga at harða fyrireikingin skjótt er av, ger kensluna bert enn betur.

Meðal hitin í oktober liggur um 20-25 gradir. Men vit byrja kl. 6 um morgunin, so vónandi verður tað ikki ov heit fyri okkum norðbúgvar.

Her er eitt video innslag frá 2013, sum vísir rutina. Sær spennandi út, og her eru ikki nógvar brekkir 🙂

Kópablóðið rennur enn í æðrunum

sjúrður skaale heldur røðuÍ dag er mín elskaða kona Vera á Syðradali á Kallsoynni. Hon og yngra dóttir okkara Tórfríð fóru við Sam kl. 14:15, yvir at vitja Marjun, sum saman við manninum Dánjal Kalsø eigur hús á Syðradali.

Sam hevur nú í fleiri dagar siglt fullfermdur við bæði fólki og bilum. Orsøkin er Kópakonudagurin, sum var í gjár. Tað kann ikki annað sigast enn at kópakonan, sum bleiv reist nú fyri gott einum ári síðan hevur verið ein sonn sólskinssøga, sum hevur sett Kallsoynna og Føroyar alt á verðinskorti enn einaferð.

Í gjár var sum sagt kópakonudagur, ein hátíðardagur fyri alla oynna. Hóast Kopakonan stendur so vøkur í Mikladali, so er hon sanniliga ímyndin av Kallsoynni, og nú vónandi eisini eitt sindur ímyndin av Føroyum og føroyingum.

Eg var tíverri ikki til dagin í gjár, og má eg eisini eitt sindur lotur viðganga eg enn ikki havi sæð meistaraverki live, so tað eigi eg á.

Eg læs røðina, sum Sjúrður Skaale helt í samband við dagin. Ein røða sum eg vil viðmæla øllum at lesa. Norðlýsið skrivar at láturin og lógvabreistirnir mundu ongan enda fingið. Les røðuna og tú kanska fært eitt petti av somu kenslu. Tað gjørdi eg í hvussu er.

Her er leinkja til røðuna sum stendur at lesa á Norðlýsinum: http://www.nordlysid.fo/kopablodid+rennur+enn+i+aedrunum.html

3000m á Tórsbreyt, nøgdur

Nú Jatnatøk ikki bleiv hildi, valdi FÍF at skipa fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Millum kappingarnar var 3000 m, og valdi eg at melda meg til. Hugsaði hetta var góð test hjá mær nú Ólavsøkurenningin stundar til. Eg havi vant eitt sindur meira skipa í seinastuni, so formurin er uppgangandi, men enn manglar nakað í fyri at eg kann siga eg eri nøgdur.

So í dag var mítt mál at koma undir 11:30, altso umleið 3:50 pr. km. Gutti legði hart út, og eg royndi at hanga í eina rundu ella báðar tvær. Eg rundaði 1 km við 3:32, nógv betur enn eg havði vænta, næsti 3:39 og tann seinasti 3:43.  Gott at eg valdi at hanga meg í Gutta. Sera væl nøgdur, og sjálvandi sera spentur til Ólavsøkurenningina sum verður mánakvøldi 27. juli.

Stuttligt at renna á Tórsbreyt í dag. Veðrið var av ti fagrasta, bert spell at so fá valdi at luttaka.

Mammudagur

Í dag er 10. mai, tað er sunnudagur, 7. dagurin í vikuni. Í halgu bók stendur at Guð hvíldi henda dag, og soleiðis er tað tíbetur enn nógv sum velja at brúka dagin, sum ein hvíludag. Men sunnudagurin far harða kapping frá vinnilívinum.

Í bókini ”Dagar og nøvn í almanakkanum” hjá Axel Tórgarð er 10. mai ikki nevndur. Nærmast við umrøður Axel Krossmessu, sum er 3. mai og hálvárssøku sum er 15. mai. Um hálvárssøku skrivar hann at stórkavi ikki legst eftir hálvárssøku. Tað er um ikki annað gott at vita havandi í huga hvussu vánaligt veðrið hevur verið síðani vit settu hol á 2015.

Nå, nú mundi eg gloymt hví eg byrjaði at skriva hetta innleggi 🙂 – Seinnu árini eru fleiri nýggir merkisdagar vorðir vanligir her í Føroyum, ein av hesum døgum er mammudagur og í dag er mammudagur.

Eg havi kannað eitt sindur. Tankin upprunaliga við mammudegnum er at heiðra tann persónin, sum hevur gjørt meira fyri teg enn nakar annar í heiminum. Mammudagurin var hildin fyrstu í 1908, tá Anna Jarvis helt hann til minnist um mammu sína. Í 1914 var avgjørt at annar sunndagur í mai skuldi verið tjóðar frídagur fyri at heiðra mammur. Hetta gongur also fyri seg í USA.

Tað var tó skikkiliga skjótt at handilslívi gjørdi sær dælt av hesum degi, og soleiðis kenna vit eisini henda dag í Føroyum. Í Føroym er mammudagurin ikki so gamal.

Alt gott um at handilslívi roynir at forvinna sær pening, eg haldi tó at tú skal so ofta tú kanst vitja mammu tína ella ringja til hana, og vísa henni hvussu nógv tú elskar hana, tí eg ivist onga løtu í at mamma tín elskar teg. Mammudagin kanst tú so brúka til at minna teg aftur á farna árið, og hugsa yvir hvussu raskur ella røsk tú hevur verið at vitja mammu tína. La go um tú so keypir eina gávu, so er tað sjálvandi eisini í lagi 🙂

Tú veitst ikki hvussu leingi tú hevur tína mammu.

Mamma mín hevur alzheimers, og mamma Veru bleiv rykt vekk, púra óvart, 20. apríl 2014 av einum hjartatilburði, bert 70 ára gomul.

Góðan mammudag til allar mammur, tit eru nakað serligt 🙂

Kom nú í gongd

IMG_0805

Seinastu nógvu vikurnar hevur verið ógvuliga lítil venjing. Formurin er tískil har eftir. Í gjár var eg ein hálvlangan rennitúr – 10 km – eg rann runt í býnum, veðrið var av tí fagrasta. Vónandi er vári komi nú. Grækarismessa er so í morgin, tá kemur tjóðarfuglur okkara tjaldri til landi.

Ferðin var annars nokkso góð,  13 km/t.  Urið segði 10 km beint uttanfyri gamla Norðoya Banka, tað er har Húsið heldur til í dag. Her valdi eg at steðga. Eg var púrasta fyri ongum, fyrstu ferð í langa tíð at eg havi runnið venjingartúr við slíkari ferð, og má eg bert ásanna at formurin var ikki til tað.  Mítt fína Garmin 620 renniur segði eisini, at eg má hvíla í 59 tímar áðrenn eg aftur kann fara í renniskógvarnar. So tað hevur ikki verið nøkur venjing í dag.

9 mai er EIK ½ marathon í Klaksvík, eg eri tilmeldaður, so her er eingin góða mamma. Eg má fáa stýr uppá venjingina um eg skal gera mær vónir um eina tíð undir 1 tímar 30 minuttir.

 

Dovinskapur ella ótti?

Er tað dovinskapur tá ið tú bara útsetur ætlanir, ella er tað kanska ótti fyri ikki at klára tað tú hevur sett tær fyri. Hetta er spurningur eg í morgin spyrji meg sjálvan.

Eg havi so nógvar ætlanir, um bæði eitt og annað, men eg fái bara ikki í lag at koma í gongd. Kanska havi eg ov nógvar æltanir soleiðis, at tað sýnist ov møtumikið, og tískil verður bara einki gjørt.

Eitt er so vist, og er tað nokk galdandi í flest øllum lívsins viðurskiftum, tað er at gera ein tíðarætlan fyri sínar ætlanir. Alt gott um at seta sær høg mál, meira umráðandi er at siga nær tey skulu vera nádd og gera sær eina neyva tíðarætlan, og so halda seg til hana. At byrja við er nokk best ikki at hugsa ov nógv um máli sjálvt, heldur leggja orkuna í at náa málinum, njóta søta gleði yvir náddar smásigrar á vegnum, og so heysta stóru gleðina tá ið máli er nátt.

So tað ræður um at deila tínar ætlanir/mál í smærri bitar, og so bara um at koma í gongd. Tolin trívst.

Eg gleði meg so í hvørtfall at fáa Veru heima aftur seinnapartin eftir 2 vikur í Aalborg saman við pápa sínum, sum fær viðger fyri krabba.

Ynski tykkum øllum eina góða viku, og minnist til at spreiða gleði.