Mamma og babba í dansi

Maria, Sørmund, mamma og babba

Mamma tín og pápi tín duga so væl at dansa havi eg ofta fingið at vita, so okkurt má vera í tí. Eg minnist væl frá mínum uppvøkstri, at mamma og babba dámdu væl at ganga í dans. Tað eini tíðina var regluliga skipa fyri gamlamannadansi, og tá vóru tey bæði altíð klár.

Eg minnist gott tá eg sjálvur byrjaði at ganga í dans, tá fekk eg mammu at læra meg at dansa. At fara í dans, og bara hyggja at meðan hini dansaðu kundi eg ikki liva við. Stevini mamma lærdi meg í stovuni heima hjá okkum hava verið til stóra gleði fyri meg. Mær dámar sera væl at dansa, burdi kanska gjørt meira við tað.

Men tað eg hugsaði at luta vit tykkum í kvøld var at, eldarfelagið Klaksvík skipaði fyri dansi í kvøld. Dansur fyri teimum omanfyri 60 í Smæruni, sum er í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum, har mamma býr. Babba fortaldi mær at Maria Olsen, sum er ein at stigtakaranum til dansin hevði ringt til hann, og bjóða honum og mamma í dans. Hann hevði verið avvísandi, hann helt ikki at tað fór at rigga. Eg helt við hann, at tað var nú býtt, sjálvandi kundi hann royna at fara, hann nýttist ikki at vera so leingi. Jú eg fekk hann yvirtalaðan at hann skuldi fara. Hann spurdi um ikki eg kom ein túr norður eisini.

Eg havi verið í Havn í allan dag, í samband við at Tórfríð hevur luttikið í fimleika kapping. Eg hevði lukkuliga gloymt alt um dansin í Smæruni, men verið tó mintur á tað meðan eg njóti ein temunn frammanfyri køksvindeyga. Lítandi yvir á Sambýlið á Heygnum síggi eg fult av bilum samlast á parkeringsplássunum framman fyri Smæruna, eg hyggi eftir køksklokkuni, hon vísur 20:50. Dansurin skuldi byrja kl. 21 visti eg. Eg geri skjótt av, fái mær jakka uppá so í bilin og beina kós norður á Sambýlið á Heygnum. Tí eg vildi gjarna vera við tá ið tey bæði trinu inn í dansin í Smæruni.

Tá eg komi inn í stovuna á sambýlinum eru tey bæði, babba og mamma, klára at fara í Smæruna at dansa. Sandalirnar vóru skiftar út við skógvar, so hon trygt kundi taka ein svingom. Lagi á mammu var gott, vit tóku elevatorin niður undir. Tá við koma úr elevatorin hoyra vit harmonikutónleik. Erland og Poli spæla uppá.

Eg haldi meg eitt sindur aftanfyri tey bæði, tá ið tey fara inn í dansin. Móttøkan tey fáa er einastandandi, har er næstan bara kent fólk. Fleiri pør eru longu á gólvinum, so babba tekur um mammu og tey byrja at dansa. Tað gekk ein løta inntil rætta stevi kom, men so kom glið á, og tey bæði dansaði stillisliga til vøkru harmonikutónarnir frá Erland og Pola. At síggja heitu móttøkuna tey bæði fingið frá gomlum dansi vinum var hjartanemandi. Vi tárum í eygunum valdi eg at fara.

Eg tosaði við babba seinni í kvøld, og segði hann mær hvussu glaður hann var at hann var farin í Smærina við mammu. Hóast tey ikki vóru har so leingi, so var løtan avbera góð.

Nú er minni enn ein vika til túrin hjá mær.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

May Bjerre heldur fyrilestur

mayÍ dag kl. 18 heldir Alzheimerfelagið sín árliga aðalfund, og beint eftir fundin kl. 19 skipar Alzheimerfelagið fyri almennum tiltakið har m.a. May Bjerre fer at siga sína søgu. Nógvar eru eldsálirnar, og ein teirra er May Bjerre Eiby. Hon er upphavi til sera spennandi nýggja, og nýhugsandi røktarheimi fyri dement Dagmarsminde.

May sjálv er sjúkrarøktarfrøðingur, pápi hennara hevði alzheimers, og føldi hon at skipanina sveik. Í may 2009 søkti hon um certifikatión, og í februar í ár kundi hon lata hurðarnar upp fyri hugnaliga røktarheiminum Dagmarsminde. Pláss er fyri 10 búgvandi.

Tit kunnu kunnað tykkum meira um hetta sera hugaliga heim,við at vitja teirra heimasíðu dagmarsminde.dk

Í kvøld fái eg, saman við Hans Jacob Hermanssen, høvi at siga eitt sindur um ætlaninar at menna alzheimerfelagið við at seta fólk í ½ tíðar starv. Eg fari at greiða frá mínari stuðulsrenning og Hans Jacob um blaðið, sum kemur út til alt landi í mai mánað.

Maria Skaalum Petersen fer eisini at siga eitt sindur um hennara granskingararbeiði innan m.a. demens.

Nógv hava gjørt av at stuðla renningini, og eri eg sera takksamur fyri tað. Enn ber til at stuðla, trýst á knøttin herundir ella ovast á síðuni. Renningin verður leygardagin 7. mai. Eg gleði meg.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Smáttan hjá Archibald

Smáttan hjá Archibald

Smáttan hjá Archibald

Á Hvítubrúgv beint við gomlu bygdagøtuna til Árnafjarðar liggur hugnaliga smáttan hjá Archibald Black. Nátturan har um leiður er stórbar, og staðsetingin av smáttuni er væl gjøgnumhugsa. Smáttan liggur í haganum hjá Archibald.

Saman við øðrum góðum kreftum, var eg við til at fáa fyrsta tilfari niðan á Hvítubrúgv. Archibald hevði gjørt veggir og sperrir í einum goymsluhøli í Klaksvík, so ein góðveðursdag, fleyg tyrlan alt tilfari norður, og tað sum ikki bleiv flogi var borið niðan á Hvítubrúgv. Archibald og vinar eiga síðani uttan iva óteljandi túrar niðan á Hvítubrúgv, meðan smáttan stóð í ger. Eg haldi eg var við 2 ferðir, men hava noti blíðskapin í smáttuni nakrar ferðir, tá ið fólk hevur verið har, tá eg eri komin framvið.

Í dag valdi eg so at gera mær ein túr niðan Gravardal norður eftir Kjølinum til Hvítubrúgv. Ein fínur túrur. At ganga og renna í haganum er bara so doyligt, tað er heilt nakað annað enn at renna á harða asfaltinum. Einki er sum at ferðast í nátturuni, burtur frá øllum býarmeldrinum.

Nú 18 dagar áðrenn langa túrin til Havnar, gongur bar væl, men eg skal tó viðganga at eg kann gott merkja at eg øki venjingina kanska í so skjótt. Høgra skinnabein hevur hug at drilla eitt sindur, men eg uggi meg við at eg skal bara renna hægst 10 km/t. tá eg skal renna til Havnar.

Um tú vil stuðla Alzheimerfelagnum, so kanst tú stuðla mínari renning, allur peningurin fer til Alzheimerfelagið.  Trýst á knøttin her undir, so verður tú beind/ur til stuðulssíðuna.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

This slideshow requires JavaScript.

Demens kann raka okkum øll

hvonn-live-alzheimer

Hvonn Live varpar ljós á stuðulsrenning og alzheimer (Mynd: Halldis Joensen)

 

Tá ið demens rakar eina familju, er stóra avbjóðingin, hvussu koma vit víðari við gerandisdegnum. Tað skal takast støða til eina rúgvu, og oftast eru tað tey nærmastu, sum standa við hesari ábyrgd, og er tað mín fatan, at óttin fyri at vera settur í samband demens ger at familjan, sum longst roynir sjálv at liva, og yvirliva gerandisdagin við sjúkuni.

Soleiðis havi eg onkuntíð følt tað sjálvur, men síðani eg og okkara familja fyri 4 árum síðani valdi at deila okkara søgu, eri eg bara vorðin meira sannførdu um, at tað ræður um so tiðliga sum gjørligt at søkja um hjálp, og vera opin um sjúkuna. Vit tosaðu ongantíð við mammu um hennara sjúku, og tískil visti hon ongantíð av at hon hevði sjúkuna alzheimer. Hetta haldi eg var ein stóru feilur.

Hóast føroyska samfelagið er vorðið munandi betur at rúma teimum, sum eru rakt av demens, so er langt eftir á mál.

Alzheimerfelagið ger eitt megnar arbeiði við at varpa ljós á sjúkuna, og at veita tann stuðul tey eru før at geva. Men teirra arbeiði er alt sjálvboði, og við tað at vit í vælferðarsamfelagnum gerast alsamt eldri so vera harvið eisini fleiri rakt av demens, og tí er tørvurin á upplýsing og vegleiðing sera stórur.

Mín vón er at mín stuðulsrenning Klaksvík – Tórshavn kann verða eitt gott íkast til ætlanina hjá alzheimerfelagnum at seta eitt fólk hálva tíð, soleiðis at tey enn betur kunnu verða talirøri hjá teimum dementu í Føroyum.

Tú kanst gera títt íkast við at stuðla. Demens kann raka okkum øll.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Upphiting til Hvonn Live

Klaksvík - Kunoy 30 km

Fyrireikingarnar móti stóru avbjóðingini ganga væl. Í dag havi eg verið ein longri túr, væl stuðlaður av mínum góða vini Pól Sundskarð. Pól er ikki ein og hvør tá ið tað kemur til at renna langt, og eri eg sera takksamur fyri at hann tímir at koma onkrar langar túrar saman við mær.

Í dag gekk leiðin so til Kunoyar. Ein nokkso harður túrur við fitt av brekku, í so máta líkist hann teininum til Havnar, bert væl styttri. Tað bleiv til 30 km, og tempo var á leið 6 min pr. km.  Føldi meg væl aftaná túrin. Takk fyri ein fínan túr Pól. Gleði meg at fáa døgurða frá tær (Bjørg) í kvøld 🙂

Í vikuni ringdi Hilmar Jan til mín, og spurdi um eg ikki vildi vera við í Hvonn Live leygarkvøldið. Má siga at eg bleiv eitt sindur ovfarin og glaður, at hann heldur, at mín ætlan er tilfar til Hvonn Live. Hann spurdi um ikki tað var eitt gott hugskot at taka Pól Sundskarð við suður. So aftaná ein góðan bita frá Bjørg fara vit saman við konunum til høvuðsstaðin at práta við Hilmar Jan í Hvonn Live. Tað verður sent á Ras2 á leið kl. 21:30, so tuni inn á Ras 2 kl. 21:30 og hoyri hvat spyrst burtur úr.

Eg gleðis um at fólk hava tikið væl í móti mínari ætlan, og fólk eru sanniliga ófør at stuðla.

Tit kunnu stuðlar við at trýsta á knøttin niðan fyri.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Nú ber til at stuðla

KG-TN-77

Sunnudagin aftaná KÍ hevði vunnið 4 – 0 í Fuglafirði, avdúkaði eg mína ætlan um at renna til Havnar til frama fyri Alzheimerfelagið. Hetta hevur verið vakt ans millum fólk, og tað er sera gleðiligt. Innleggi eg skrivaði her á síðuni sunnudagin bleiv deilt fleiri hundrað ferðir á facebook, so mín kanska eitt sindur øra ætlan er komin runt til nógv fólk. Eg vóni inniliga at mín stuðulsrenning veruliga kann vera við til at varpa enn meira ljós á alzheimer og demens øki í Føroyum.

Síðani tað frættist um mína æltan, hava fólk dúgliga spurt hvussu ber til at stuðla. Eg havi gjørt avtalu við atgongumerki.fo um at taka sær av hesum, teir stuðla við einki avgreiðslugjald at leggja uppá upphæddina. Takk fyri tað.

Til ber at stuðla við at trýsta á linki ovast til høgru her á síðuni. Til ber at gjalda við øllum gjaldskortum.

Eisini eisini ber til at trýsta á knøttin her undir.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Í dag er summarmáladagur, summer er í hondum, Liverpool vann ein fantastiskan dyst í kvøld. So tað er mikið hugaligt í kvøld at kunna lata upp fyri møguleikanum at stuðlar Alzheimerfelagnum í kvøld.

Meir fyri minnið

mamma-og-babba

Ger meir fyri minnið

Mamma mín hevur Alzheimers, mamma mín er einans 71 ára gomul, í september mánað hevur hon longu búð fast á Sambýlinum á Heygnum í 3 ár. Mamma var 62 ára gomul tá ið hon fekk staðfest sjúkuna, men eingin ivi er í at hon nógv ár frammanundan vísti tekin um at okkurt var áfatt.

Eg eri sjálvur júst vorðin 50 ára gamal, og hugsi eg nógv um hesa ræðulig sjúku. Okkara familja hevur verið sera hart rakt av hesari sjúku, so tað kanska ikki so løgi at eg javnan hugsi, hvat nú um eg fái Alzheimer.

Nógv hendir á økinum innan Alzheimers, og eru góða vónir einaferð í nærmastu framtíð at finna viðger, sum kann lekja hesa ræðuligu sjúku. Sum er í dag so finst eingin lekidómur fyri Alzheimers.

Eg vil gjarna gera mun, og tað eru vit sum eru frísk, sum kunna gera mun. Alzheimerfelagið í Føroyum ger eitt gott arbeiði við at seta fokus og upplýsa um sjúkuna. Alt teirra arbeiði verður gjørt frívillugt, tað er ofta sera tíðarkrevjandi og vit vita at tað heldur ikki í longduni. Man brennur út.

Leygdardagin 7. mai ætli eg mær at renna úr Klaksvík til Tórshavn til frama fyri Alzheimerfelagið, soleiðis at tey kunnu seta fólk í hálvtíðarstarv, so tey á tann hátt kunna vera til enn størri hjálp við at upplýsa, veðleiða og annars virka fyri at demens øki verður raðfest í Føroyum.

Mín vón var at eg kundi avdúkað mína ætlan eftir at KÍ hevði vunnið á ÍF í Fuglafirði, og tað sær ikki mætari út enn at KÍ kemur aftur til Klaksvíkar við stórsigri í skjáttuni. Í skrivandi løtu er KÍ á odd 3-0. Tillukku KÍ.

Tú kanst vera við til at gera mun við at stuðla mínari renning. Í komandi viku verður møguligt at stuðla renningini her á síðuni, og komi eg eisini tá at greiða nærri frá mínari ætlan.

25 km á vestara armi

2016-04-09_23-01-44

Í dag rann eg ein annarleiðis túr. Eg hevði sett mær fyri at renna 25 km í dag, so heldur enn at renn út á Núp, og so norður í bátahylin í Haraldssundi, sum eg vanliga plagi, tá ið ein langur túrur skal avgreiðast, so valdi eg at renna allar vegirnar á vestara armi. Okkurt strekki mátti eg, treyðugt so, renna afturá aftur fyri at koma runt. Tá eg aftur stóð á Traðagøta segði Garmin Forerunner 235  23,2 km, so eg tók eina rundi niðan Undir Háls fyri at koma uppá 25 km. So vestari armur hevur á leið 25 km av kommunalum vegi.

Tempo í dag var ikki høgt, miðalferðin var 5:23 pr. km, og tað føldist gott at renna. Hugaligt at renna í bygdum øki, følist ikki so leingi.

Á grækarismessi skrivaði eg, at eg hevði onkra spennandi ætlan fyri framman. Eg havi síðani tá roynt at fyrireika meg mótvegis hesari ætlan, og vildi eg avprøva meg sjálvan áðrenn eg fór út alment við mínari ætlan. Eg havi nú í 2 vikur, runnið nógv, seinasta leygardag rann eg úr Klaksvík til Norðskálatunnilin, og seinasta vika, er longsta vika í langa tíð, eg náddi at renna 60 km. Hesa vikuna havi eg eisini runnið nógvar kilometrar, við hesum 25 km á vestara armi, eri eg komin uppá 62 km fyri vikuna. Í morgin verður eingin renning.

Síðani eg skrivaði at eg hevði onkra spennandi ætlan fyri framman hava fólk dúgliga spurt nær eg fari at avdúka mína ætlan. Tað er sera hugaligt at fólk fylgir við, so tað ger tað bara meira spennandi og avbjóðandi fyri meg. Hóast onkur smábegis prik her og der, so meti eg meg vera so væl fyri, at eg í morgin ætli mær at avdúka mína ætlan. Havi hug lata náttin ganga, og so merkja hvussu kroppurin hevur tað aftaná túrin í dag.

Tað vildi verið hugaligt at gjørt mína avdúking, tá ið KÍ hevur vunnið á ÍF í morgin. Livst so spyrst.

Alzheimersfelagið stuðul frá Granskingarráðnum

mamma-april-2015

Myndin av mammu er frá apríl 2015

Í kvøld frættist í fjølmiðlunum at granskingarráðið hevur játtað Alzheimersfelagnum smáar 400.000 kr. til verkætlanina: “Kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum í Føroyum.

Sera gleðiligt og hugaligt at lesa, tí tað er av sera stórum týdningi at fáa hagtøl yvir demens øki, og verður í verkætlanin eisini lagt upp til at fólk vera kannaði so skjótt mistanki er um sjúkuna, fyri betur at kunna veita skjóta og góða hjálp.

Mín vón er eisini at henda verkætlan kemur at varpa nógv meira ljós á demens í Føroyum, tí enn er hetta ein sjúka, sum er fongd við skomm, og best er ikki at tosa um hesa ræðuligu sjúku. Men veruleikin er tann, at tali av demens sjúklinum økist við rúkandi fer, ein orsøk er sjálvandi at vit menniskju, í vælferðarsamfelagnum, gerast alsamt eldri. Avbjóðingini hjá heimssamfelagnum verður ovurhondsstór um nøkur heilt fáa ár at taka sær av eldraøkinum, og harímillum einum vaksandi skara av demensraktum fólkum. Enn er eingin lekidómur mótvegis demens, og er tað tí sera umráðandi, at vit øll, eisini í Føroyum, gera okkara til at seta fokus á hetta øki.

Eg gleðis saman við Alzheimerfelagnum og ynski tykkum alt tað besta við verkætlanini.

Les her meira hvat granskingarráðið skrivar.

Gott veður og spennandi ætlanir

hosvik-110316

Seinastu dagarnir hava vit í Føroyum verið vælsignað við ómetaliga góðum veðrið. Í dag var aftur ein sera góður dagur, og í dag var ein Havnartúrur á skránni. Men ávegis til Havnar valdi eg at steðga á eina løtu í Hósvík, og njóta góða veðrið. Koyrdi oman í fjøruna, gekk mær ein túr oman til sjóvarmálan, tað var fjøra so tað bar til at ganga langt út.

Æðurnar hyggaðu sær í góða veðrinum, eitt einsamalt tjaldur stóð so spelki millum tjaldursgrælingarnar. Ætlaði at fáa eina góða mynd av okkara tjóðarfugli, men sum eg kom nærri, var tað sum tað kendi á sær hvørjar mínar ætlanir vóru, og valdi at flýggja. Tjaldursgrælingarnir lótust ikki um vón, teir hildu bara á við at venda steinum, í vón um at finna okkurt gott til mætna.

tjaldur

So gekk leiðin víðari til Havnar, og áðrenn dagsins uppgávur, gekk eg mær ein túr í góðveðrinum. Nakrar myndir úr høvuðstaðnum skaða ikki 🙂

Annars so havi eg seinastu dagarnir arbeitt við einum tanka, sum eg nú havi avgjørt skal blíva til veruleika. Men enn er tankin ikki búgvin til at verða kunngjørdur, eg má fáa hann meira lidnan áðrenn eg avdúki mínar ætlanir.

Afturkomin úr Havn, fara eg og mín góði vinur Pól Sundskarð ein rennitúr. Eg velji at fortelja honum um mínar ætlanir, í vón um at hann kann stuðla mær.  Hann tykist heldur ivasamur, hann trýr ikki rættuliga uppá hetta eg gevi honum innlit í, men avgerðin er tikin, líka mikið hvat Pól sigur og heldur.