Mín søta tonn

Ætlaði so avgjørt at klára at hava ein status um vikuna, men longu nú svipsaði tað hjá mær. Her kemur so ein seinka dagføring. Januar takkar longu fyri seg, og hóast veðrið ikki hevur verið so gott, so hevur januar bara hilnast heilt væl til renning. Gott at hava rennibandi til at taka. Hesa vikuna fekk eg 62,2 km avgreiddar, endaði vikuna við einum 2 tímar longum túri sunnudagin. Vera megnaði at fáa 21,2 uppá loggi.

Millum jól og nýggjár fekk eg eitt nýtt Garmin 735XT ur, og tá skrásetti eg meg á www.strava.com, sum er samfelag fyri rennarar. Havi síðani gjørt brúk av hesari tænastu, og fyri 3 vikum síðani fekk eg mær umvegis Strava eitt program at renna eftir. Eitt 12 vikurs marathon program við bert 4 rennidøgum um vikuna. Programmi byggir á filosofiina hjá Greg McMillan, sum er kendur í rennihøpi. Enn hevur ligið fyri at hildi meg til programmi. Nokkso hugaligt bert at skulu renna 4 dagar um vikuna.

Annars so kann eg fortelja tykkum at eg eins væl og tit havi ymist óreint at dragast við, og eg giti fleiri av tykkum kanska hava sama veikleika sum eg. Eg havi alt for góðan matarlyst, og so elski eg søtar sakir. Nú skal eg ikki koma við nakrari yvirdramatiserðari søgu, sum vit onkuntíð hoyra Rógva Joensen fortelja. Eg flenni mangan við tárum tá eg lesi hansara livandi frágreiðingar, tá ið hansra søtmetis trongd gera seg galdandi, og ikki minst tá ið hann skal hava gongd í apostlarnir tíðliga á morgni. Rógvi er ein fínur frásøgumaður.

Eg skal tó fortelja tykkum stutta søgu um uppliving eg hevði við mínar vekt fyrst í januar mánaða. Eg havi tað til vana at viga meg hvønn dag, bæði morgun og kvøld, hendan dagin tá ið eg steig á vektina sigur vektin 77,2 km, og eg mundi fingið sjokk, harra gud tað kundi ikki passa, eg sigi við Vera at her er okkurt rívandi galið við vektini, eg var gott greiður yvir at nakað nógv var inntikið hendan dagin, men 77,2 kg. Eg gjørdi ikki mætari enn at skifti battaríir, 3 stk AAA. Eg tendri, og stígi varisliga aftur á vektina, og hugsi við mær sjálvum at nú má fara at rigga betur, men lort heldur, nú segði vektin 77,3 kg. Hetta var forferdiligt, mundi ikki fingið blund í eyguni hesa náttina.

Hetta skrivaði eg í dagbókina:

 

Eg kláraði ikki Rigmor

Tað er sunnudagur, vika 3 er at enda komin. Hendan vikan hevur havt ymist at bjóða uppá, Trumph er innsettur sum nýggjur forseti í USA, eg eri vorðin 51 ár,   guðsonurin Sørmundur Kalsø bleiv 25 ár, hann er aftur í ár á besta liðnum hjá KÍ, vónandi megna teir sama støði sum í fjør. Men kanska stórsta hendingin hjá mær hesa vikuna var leygardagin í Sørvági, tá eg stillaði til start í 4. umfari av vetrarkappingini.

Gott 50 vaksin og børn vóru send avstað nakrar minuttir yvir 11. Børnini skuldu renna 3 km, meðan tey vaksnu skuldu renna 12km. sum var nakað væl forbí Bø og bleiv vent einar 400 metrar frá tunnilsmunnanum til Gásadals.

Líkindini á renna vóru góð, lítil og eingin vindur. Eg legði bragliga út, men nokkso skjótt mátti eg ásanna at hetta ikki akkurát var mín dagur. Tá ið eg hevði runnið 2 km kemur Rigmor, eins og til nýggjárshálvmarathon, hesaferð ikki tøssandi forbí, nei meira yvirbevísandi og við góðum sjálvsáliti, Christian Olsen var í hølunum á henni. Eg hevði ikki kreftir at krøkja meg uppí tey bæði, viðmerkti bara ” tað er altso 10 km eftir”. Sum vit nærkast Bø, er Christian dragnaður nakað, og eg eti meg spakuliga inn á hann, tað er hugaligt, ein vón birtist í mær at fáa hann aftur, og tað gongur ikki leingi so fari eg framvið honum. Men hann er treiskur og tekur meg aftur, og meðan vit soleiðis knokla okkum niðan tungu brekkuna aftaná Bø, kemur Herluf Jakobsen, at síggja til, fullur í yvirskoti, og soleiðis bara yvirhálar. Hetta sá eg slettis ikki koma, og ferðin var so mikið góð, at hann feik forbí, fyrst meg, og so Christian eisini. Eg hugsaði tó mítt, hálvur teinurin er eftir, mon ikki eg kanska kundi gera okkurt á veg heim aftur til Sørvágs.

Tá ið vit høvdu vent byrjaði mín veruliga kapping. Tað gekk ikki leingi so var Christian aftanfyri, og eg haldi ikki hann nú hevði kreftir at svara aftur, so var tað Herluf og ein nýggja dáma eg ikki havi sæð runnið fyrr, sum farast skuldi eftir. Rigmor var “out of sight”. Nýggja unga daman, Annika kallast hon, dragnaði nakað so hana tók eg fyrst, so var tað Herluf, hann var seigur, men tá ið hann byrjaði at venda sær, styrktist mín vón um at hetta skuldi nokk fara at ganga. 300-400m metrar áðrenn máli eydnaðist tað mær við einum sera giftigum endaspurti at taka Herluf, og tit kunnu ætla at frøðin var stór tá ið eg kom um málstrikuna, eg mátti lata frá mær eitt indianarabrøl.

Hóast tað sá svart út at byrja við, so eri eg samanumtikið ógvuliga vælnøgdur við mítt avrik, eisini hóast eg ikki kláraði at basa Rigmor. Mín tíð bleiv 52:49, 20 sekund aftanfyri Rigmor. Eg sigi bara “inntil næstu ferð til vit hittast”.

Annars ein góð vika har eg fekk 48,9 km lagdar aftur um. Í dag havi eg ikki runnið, og í morgin verður eingin renning, týsdagin verður tað 80 min róligt.

Nú er gongd komin á

Nú er januar mánaði komin í helvt, og eg havi einki skrivað, sum eg so avgjørt hevði ætlanir um. Gott eg ikki gjørdi tað til eitt nýggjárslyfti, tí so hevði tað longu verið brotið.

Eg havi av álvara tikið renningina uppaftur, tí fleiri spennandi renni avbjóðingar liggja fyri framman, og ætli eg mær í ár at fyrireika meg betur. Tað er altíð stuttligari at møta einari avbjóðing væl fyrireikaður, tað ger tað dupult so stuttligt.

Ársins fyrsta kapping hevur longu verið, og var tað nýggjárshálvmarathon. Eg royni altíð at melda meg til hesa kapping, so hóast ikki so nógva venjing meldaði eg meg til, hugsaði tað kundi um ikki annað verða ein langur venjingartúrur. Men tá eg hevði runnið umleið 3 km kemur Rigmor tøssandi fram til mín, spyr hvørjar ætlanir eg hevði. Nú kom kappingarhugurin í meg, og eg segði at eg hugsaði at koma so tætt uppá 1 tíma og 30 min. Hetta var júst tað hun hugsaði, spurdi um vit ikki kundu hjálpast at út á Toftir.

Vit bæði fingu ein super túr, og sjálvt ikki tiltiknað Byrgisbrekkan tók luftina frá okkum báðum. Eg kom í mál við tíðini 1 tímar 32 minuttir og 23 sek. beint í hølinum á mær kom Rigmor. Uttan avbjóðingina frá Rigmor, so hevði eg neyva megan eina so flott tíð, sum mín venjingarstøða er í løtuni. So takk fyri kampin Rigmor.

Hugsaði kanska at seta mær eitt varðisligt mál um at skriva ein rennistatus hvørt sunnukvøld, so kunnu tit fylgja eitt sindur við hvussu gongur.

Nú er so gongd komin á 🙂

Gott nýggjár, og takk fyri 2016

Nakrar hugleiðingar nú 2016 er um at renna út.

Tíðin gongur so skjótt verður ofta tikið til, og víðari verður sagt at jú eldri tú verður so tikist tíðin at ganga enn skjótari. Nei tíðin gongur hvørki skjótari ella seinni, enn hon altíð hevur gjørt. Men hví so henda kenslan av at tíðin gongur so skjótt, okkurt má vera i hesum.

Vit minnast øll til hvussu tað var tá ið vit vóru børn, tíðin gekk bara so seint, alt tøktist at ganga leingi. Vit kenna øll spurningin frá okkara børnum: Mamma nær verður tað liðugt?

Sum barn og unglingi er so ómetaliga nógv nýtt fyri framman, og alt nýtt er spennandi, tað vita vit, og at bíða eftir hesum er altíð leingi. Men eldri vit blíva so er minni og minni nýtt fyri framman, alt er vorði kent fyri okkum, og tískil er spenningurin ikki tann sami.

Men tíbetur ber til at gera nakað við hetta. Gev tínum gerandisdegi innihald, legg tær nakrar ætlanir tú ætlar at útinna í 2017, fá spenning í tín gerandisdag, og gleð teg til at útføra tínar ætlanir. Tá ið so árið syngur sítt síðsta ørindi, kunnu tit gleðast yvir og njóta útint verk.

Árið 2016 hevur fyri okkara familju verið sera hendingaríkt. Eg og Vera eru bæði fødd í 1966, og mín sann um vit ikki eisini vórðu vígd í 1991. Tey 125 árini hátíðarhildu vit saman við okkara allarbestu í bygdarhúsinum í Lorvík 20. August. Stóra takk til tykkum øll, sum gjørdu okkum dagin ógloymandi.

Onnur stórhending, sum flestu foreldur einaferð skulu uppliva fyrstu ferð, er tá ið børnini velja at royna seg á egnum veingjum. Bert fáa dagar aftaná væleydnaða veitslu gekk leiðin til Danmarkar saman við Sólrun okkara eldur dóttir. Hon lesur nú í Aalborg. Eg sigi bara, gott vit hava Skype.

Enn hava vit yngra gullklumpin heima, men um nøkur fáa ár so er hon eisini klár at fara egnar vegir.

Tá ið børnini byrja at fara egnar leiðir, áminnir tað okkum um at vit bert eiga okkara børn í eina avmarkaða tíð. Okkara fremsta uppgáva er at fyrireika tey til lívsins komandi avbjóðingar, og øll vóna vit sjálvandi at teimum skal eydnast væl.

Nú árið 2016 er um at renna út, vil eg bert siga til okkum øll, sum halda at tíðin gongur ov skjótt, fylli gerandisdagin við spennandi avbjóðingum og gleði tykkum at útinna tær. Verið saman við familju, vinum, njóti tykkara børn. Gleðist og flenni nógv. Charlie Chaplin segði á sinni “A day without laughter is a day wasted”, akkurát hendan setningin veit eg Sólrun elskar.

Okkara 2016 hevur verið gott og hendingaríkt, og vónandi verður 2017 líka gott. Eg vil ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi 2017.

Deyðin fer í bindiklubb

bokur

Bert at skriva um renning kann vera eitt sindur óinteresant, havi ofta hugsa um at hugleiða um tær bøkurnar eg havi liggjandi á náttborðinum, og nú tá ið ein føroysk samtíðarkrimisøga kom í bókabúðirnar, og enntá skrivað av bygdamanni okkara Steintóri Rasmussen, helt eg at nú er rætta tíðin at taka hendan táttin upp. Vónandi komi eg við fleiri slíkum innsløgum, so tit kunnu fáa innlit í hvat liggur á mínum náttborði.

Mær dámar sera væl at lesa, og allarbest um tað er lætt at svølgja, so eg kann enda dagin í songini við einari góðari bók, sum kann fylgja mær inn í dreymalandi. Men meir enn so kemur tað fyri at dreymalandi má víkja fyri spenninginum í bókini, serliga tá ið man er komin til tær seinastu síðurnar, og tú ikki fær lagt bókina frá tær fyrr enn seinasta síða er lisin, og tú hevur fingið svar uppá allar ivaspurningarnar, sum hoyra til eina rætta krimisøgu.

Soleiðis hevði eg tað eisini við nýggju krimiskaldsøguni “Deyðin fer í bindiklubb”, sum Steintór Rasmussen meistarliga hevur greitt úr hondum. Hóast bókin telur heilar 307 síður, so keddi eg meg ikki eitt sekund.

Stuttligt at kunna lesa eina føroyska krimisøgu, sum eftir mínum tykki einki stendur aftanfyri kendar norðurlendskar rithøvundar, sum eg havi lisið fleiri av, eitt nú Jussi Adler Olsen, Saru Blædel og Camillu Läckberg.

At skriva eina samtíðarskaldsøgu er ikki bara sum at siga tað, men eg haldi at Steintór er sera beinrakin við sínum lýsingum av tíðini vit liva í ídag, soleiðis at lesarin følir seg heima í bókini.

Ein góð bók, sum eg avgjørt vil viðmæla.

Steintór hjartaliga til lukku við bókini, eg gleði meg longu til tann næsta kemur.

Berlin Marathon 2016, ein fín jólagáva.

berlin-marathon-2016Tíðin hon strýkur avstað, tað eru nú longu 10 dagar síðan sunnudagin 25. september, tá ið eg saman við fleiri rennivinum úr Klaksvík rann Berlin Marathon. Longu á jólum fingu eg og aðrir menn startnummar til Berlin Marathon 2016 í jólagávu. Konurnar høvdu rotta seg saman, og avgjørt at Berlin Marathon skuldi rennast í 2016, og enntá høvdu tær longt túrin við 3 døgum, soleiðis at vit kundu uppliva eitt sindur meira av Berlin.

Tað vanliga er tá ið man fær jólagávur er at hon kann nýtast altfyri eitt, men soleiðis var ikki hesaferð, gávan kundi ikki nýtast fyrr enn 25. September í 2016, altso 9 mánaðar aftaná hon var latin upp, og treytin fyri at hon kundi nýtast var hart arbeiði fram til sjálvan dagin. Tað er ikki bara spurningur um at fáa startnummari á bringuna, og so renna.

Eg minnist at Vera spurdi um eg var glaður fyri gávuna. Eg haldi Vera hevði vænta at eg fóru at vera meira glaður. Støðan hjá mær akkurát tá var ikki so góð tá ið um renning ræður, formurin var ikki serliga góður, so eitt startnummar til marathon var kanska ikki júst tað eg sá koma.

Tað var einki annað at gera enn at fara í gongd við venjing mótvegis hesum stóra máli, sum Vera hevði krøkt uppá okkum bæði. Á vegnum setti eg mær annað stórt mál, og var tað at renna úr Klaksvík til Havnar til frama fyri Alzheimerfelagið. Ein skuldi trúð at tað riggaði gott saman, men tíverri so kostaði Havnatúrurin, eg mátti brúka næstan ein mánað at koma fyri meg í, og motivatiónin aftaná var ikki rættuliga har.

Eg hevði annars stórar ætlanir við Berlin Marathon, eftirsum mítt fyrsta marathon júst varð avgreitt í Berlin í 2002, altso fyri 14 árum síðani. Eg fekk eina sera góða tíð tá, megnaði teir 42,2 km uppá 3:02:23, og tað var hesa tíðina hevði eg í huganum at sláa. Men so hvørt vit nærkaðust stóra degnum, mátti eg bara ásanna at hetta fór at vera trupult. Eg hevði havt ov stutta tíð til at fyrireika meg í, hóast eg longu var tilmeldaður á jólum.

Tað kundi tykjast sum formurin var góður, tá ið eg fleiri ferðir í summar kláraði at renna skjótt á bæði 5 og 10 km, og skuldi tað tí undir vanligum umstøðum bent á at eg fór at klára ein tíð undir 3 tímar. Men tað sum er avgerandi er um grundformurin er til staðar, og tað var hann ikki hjá mær.

Spurdur hvat tíð eg ætlaði at fara eftir í Berlin, segði eg at máli hjá mær var at renna undir 3 tímar og 10 minuttir, men tað skal eingin loyna vera at eg innast inni vildi royna at klára mína tið frá 2002.

So upprann dagurin, veðrið var av tí fagrasta, vit fóru í góðari tíð av hotellinum við U-Bahn út til startøki, eg hevði fingið tildeilt at byrja í bólki C altso 3. fremsta bólki. Ruth hevði tilmelda meg at klára 2:50 – 3:00, tí var eg placeraður so frammaliga. Tað, sum kanska er eitt sindur keðiligt, um tú ikki er í formi til hetta og byrjar so frammaliga er at tú verður ofta yvirhálaður, og um nakað so er tað mega irriterandi at blíva yvirhálaður, og serliga um tað er av einari kvinnu.

Tíbetur bleiv eg ikki so nógv yvirhálaður at byrja við, ja heilt út á 30-32 km helt mín plan, rann eftir 3:02:23, svarandi til ca 4:19 pr. km, men sannheitin er nokk tann eg rann kanska ov skjótt. Eg tordi ikki at renna ov seint, og eg hevði kreftirnar. Men so aftaná góðar 30 km byrja kreftirnar at ganga undan, og tað er júst her tann nógv umrøddu múrurin kemur inn, tíbetur so fall ferðin ikki so nógv, eg hevði enn tá kreftir at seta ferðina upp tá ið eg var komin ígjøgnum Brandenburger Tor og rann seinastu 200 metrarnir í mál. Tíðin bleiv 3 tímar 5 minuttir og 50 sekund, 3 minuttir og 27 sekund seinni enn í 2002, tað er altso 14 ár síðani, so tað er ikki so galið av einum 50 ára gomlum unglingi.

Ein fín jólagáva, sum eg eri sera glaður fyri. Takk fyri Vera.

Hugsar tú um at blíva gamal

 

Takk fyri at tit stuðlaðu

mottokaNú er ein tíð fráliðin síðani 77 km langa rennitúrin úr Klaksvík til Havnar. Túrurin var harður, men onga løtu á túrinum hugsaði eg tankan at gevast. Vikuna aftaná hevði eg ilt í øllum kroppinum, eg royndi at renna ein stuttan túr hósdagin, men valdi at gevast aftaná góðar 4 km tí eg merkti at kroppurin hevði brúk fyri meira hvílu. Nú 3 vikur eru gingnar eri eg nøkurlunda til reiðar aftur at fara undir regluliga venjing aftur, tó so merki eg enn eitt sindur til skinnabeini, tað hevur hug at arga eitt sindur, so ferðin er ikki tann stóra júst nú.

Eg setti mær fyri at gera mun onkursvegna í samband við at Alzheimerfelagið ætlar at skaffa pening soleiðis at til ber at seta fólk í starv hálva tíð. Leingi hevur verið arbeitt við at fáa eitt kunningar og lýsingarblað út, og harvið skaffa eitt sindur av peningi fyri lýsingar. Uppgávan at skaffa lýsarar er ofta nokkso strævin, og tað er ikki ein uppgáva mær dámar so væl, men tíbetur er tað onnur sum vilja tað. Hvat kundi eg so gera. Sum flest øll vita, so dámar mær væl at renna, so eg hugsaði hví ikki renna til Havnar, og so fáa fólk at stuðla. Fólk kunnu so sjálvi avgera um tey vilja stuðla og hvussu nógv.

Og eg má siga at viljin at stuðla var sanniliga góður. Satt at siga so hugsaði eg, um eg klári at skaffa 20-30 túsund krónur so hevði tað verið óført. Men sum vit nærkaðust degnum rennast skuldu sá eg at varisliga mál eg sett fór at blíva nátt væl ov virðiliga. Leygarmorgunin áðrenn eg fór avstað var upphæddin komin uppá smáar 100 túsund krónir, og tá ið eg sunnudagin lat aftur fyri møguleikanum at stuðla, kundi eg staðfesta at upphæddin var komin uppá 143.000,00 kr.

Eg vil takka tykkum øllum sum valdi at stuðla renningini, eg eri barasta so glaður og takksamur. Eisini vil eg nýta høvi at takka Grafia fyri hjálp í samband við uppsetan av reklamu á blusuni og Reklamuprent í Norðragøtu fyri prent á blusu og Føroya Bjor fyri at stuðla við vatni til túrin. Takk til Rennarin, Admind.fo, Vera Klipt og Bakaríið hjá Jórun. Takk til mínar fantastisku flokkfelagar, sum fylgdu mær allan vegin, takk til Jórun sum súkklaði allan teininum við mær, takk til øll tykkum, sum valdi at fylgja mær partar av teininum. Tit vita bara ikki hvussu nógv tit stuðlaðu. Eg minnust hvussu eg ernaðist tá eg sá flokkin av Treysta rennarum sum hektaðu seg uppá áðrenn Kaldbakstunnulin.

Takk til Alzheimerfelagi og Tórshavnar kommunu fyri tað fantastisku móttøkuna eg fekk tá eg kom til Havnar. Tað var barast so fantastiskt.

Ein serlig tøkk til mín góða vin Pól Sundskarð, sum stuðlaði mær allan vegin. Eg fari so langt sum at siga uttan Pól og Bjørg, ivist eg í um eg kom heilskapaður til Havnar. Takk tit bæði.

Babba spyr meg hvør er meiningin við at mamma tín skal vera sjúk, ein góður spurningur, sum eg sjálvur ofta seti mær sjálvum, men eg trúgvi tað er ein meining við øllum her í lívinum. Eg sigi við babba um mamma ikki hevði alzheimer so hevði eg neyvan samlað 143.000,00 til Alzheimerfelagið, og spurningurin er so nær møguleikin hevði verið at sett hol á at fáa sett fólk í starv.

Takk øll somul fyri allan stuðul. Havi hug at enda við seinasta ørindi av sangi eg skrivaði til mammu, og sum eg havi ognað Alzheimerfelagnum og øllum tykkum, sum á einhvønn hátt hava følt sviðan av hesari ræðuligu sjúku.

Lívið kann tykast so órættvíst
men soleiðis gongur viðhvørt
í okkara heimi tú hevur lýst
og okkum á leið hevur ført
altíð ein skansi var, tá ið vit vóru har,
verji hjá okkum tú var.
Men tað nú broytt alt er, sjúkan teg veikan ger
sjúkan, sum lekjast ei kann.

Her eru vinnarnir

 

Her eru vinnarnir. Vit hava í dag drigi í millum øll, sum stuðlaðu renningini “Meir fyri minnið”. Hjartaliga til lukku til tykkum, sum hava vunnið, og hjartans tøkk til øll tykkum sum hava stuðla.
Eg havi ikki orð fyri hvussu glaður og takksamur eg eri. Alt tað besta til tykkum øll.

Tíverri eydnaðist tað ikki B36 at vinna í Klaksvík í dag, sum Hans Jacob vónaði, tí er tað so mikið hugaligar hjá mær at kunna senda hesa fráboðan út 😉

Heilsan
Jonhard

 

  1. Staki – Ingolf Lamhauge
  2. Staki – Steen Funder
  3. Staki – Jóhanna Christiansen
  4. Tjaldur – Sólgerð Jacobsen
  5. Tjaldur – Katrin Ósá
  6. Koyrikort til lastbil og treylara – Eiler Jacobsen
  7. Koyrikort til lastbil – Eyðun Jakobsen
  8. BE Koyrikort – Malan Mortensen

Viljin at stuðla er fantastiskur