Fótbóltur og renning

Í fyrstu summarkappingini, sum var hildin á Norðoyastevnu, megnaði eg at renna 5 km uppá 17:42, tað var eg ómetaliga væl nøgdur við. Hetta gevur eina snittíð uppá 3:32 pr. km. Hetta átti at vera eitt gott útgangsstøði til næstu kapping, sum var á Eystanstevnu, góða viku seinni.

Men so ger man ein ordans brølara. Fótbólt havi eg ikki norti í 8 ár, men sunnudagin á Norðoyastevnu játtaði eg meg til at luttaka í oldboys dysti, har 1. deildarliðini hjá KÍ og HB, sum spældu í 80’inum aftur skuldu dystast. Eg var neyvan biðin við av teirri orsøka at eg var fastur maður á 1. deild hjá KÍ í 80’inum. Dystirnir eg havi spælt á 1. deild kunnu teljast á aðrari hondini. Mín venjingarstøða hevur nokk givið mær atgongd til henda dyst, eg skal tó viðganga at eg var ikki frítt smigraður at Oddbjørn skuldi ringja til mín, so eg játtaði meg at spæla.

Eg spældi samfullar 90 minuttir, tá ið einir 70 minuttir vóru leiktir hendi tað, sum ikki skuldi henda, eg renni saman við Óla Samró og fái hansara knæ í bringuna og eg smelli niður, missi luftina eina løtu, og eg fekk ógvuliga ilt. Eg manni meg tó uppaftur og spældi restina av dystinum við nógvari pínu.

Eftir loknan dyst kundi eg staðfesta eitt tap uppá 1-4, vøddar eg ikki dagliga brúki vóru í lasum og 2 kroyst rivjabein. Eftir dystin vóru vit bodnir til smyrjibreyð á loftinum hjá KÍ. Tað var sera hugnaligt. Menn kappaðust at fortelja stuttliga søgur.

Vikan aftaná Norðoyastevnum var ein reinur torturur at koma ígjøgnum. Mánadagin og týsdagin rann eg bert 3 km og hetta gjørdi eg á bandinum. Eg var so eymur í lærmusklum og lyskuni so tað føldist nærum líka sum eftir eitt marathon. Pínan í bringuni tók bara til teir fyrstu dagarnir.

Hesa vikuna rann eg bert 52 km. So mítt frálíka útgangsstøði aftaná renningina á Norðoyastevnu, var nú heilt eitt annað nú Eystanstevna stóð fyri durum og 10 km skuldi rennast. Eg ivaðist um eg kom at vera klárur, eg meldaði meg ikki til fyrr enn í síðstu løtu.

Væl nøgdur við Norðoyastevnurenningina

Leygardagin kl. 11 á norðoyastevnu var 15. Føroya Bjór renningin skotin í gongd. Eg var millum tey mongu sum skuldu royna kreftir við tann 5 km langa teinin. Líkindini at renna vóru fín.

Máli hjá mær var at koma undir 18 minuttir, og hetta megnaði eg eisini. Eg kom í mál við tíðini 17 min. 42 sek. bert 12 sekund aftaná mín nærmasta kappingarneyta Henry Olsen. Her skal tó sigast at Henry fyri 13 døgum síðan hevur runnið maraton í Hamburg.

Nú nærkast summarkappingarnar

Fyrsta kappingin í Grand Prix er á Norðoyastevnu, man kann siga at summar-kappingarnar byrja við Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu. Eg havi vant ógvuliga miðsvíst í ár, og er formurin hjá mær bara heilt góður. Eg mangli tó rættuliga at fáa ferð í beinini, tað vænti eg fer at koma í leypi av summarinum.

Føroya Bjór renningin er 5 km, og ætli eg mær at royna at koma undir 18 min. hetta meti eg skuldi verið gjørligt. Seinasta ár rann eg bert á Ólavusøku, sum eisini er 5 km. tá kom eg í mál sum nr. 16 við tíðini 18:45.

Í ár ætli eg mær at royna at luttaka í øllum Grand Prix kappingunum.

FM ½ marathon – sera væl nøgdur

So upprann dagurin eg leingi havi sæð fram til. Væl svøvntur fór eg úr songini kl. 10 í morgun. Eg kókaði mær eina portión av havragreyti, drakk eg eitt stórt glas av vatni aftur við. Kl. 13 át eg mær 2 breyðflísar, eina við banan og eina við rullupylsu frá Otto Reinert.

Eg fekk annars ikki nógv av skafti í dag áðrenn eg legði leiðina til Havnar, tað var eg alt for spentur til. Eg fekk tó Sigrid hjá Intersport at prenta mær logo hjá Tryggingarfelagnum á búnan eg skuldi renna í í dag.

Kl. 14 vóru eg og Gutti so ávegis til Havnar, í dag høvdu vit góða tíð. Tað er ikki oftari enn so at eg er í so góðari tíð.

Kl. 16:00 setti Niels Jákup Jakobsen kappingin í gongd. Sum vænta so vóru tað Gutti, Sam, Henry, Borgar og Marnar, sum løgdu seg í front. Marnar var við sum hara, meiningin var at hann bert skuldi renna 10 km, men Gutti og hann hava nokk avrátt á vegnum at hann bara rann allan teinin.

Pauli Johannesen lá eisini frammanfyri meg, eg havi ongantíð vunnið á Paula, men í dag skuldi tað verða. Eg otaði meg fram á Paula, og við 10 km legði eg hann afturum, ein góð kensla. Niels Olsen ein nýggjur rennari rann eisini saman við mær og Paula eina løtu, men tíverri fekk ein trupuleikar við maganum og dragnaði. Um hann ikki fekk trupuleikar við magnanum hevði hann nokk givið mær ein skarpan gang. Deiligt at síggja nýggjar raskar rennara koma til kappingar.

Borgar í eygsjón

Teinurin í runnin verður er ein rundstrekningur, sum skal rennast góðar 5 ferðir. Tá ið vit komu 4. ferð út at venda við tyrlupallin helt eg meg hava ota meg eitt sindur inn á Borgar, sum nú var eitt sindur dragnaður. Eg luktaði ein lítlan møguleika at koma nærri, men treystur sum Borgar er, so hevði hann eyguni við mær, og setti ferðina upp á seinasta umfari, so eg megnaði ikki at geva Borgar veruliga kapping.

Eg kom í mál við tíðini 1 tímar 21 minuttir og 16 sekund. Eg droymdi um at klára 1:22, at tað skuldi blíva so langt undir er bara super.

Eg vil líka skoyta uppí at eg valdi at renna í mínum Asics DS Rasor, tað var kanska eitt skeivt valg, tí tá eg hevði runnið gott og væl 10 km byrjaði eg at føla svia undir mínum høgra fóti, og eg føldi eisini eitt sindur til okkurt sum kundi enda við krampa í høgra tjúkka. DS Rasor hava runnið ov nógvar kilometrar, teir verða nú settir. Eg tordi ikki at renna við mínum nýggju DS Trainer.

[nggallery id=1]

Í morgin skal slagi standa

Í morgin verður runnið FM í hálvum marathon. Hetta er kapping eg nú í eina tíð hava fyrireikað meg til. Eri ógvuliga spentur, føli meg at vera í nøkurlunda formi, eri tó ikki í sama formi sum tá ið eg rann mítt besta hálvmarathon í 2004, hartil skal so eisini havast í huga at man er vorðin 7 ár eldri.

1. maj 2004 vann eg FM í ½ marathon við tíðini 1:19:10.  Mín besta tíð er annars 1:18:45 til nýggjárshálvmarathon í 2004.

Veðrið hevur alt at siga um talan skal vera um at fáa eina góða tíð, og sum veðurgudarnir siga so verður veðrið ikki nakað serliga í morgin. Men okkum føroyingum líkt so vóna vit sjálvandi til tað síðsta at veðrið verður við okkum hóast alt. Undir øllum umstøðum so verður runnið, og eg fari at gera mítt ítarsta til at fáa eina so góða tíð sum gjørligt.

Í 2002,2003 og 2004 kom tað meira enn so fyri at man var gestur á sigursskamlinum, sum her til Daewoo ½ marathon í Havn í 2002.

Dagføring umvegis mína Iphone4

Herfyri tók eg niður eina ókeypis WordPress app, sum ger tað møguligt at dagføra mín blog beinleiðis frá mínari deiligu Iphone. Tað er eisini eitt spæl at leggja bæði myndir og videoupptøkur út.

Vitja http://ios.wordpress.org/ og fá meira at vita.

Gott veður

Seinstu dagarnir hevur veðrið bara verið super. Tað er hugaligt at renna í góðveðrið, til ber at renna í shorts og stuttum ermum.
Apríl gjørdist heilt góður, eg rann hvønn dag og eg legði 320 km afturum. Næsta stóra avbjóðingin verður FM 1/2 marathon, sum verður nú leygardagin. So hesa vikuna til leygardagin trappi eg niður, soleiðis at eg verið totalt úthvíldur.

20110503-125739.jpg

 

 

 

Flaggdagsrenning 2011

Í dag havi eg verið í Havn til árligu Flaggdagsrenningina, veðrið var bara ok, nakað av vindi men turt. Runnið verður frá Gamla Apoteki út til radioamatørarnir at venda. Hetta strekki verður runnið 2 ferðir. Tað var ein strævin mótvindur tá ið runnið var móti býinum.

Men eg eri ógvuliga væl nøgdur við mítt avrik í dag, eg kom í mál við tíðini 25 min. 25 sek. og er hetta løgi nokk júst sama tíð sum seinasta ár, men í ár rakk hetta til eitt 6. pláss. Í fjør gjørdist eg nr. 11, men tá var veðrið munandi betur enn í dag.