Nú er aftur nakað langt síðani eg skrivaði nakað her á síðuni. Eg vil so fegin halda lív í síðuni, men tað er nemmari sagt enn gjørt. Mann vil helst hava okkurt at skriva um, og fyri at tað skal vera áhugavert at lesa verður mann noyddur at gera sær ómak, og tað merkir aftur at neyðugt er at brúka eitt sindur av tíð um at skriva okkurt skilagott.
Nå, okkurt sigi eg.
Sunnumorgnar hevur Rani verið sera raskur at senda SMS og boða frá at runnið verður frá Intersport. Hetta hevur verið super, men seinastu 2 sunnudagarnir eru eingin tekstboð komin. Rani hevur verið hart raktur av beinkrími, og hevur tískil ikki verið at sæð seinastu 2 vikurnar, sera harmuligt nú vit júst vóru komnir í ein so avbera góðan stima hvat í venjing viðvíkur. Men kenni eg Rana rætt, so kemur hann sterkt aftur. Møtti honum í morgun tá eg rann, og fingu vit okkum eitt stutt prát, hann ætlar sær ein stuttan róligan túr í morgin.
Annars so runnu eg og Pól seinasta sunnudag heilar 24 km og í dag rann eg einsmallur 21,1 km við hampuligari ferð, tað føldist heilt ok. Veðrið var bara ok, eitt sindur av lágættarvindi, tó uttan at tað órógvi nakað serligt. Leiðin gekk frá Traðagøtu út á Bumshamar, har tók eg 2 rundir, góð brekkuvenjing, so heim í býin niðan á Borðoyarvík, so norður í Haraldssund, hóast lágættarvindin so kláraði eg at halda góðu miðalferðina heim aftur í býin, og endaði eg úti á Kl. Sjúkrahúsið og gekk seg heim.
Borgar møtti eg á Kósini, tá fór hann eitt túr norður á byrgingina.
Hetta bleiv ein fín vika og fekk eg 57 km uppá loggi. Máli hendan mánaðin er at koma uppá 225 km, um eg skal røkka hesum skal eg renna 95 km uppá teir 11 dagarnir, ið eru eftir av februar.
Eg kann gott merkja at eg havi runnið ein langan túr í dag, so tað verður gott við einum frídegi í morgin. Týsdagin ætli eg mær at renna intervallir.
[gcmap act=”274372508″]
Speak Your Mind