Tiptar æðrar ?

Klokkan er nakrar minuttir í sjey, eri júst vaknaður, havi ikki sovi tað heilt stóra í nátt, kanska er tað tí at eg svav nakrar tímar ígjár seinnapartin. Tað gekk illa at sovna í nátt, lá og vendi og dreygaði mær, klokkan tvey var eg ikki sovnaður.

Eg eri staddur á einum lítlum kamari á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Eri her saman við babba, sum skal kannast á ríkissjúkrahúsinum. Babba fekk eina stóra bypass skurðviðgerð á sumri í 2001, tá vórðu 3 æðrar skiftar. Tað ferðina kom hann aftur til Føroyar sum ein nýggjur maður.

Minnist væl tá hann á sinni kom heim aftur, fyltur við nýggjari orku, og við sær hevði hann góð ráð og áheitanir frá læknunum at leggja kostvanarnir um, og ikki minst at fáa venjing inn í gerandisdagin. Nú vit aftur vitja í Danmark kunnu tit nokk gita í hvønn mun ráðini frá læknunum eru vorðin fylgd.

Nå, men aftaná ein góðan rennitúr runt sjógvarnar og ein góðan morgunmat løgdu vit leiðina inn á ríkissjúkrahúsið til fyrireikandi samrøðu. Babba skal møta aftur í morgin klokkan 8:15 til kanning og møguliga viðgerð. Vit verða heintaðir longu klokkan 7:30. Um alt gongur gott so verða vit nógv klókari seinnapartin í morgin.

Góða nátt

Speak Your Mind

*