Stuðla og verð við í lutakasti um skógvar frá Skechers

“Í samband við “meir fyri minnið” túrin hjá tær í ár, vil eg fegin stuðla tær við eitt par av Skechers GO RUN Ultra Road. Teir eru gjørdir til ultra rennarar – also laaangar túrar.”

Hetta skrivaði Terji Hansen frá Skósøluni við Gøtugjógv tá ið tað frættist at eg fór at renna hoym aftur til Klaksvíkar. Eg tók av tilboðnum, og havi royndarkoyrt skógvarnar, og eri eg sera væl nøgdir við teir. Eg fari at renna í teimum nú leygardagin.

Stuðla og ver við í lutakasti um eitt par av Skechers

Hey, um áhugi og um tað ber til – vil eg fegin geva eitt par Skechers til ein av teimum, sum flyta pening til títt megnar tiltak. Annars bestu ynskir leygardagin.

So vera vónandi nøkur aftrat, sum vilja stuðla 🙂
Vinnarin kann velja sær eitt par Skechers eftir egnum ynskji.

Heilsan
Terji Hansen
Skósølan við Gøtugjógv

Nú í kvøld 30 tímar til fráferð av Vaglinum í Havn, kann eg við gleði siga tykkum at stuðulin er komin uppá kr. 65.000,00. Hugaligt at síggja hvussu góð undirtøkan er.

Ver við og stuðla Alzheimerfelagnum í teirra arbeiði at hjálpa avvarandi og teimum, sum eru rakt av hesari ræðuligu sjúku. Í fjør megnaðu vit øllum somul at samla heilar 143.000,00.

Stuðulsrenning:
Tórshavn – Klaksvík – 77 km

Nú er gongd komin á

Nú er januar mánaði komin í helvt, og eg havi einki skrivað, sum eg so avgjørt hevði ætlanir um. Gott eg ikki gjørdi tað til eitt nýggjárslyfti, tí so hevði tað longu verið brotið.

Eg havi av álvara tikið renningina uppaftur, tí fleiri spennandi renni avbjóðingar liggja fyri framman, og ætli eg mær í ár at fyrireika meg betur. Tað er altíð stuttligari at møta einari avbjóðing væl fyrireikaður, tað ger tað dupult so stuttligt.

Ársins fyrsta kapping hevur longu verið, og var tað nýggjárshálvmarathon. Eg royni altíð at melda meg til hesa kapping, so hóast ikki so nógva venjing meldaði eg meg til, hugsaði tað kundi um ikki annað verða ein langur venjingartúrur. Men tá eg hevði runnið umleið 3 km kemur Rigmor tøssandi fram til mín, spyr hvørjar ætlanir eg hevði. Nú kom kappingarhugurin í meg, og eg segði at eg hugsaði at koma so tætt uppá 1 tíma og 30 min. Hetta var júst tað hun hugsaði, spurdi um vit ikki kundu hjálpast at út á Toftir.

Vit bæði fingu ein super túr, og sjálvt ikki tiltiknað Byrgisbrekkan tók luftina frá okkum báðum. Eg kom í mál við tíðini 1 tímar 32 minuttir og 23 sek. beint í hølinum á mær kom Rigmor. Uttan avbjóðingina frá Rigmor, so hevði eg neyva megan eina so flott tíð, sum mín venjingarstøða er í løtuni. So takk fyri kampin Rigmor.

Hugsaði kanska at seta mær eitt varðisligt mál um at skriva ein rennistatus hvørt sunnukvøld, so kunnu tit fylgja eitt sindur við hvussu gongur.

Nú er so gongd komin á 🙂

Nú nærkast av álvara

Nú eru minni enn 2 døgn til eg skal renna 77 km langa teinin av Sambýlinum á Heygnum, har mamma býr til Vaglið í Havn. Eg eri mega spentur, men ikki frítt at eitt sindur av fjáltur er komin á meg. Tað er sanniliga ein langur teinur, eg havi ongantíð áður runnið so langt. Eg havi prøva kreftir við marathon nakrar ferðir, og hevur tað tikið á leið 3 tímar at avgreitt hvørja ferð, men nú skal eg vera í gongd í 8-10 tímar, so tað er nakað heilt annað.

pol-og-bjorg-1Eg eri sera glaður og takksamur fyri at mín góði vinur Pól Sundskarð kemur at renna saman við mær allan vegin til Havnar. Um nakar so veit hann hvat tað er at renna til Havnar, tí hann hevur ikki minni enn 7 ferðir runnið teinin,  4 ferðir úr Klaksvík til Havnar og 3 ferður úr Havn til Klaksvíkar.

Eg og Pól hava tosa nógv um nær vit skulu byrja at renna, og hava vit verið eitt sindur ymiskir á máli um tað,  men eru vorðnir samdur um at best er at fara úr Klaksvík so tíðliga sum gjørligt, fyri ikki at verða so seinir í Havn. So kl. 05.00 byrjar okkara túrur uttan fyri Sambýlið á Heygnum og um alt gongur eftir ætlan so verða vit í Havn umleið kl. 14, neyvan fyrr. Um onkur hevur hug at renna saman við okkum partara av túrinum so hevði tað bara gjørt túrin enn stuttligar. Tempo vit renna er ógvuliga lágt so eingin nýtist at setast aftir.

Tá ið eg setti mær fyri at renna var eitt tað fyrsta eg gjørdi at mála rutina upp, so herundir síggja tit túrin eitt sindur útgreinaðan í kilometrum, tíðirnar eru bara vegleiðandi, og um alt gongur sum æltan.

Kilometrar Stað ca. kl.
Start Sambýlið á Heygum 05:00
2,5 km Norðoyatunnilin 05:18
9,7 km Bygdaskelti Leirvík 06:09
15,9 km Frákoyring Syðrugøta 06:53
17,7 km Gøtueið 07:06
19,0 km Skipaneskrossur 07:15
25,1 km Skálabotnur – FAST 07:58
30,7 km Norðskálatunnil 08:37
36,8 km Brúgvin um Streymin 09:20
39,8 km Streymnes / Hvalvík 09:41
43,5 km Áir 10:07
 46,4 km Hósvík 10:27
51,5 km Kollafjørður, Norðuri í Sundum 11:03
53,8 km Kollafjørður, Kirkjan 11:19
57,5 km Kollafjørður, Rundkoyring 11:45
59,3 km Kollafjarðartunnilin 11:58
63,4 km Kaldbaksbotnur 12:27
72,4 km Hoyvík, Rundkoyring 13:30
77,0 km – mál Vaglið, Tórshavn 14:03

 

Enn ber til at stuðla, og higartil hevur gingið strúkandi. Um tú vilt stuðla renningini og alzheimerfelagnum so er at trýsta á knøttin herundir ella ovast á síðuni.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Meir fyri minnið

mamma-og-babba

Ger meir fyri minnið

Mamma mín hevur Alzheimers, mamma mín er einans 71 ára gomul, í september mánað hevur hon longu búð fast á Sambýlinum á Heygnum í 3 ár. Mamma var 62 ára gomul tá ið hon fekk staðfest sjúkuna, men eingin ivi er í at hon nógv ár frammanundan vísti tekin um at okkurt var áfatt.

Eg eri sjálvur júst vorðin 50 ára gamal, og hugsi eg nógv um hesa ræðulig sjúku. Okkara familja hevur verið sera hart rakt av hesari sjúku, so tað kanska ikki so løgi at eg javnan hugsi, hvat nú um eg fái Alzheimer.

Nógv hendir á økinum innan Alzheimers, og eru góða vónir einaferð í nærmastu framtíð at finna viðger, sum kann lekja hesa ræðuligu sjúku. Sum er í dag so finst eingin lekidómur fyri Alzheimers.

Eg vil gjarna gera mun, og tað eru vit sum eru frísk, sum kunna gera mun. Alzheimerfelagið í Føroyum ger eitt gott arbeiði við at seta fokus og upplýsa um sjúkuna. Alt teirra arbeiði verður gjørt frívillugt, tað er ofta sera tíðarkrevjandi og vit vita at tað heldur ikki í longduni. Man brennur út.

Leygdardagin 7. mai ætli eg mær at renna úr Klaksvík til Tórshavn til frama fyri Alzheimerfelagið, soleiðis at tey kunnu seta fólk í hálvtíðarstarv, so tey á tann hátt kunna vera til enn størri hjálp við at upplýsa, veðleiða og annars virka fyri at demens øki verður raðfest í Føroyum.

Mín vón var at eg kundi avdúkað mína ætlan eftir at KÍ hevði vunnið á ÍF í Fuglafirði, og tað sær ikki mætari út enn at KÍ kemur aftur til Klaksvíkar við stórsigri í skjáttuni. Í skrivandi løtu er KÍ á odd 3-0. Tillukku KÍ.

Tú kanst vera við til at gera mun við at stuðla mínari renning. Í komandi viku verður møguligt at stuðla renningini her á síðuni, og komi eg eisini tá at greiða nærri frá mínari ætlan.

3000m á Tórsbreyt, nøgdur

Nú Jatnatøk ikki bleiv hildi, valdi FÍF at skipa fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Millum kappingarnar var 3000 m, og valdi eg at melda meg til. Hugsaði hetta var góð test hjá mær nú Ólavsøkurenningin stundar til. Eg havi vant eitt sindur meira skipa í seinastuni, so formurin er uppgangandi, men enn manglar nakað í fyri at eg kann siga eg eri nøgdur.

So í dag var mítt mál at koma undir 11:30, altso umleið 3:50 pr. km. Gutti legði hart út, og eg royndi at hanga í eina rundu ella báðar tvær. Eg rundaði 1 km við 3:32, nógv betur enn eg havði vænta, næsti 3:39 og tann seinasti 3:43.  Gott at eg valdi at hanga meg í Gutta. Sera væl nøgdur, og sjálvandi sera spentur til Ólavsøkurenningina sum verður mánakvøldi 27. juli.

Stuttligt at renna á Tórsbreyt í dag. Veðrið var av ti fagrasta, bert spell at so fá valdi at luttaka.