Japan og Tokyo Marathon 2019

Fyri at kalla seg “Six Major’s finisher” so er neyðugt at fáa lagt Tokyo Marathon undir sínar føtur, og tá ið hetta er eitt av mínum málum so varð avgjørt longu í mars mánað í 2018 at vit skuldu til Tokyo at renna marathon í mars 2019. Tað er trupult at fáa startnummar til Tokyo Marathon tí mátti meldast til í góðari tíð.

Hópurin hjá okkum, sum hevði valt at melda seg til hesa marathon renning taldi 7 pør, men tíverri so mátti eina pari bert fáar dagar áðrenn fráferð, melda avboð.

Tá ið tað var melda til so langt frammanundan, hevði eg líkasum hug at útskjóta seriøsa venjing. Eg hugsaði eg havi góða tíð, men tíðini líkt so gongur hon skjótt og áðrenn eg vistu av, so var næstan ov seint at fáa gongd á venjingini. Ofta verður tikið til at tað skal vera pláss fyri einari punktering, altso ein skaði kann gott stinga seg upp, og so var eisini hjá mær.

Eg byrjaði mína marathon venjing í oktober. Frá at hava runnið lítið mánaðarnar frammanundan so økti eg venjingina til heilar 350 km í oktober, og mín sann um eg ikki punkteraði, fyrst í november mánað fekk eg skinnabeinsbruna, og hetta gjørdi at eg ikki rættuliga fekk gongd aftur á vengjingina fyrr enn í desember. Og mítt sera amitiøsa mál um at koma undir 3 tímar var nú veruliga í vanda.

Eg fekk tó vant væl, og kom yvir skaðan, og faktiskt hevði eg góðar vónir um at eg fór at klára at koma undir 3 tímar.

Vit fóru úr Danmark seinnapartin mikudagin 27. febuar, og lendu í Tokyo 11 tímar seinni, og tá ið klokkan skuldu flytast fram 8 tímar var tað longu blivi hósdagur, og ein heilur dagur lag fyri framman. Eg fekk ikki sovi nógv í flogfarinum, sum annars ein skilamaðurí Havn, sum hevði roynt Tokyo Marathon, legði mær eina við, at tað var gott at fáa nakrar tímar í flogfarinum fyri ikki at vera so troyttur tá ið vit komu til Japan.

Um túrin sum heild kann eg siga at hann var eitt satt upplivilse, og heilt sikkurt kunnu vit millum annað takka okkara ein super góða ferðaleiðara Ethan fyri tað. Hann er upprunaliga amerikanari, men flutt sum smádrongur til Danmark, er giftur japnaskari kvinnu og tosar japanskt flótandi. Hann segði okkum at hann hevði verið trummusláari í Danmarks Radio Big Band í heili 27 ár, og hevði í sínum ungu árum verið í Føroyum og spælt jazztónleik. Stuttligt at hoyra hann siga frá um Japan, eisini eitt fornoyilse at vitja ymisk japansk matstøð, hann hevði valt út. Vit veruliga upplivdu Japan saman við einum Japan kennara.

Vit høvdu nakrar dagar at fáa døgnrytmuna uppá pláss, so tá ið sunnudagurin kom vóru vit mentalt til reiðar at leggja gøturnar í Tokyo, heimsins stórsta býi, undir okkara føtur. Men veðurguðarnir vóru ikki á okkara síðu, so tá ið vit koyrdu til startin, og meðan vit bíðaðu at vera sett í gongd, regnaði tað illa og tað var nokkso kalt, einar 6 gradir. Ikki júst bestu umstøður at renna eina góða tíð.

Eg og Henry Olsen skuldu starta saman, so vit fylgdust til startin, tá ið eg hevði ynskt honum góðan túr og startskoti var lati, sá eg ikki í halaferðina á Henry, og hann kláraði eisini at renna eina fína tíð, so mikið góða at hansara six major í snit er undir 3 tímar, tað er sera flott. Hjá mær gekk fínt, helt eg, inntil eg legði til merkis at mítt ur slettis ikki gav mær røtt data at renna eftir. Tá ið eg kom í mál hevði eg sambært urinum runnið 44 km. Eg skuldi heldur havt sligi autolap frá og hildi meg til km skeltini. Hetta er so eina áminning til næstu ferð. Mítt garmin toldi nokk ikki øll háhúsini og øll fólkini.

Men hóast alt so eri eg sera væl nøgdur við mítt avrik, eg rann nokkso stabilt, burtursæð frá teimum seinastu 5 km, tá ið eg nokk innsá at tað ikki fór at eydnast mær at røkka málinum eg hevði sett mær. Eg kom í mál við tíðini 3 tímar 4 minuttir og 37 sekund (3:04:37) og eg eri nøgdur.

Tað regnaði illa tá ið vit komu í mál, og vegurin eftir posanum við skiftuklæðum, vit høvdu lati inn, var ein sonn marra, sera kalt og langt at ganga. Tíbetur so fann eg ein ovurfegna Henry við sínari six star medalju, vit fylgdust til stóra høll har vit fingu okkara skiftuklæðir. Vit høvdu á orði hvussu stóran týdning veðrið hevur, um tað hevði verið sól og einki regn so hevði tað verið eitt spæl at ganga eftir klæðunum. Eg fari tó ikki so langt at siga at eg hevði komi undir 3 timar um veðrið hevði verið betur, men kanska hevði eg runnið 1 minutt betur. Mín venjingarstøða var ikki

Nú er so Tokyo Marathon avgreitt, og manglar mær bert fyri at eg kann kallað meg Six Star Finisher. Um lív og heilsa vil tað, so renna vit Chicago Marathon 13. oktober og ætlandi so renna vit Boston Marathon í 2020.

Restina av túrinum í Japan vóru vit vanligit turistar og undir kønari leiðslu av Ethan, vitjaðu vit gamla høvuðsstaðin Kyoto við sínum túsundtals templum, vit sóu eisini Hiroshima, har sóu vit einastu veitveittu húsatoftini eftir atombumuna, og vit vitjaðu eisini eina heilaga oyggj.

Vit høvdu ein fínan túr í Japan og Tokyo marathon var bara heilt ok, rutan er fløt og góð, men veðrið má sær sjálvum ráða.

Gleðilig Jól og Tokyo here we come

Seinast eg skrivaði her var jólaaftan fyri júst einum árið síðan, havi havt ætlanir um at skriva regluliga, men tað vísir seg at vera lættari sagt enn gjørt. Men eg fari nú at geva mær eina avbjóðing um at skriva regluliga, og hugsi eg serliga um at skriva um hvussu tað gongur við fyrireikingunum til Tokyo Marathon 3 . mars 2019.

Vit eru 7 pør, sum síðst í februar skulu ferðast longu leiðina til Tokyo fyri at luttaka í marathon sunnudagin 3. mars. Nú vit skriva 24. desember 2018 eru 69 dagar til vit renna í gøtunum í Tokyo, also minni enn 10 vikur.

Eg legði bragdliga út við venjingini í oktober, rann heilar 350 km, og hevði tað eisini sín prís við at eg fekk skinnabeinsbruna. Eg má hava gloymt at 52 er ikki tað sama sum 25. Hetta merkti at eg mátti halda frí í heila viku í november, og annars seta mongdina niður. Í novermber rann eg tí bert 196 km. Nú 2018 syngur síðast vers eri eg so dánt komin aftur á slóðina, og í seinastu viku fekk eg lagt 76 km afturum við einum 25 km langum túri í gjár. Um alt gongur sum ælta so vænti eg at klára 250 km í desember.

Dagurin í dag byrjaði við at renna hugnaligu árligu kirkjurenningina saman við Treysti. Klokkan 9 møttu 60-70 treyst fólk í badmintonhøllini, fyri síðani at verða koyrd av Askham bussum norður til Kunoyar. Eftir at hava tikið i hurðini í Kunoyar Kirkju gekk leiðin teir 11,6 km inn til Klaksvíkar har tikið var í hurðina á Christianskirkjuni. Treysti bjóðaði so til morgunmat í bakarínum Amarant. Hugaligt at byrja dagin við rennitúri, tað er sum samvitskan er betur at seta seg til borðs at eta jóladunnuna og alt tað góða sum til har hoyrir.

Jól er høgtíðin yvir øllum høgtiðum, og jólaaftan hátíðarhalda vit at Jesus barni var borið í heim, lítla fitta Jesus barni, sum ikki var pláss fyri í tilhaldshúsinum.

Eg vil hervið ynskja øllum mínum vinum og kenningum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Vónandi verðir meira at frætta frá mær í nýggja árinum.

Ein mánaði uttan ræstan fisk

Tað er hósdagur 5. Oktober, tað merkir at tað er júst ein mánaði til vit renna New York Marathon. Eg venji miðvíst, og venjingin gongur nokkso væl. Men enn havi eg ikki orduliga fingið stýr uppá mín kost. Eg royni at skikka mær væl, men tíverri eri eg so mega glaður fyri mat, at illa gongst at fáa vektina niður. Tó so, so er 1,5 kg minni at dragsa uppá síðani eg byrjaði venjingina, ætlaði at koma niður á 70 kg, tað merkir at eg má smida 1,5 kg afturat.

Í kvøld vóru vit boðin til ræstan fisk, og sjálvandi við pannukøkum omaná. Vit elska at verða boðin til døgurða hjá Jóhan Páll og Rutt ommidid, tey eru mega gott selskap.

So meðan eg rann 10 km við marathon tempo á renni bandi hjá Jórun hugsaði eg ikki um annað enn ræstan fisk. Huff, huff.

Tá ið eg byrjaði at venja til New York Marathon setti eg mær fyri at eg bert vildi renna 4 dagar um vikuna, og hóast tað við málinum at koma so tætt uppá 3 tímar sum gjørligt. Týsdag og mikudag renni eg forholdsvís róligt, alt eftir hvussu hørð venjingin hevur verið í vikuskiftinum, og hósdag er vanliga hørð venjing. T.d. intervallir. Í kvøld var tað at halda marathon tempo í 10 km, hitaði fyrst upp 2 km. Sunnudag er vanliga ein langur túrur á skránni, nú sunnudagin skal eg renna í 3 til 3½ tíma.

Hetta er næstseinasta harða vikan, og um alt gongur sum tað skal renni eg góðar 70 km hesa vikuna, og í næstu viku verður tað nakað tað sama. So verður tað niðurtrapping seinastu 3 vikurnar.

Venjingarstøðan er góð, men ivist tó aftaná venjingina í kvøld um tað røkkur til máli eg havi sett mær.

Eitt liggur so púra fæst, tað verður eingin ræstur fiskur á matarlepanum næstu vikurnar.

Nýggjárslyfti vs. at seta mál

Berlin Marathon

Nú eru jólini við at vera av fyri hesa ferð, og um nakrar heilt fáar dagar skulu vit aftur venja okkum við at skriva eitt nýtt árstal, 2016. Allur desember mánaði er at kalla eitt etigildi, har vit fyrireika okkum til stóri matfestina, sum jólini í veruleikanum er.

Hetta er eisini tíðin vit gera nýggjárlyftir, og ógvuliga nátturligt aftaná eti festivalin mikla, so er tað lyfti um at fara niður í vekt, sum toppar listan yvir nýggjárslyftir.

Eg havi eisini, sum so nógv onnur hesa ársins síðstu tíð givið mær nøkur nýggjárslyftir, men hetta eri eg hildin uppat við, tí á hvørjum ári er tað hent at eg havi broti míni nýggjárslyfti, og at bróta givin lyftir er nakað lort, niðurtúrur big time.

So heldur enn nýggjárlyftir, so royni eg at seta mær mál, og tað riggar munandi betur. Málini nýtast ikki at vera so høg. Kenslan av at náa eitt mál, litil ella stórt, er super. So góði tit leggi av at geva tykkum nýggjárslyftir, seti tykkum heldur mál tit meta tit kunnu røkka, og kensla av at náa sett mál skal nokk geva tykkum blóð á tonni at seta hægri mál.

Eg fekk startnummar til Berlin Marathon í jólagávu frá Veru, so hon hevur givið mær eitt mál at røkka í 2016. Eg kann so seta mær annað mál um at náa eina ávísa tíð. Lat okkum nú síggja. Eg fari nokk eisini at seta mær onnur mál og tað skal eingin loyna vera, at vektin so avgjørt er eitt av teimum.

Eg vil ynska tykkum øllum gott nýggjár og takk fyri 2015.

Nær er man til reiðar?

Nú minni enn 2 vikur eru eftir til Long Beach marathon verður skoti í gongd, má eg viðganga at eg eri rættuliga spentur, og ikki frítt at fjáltur er komin á meg.

Seinast eg bjóðaði teimum 42,2 km av var 4. september 2011 til Tórshavn Marathon, men endaði tað við at eg mátti gevast aftaná 21 km, eg var tá komin inn í Kaldbaksbotn. Eg lá nr. 3, aftanfyri Hallur og Eirik, tað var hart at síggja øll fara framvið. Eg kann líka skoyta uppí at tað er fyrstu og einastu ferð eg eri givin til eina kapping, so tit kunnu ætla tað var hart.

Seinast eg gjøgnumførdi eitt marathon var 7. november 2010 tá eg luttøk í New York marathon og megnaði eg tá at renna 3:00:16, hevði so avgjørt ælta at koma undir teir magisku 3 tímarnir. Einans 17 sek skilti meg frá tí dreyminum. Men New York marathon var fantastiskt.

Eg havi ikki vant líka nógv, sum fyri 5 árum síðan, men tó, sum tit síggja á myndini niðanfyri so havi eg spakuliga økt um venjingarmongdina, og í september havi eg klára at renna meira enn 300 km. Seinast eg rann meira enn 300 km var í august mánað 2011, beint áðrenn Tórshavn Marathon.

Tá vigaði eg bert 66 kg, í dag hevur vektin snýkt seg uppá 72 kg. So fortreytirnar eru langt frá tær somu, og so ikki at gloyma árini sum eru vorið fleiri. Komandi ár um eg havi lív og heilsuna so rundi eg 50.

sept-2015

Vit renna í Long Beach um 2 vikur

Nú styttist til stóru avbjóðingina í Amerika tá eg saman við fleiri øðrum føroyingum fara at renna marathon í Long Beach, California. Í dag eru júst 2 vikur til vit standa klár Downtown Long Beach at taka dystin upp við teir 42,2 kilometrarnar.

Í morgun hava nøkur av okkum runnið góðar 20 km í oysandi regni, lítið hugaligt, men kenslan aftaná var avbera góð, og havandi í huga at harða fyrireikingin skjótt er av, ger kensluna bert enn betur.

Meðal hitin í oktober liggur um 20-25 gradir. Men vit byrja kl. 6 um morgunin, so vónandi verður tað ikki ov heit fyri okkum norðbúgvar.

Her er eitt video innslag frá 2013, sum vísir rutina. Sær spennandi út, og her eru ikki nógvar brekkir 🙂

Hvat er næsta avbjóðingin?

Nú eru Grand Prix kappingarnar av á hesum sinnið. Sjey hava tær verið í tali, og eg havi luttikið í teimum øllum. Fyrsta kappingin var á Norðoyastevnu, og seinasta kapping var á Ólavsøku. Um eg skal taka saman um so eri eg nøgdur við mítt avrik, eri tó eitt sindur argur inn á meg sjálvan at eg játtaði meg til oldboyst dyst á Norðoyastevnu. Hesin dystur órógvaði meg rættuliga nógv gjøgnum summari. Ein lærupengi til næsta ár. Sum eg sjálvur so ofta havi sagt, so riggar renning og fótbóltur ikki saman.

Hvat er so næsta mál hjá mær. Eg havi melda meg til FM í 5000m á Tórsbreyt komandi vikuskifti, her ætli eg mær at royna at forbetra tíðina (17:46) eg fekk á Ólavsøku eitt sindur. Eg ivist eisini nógv í at melda meg til FM í Marathon 4. september. Ætlaði so avgjørt at renna eitt marathon í ár. Veit bara ikki um formurin hjá mær heldur til eitt marathon. Eg havi ikki runnið so nógvar langar túrar í summar. Eg havi ongantíð runnið Tórshavn Marathon, tað haldi eg sjálvur er for galið.

Eg fari at testa meg av næstu vikurnar, fyri at staðfesta um eg megni at renna Tórshavn marathon. Fari eg við so verður tað fyri at fáa ein so góða tíð sum møguligt. Tað eru bert 5 vikur til 4. september. Eg havi í dag runnið góðar 21 km við einari km tíð uppá 4:40. Veðrið var ikki av tí besta. Eg føldi meg nokkso troytta aftaná túrin.

Grand Prix vinnarar 2011 - Treysti er væl umboða