VK4 í Sørvági

Endiliga sloppu vit aftur til eina rennikapping. Leygardagin skipaði Frælsi fyri 4. umfari í vetrarkappingini. Seinast vit vóru til kapping var tíðliga í desember í Kollafirði, fyri meg ein frálík kapping. So nú var spennandi at síggja hvussu standurin var. Jóla og nýggjárhøgtíðin er ikki júst mest optimala tíðarskeið til venjing, men treyðugt so, so havi eg roynt at hildi formin, runni nógvar kilometrar og eisini avgreitt fleiri intervall venjingar.

Veðrið undan kappingin sá einki lovandi út, fitt av vindi og regni. Tað bleiv dúgliga hugt inn á tær ymisku veðurtænasturnar upp til kappingina. Eg var tíðliga á fótum leygarmorgunin, umráðandi at fáa sín havragreyt minst 3 tímar undan kappingini, eitt stórt glas av vatni, og so til seinast ein sterkan kaffimunn, fyri at seta systemi í gongd. Hetta gekk alt uppá stás.

Var nakað seinur úr Klaksvík, eftirsum eg mátti náða onkur ørindi áðrenn eg legði leiðina til Sørvágs, hetta merkti so at eg mátti koyra sum eitt óløgi vestur.

Væl av luttakarum vóru møttir, og veðrið vísti seg nú slettis ikki at vera so galið. Vit fóru at fáa undan til Bíggjar, og skuldi tað vísa seg at vindurin heim aftur darvaði ikki tað heilt stóra.

Kappingarneytarnir hjá mær vóru allir møttir og sóu út til at vera væl fyri.

Eg legði sum altíð varisliga út, vit runni sum ein samlaður bólkur fram til undanbrekkuna áðrenn tungu mótbrekkuna niðan til Bø. Í undanbrekkuni streyk Henry við fullari ferð fram við mær, og honum í hølinum vóru Suni, Niels, Lau og Heini. Teir fingu beinavegin eitt gott forspring, kanska var tað tilætla, eg hugsaði at eg nokk skuldi fáa teir aftur í mótbrekkunum, og annars í mótvindinum tá ið vit høvdu vent. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga hesaferð. Henry fekk eg tó nokkso skjótt aftur, haldi hann valdi ikki at gera so nógv av, hann er júst sloppin av við skaðan í baklærinum. Niels tók seg eitt fitt petti frá Suna, Heina og Lau. Tá ið vit vendu við seinnu omankoyringina til Bø, royndi eg at seta ferðina upp, og eg sá eisini at tað styttis til mínar kappingarneytar, men forspringi teir beinavegin fingu sær var ov stórt, so eg megnaði ikki at innheinta teir, eg kláraði tó at fáa Lau aftur, men Heina, Suna og Niels gjørdi eg einki við. Teir vóru for sterkir fyri meg hendan dagin.

Heini sum eg av órøttum í mínari seinastu frásøgn segði fekk eitt 3. pláss, fekk aftur eitt flott fyrsta pláss í Super veteran bólkinum, eins og hann gjørdi tað í Kollafirði. Halt mær tilgóðar Heini.

Eftir ætlan skal útsetta nýggjárshálvmarathon rennast komandi vikuskifti. So er spurningurin hvat hendir tá. Næsta umfar í vetrarkappingini er 6. februar í Hoydølum.

Úrslitini frá VK4 Sørvági finnur tú her

Distance 8,8k
Location Sørvágur
Terrain Road
Date 16/01/2021
Age Class 45-55
Time 00:35:07
Pace 4:00
Place 10
Garmin ID

VK3 í Kollafirði

Leygardagin 5. desember skipaði Bragdið fyri VK3 í Kollafirði, hendan kapping plagdi at vera í umhvørvinum rundan um Tórsbreyt, men eftirsum Kollafjørður jú er ein partur av Tórshavnar Kommuni, valdi Bragdið fyri nøkrum árum síðani at flyta kappingina til Kollafjarðar, og hevur tað bara rigga sera væl.

Sum vera man so var eg sera spentur til kappingina, venjingin hevur gingið avbera væl í seinastuni og havi eg tikið meg nógv fram. Eg eri eisini lætnaður nakað. Til Kerjar renningina otaði eg meg longur fram á mínar nærmastu kappingarneytar, so spennandi var um eg til VK3 fór at gera ein vørr, sum eg hótti við í frásøgnin frá Kerjar renningini.

Eg møtti í góðari tíð, soleiðis at eg fekk eina góða upphiting, og annars fekk alt óneyðugt av mær áðrenn startskoti kl. 11. Hetta gekst júst sum eg hevði planlagt, so tá ið eg stóð klárur kl. 11 føldi eg á mær at í dag skuldi tað vera. Umstøðurnar vóru perfektar.  

Eg legði varisliga út, men dugdi skjótt at síggja at mínir kappingarneytar vóru til at snakkað við. So tá ið eg hevði runnið útvið 4 km valdi eg at seta ferðina upp, og setti eg fyrst Niels Poulsen av, síðani Lau Jensen, enn var nakað fram til Suna Jacobsen, men við øktu ferðini nærkasti eg skjótt Suna, og væl áðrenn vit vendu úti á Sperm, setti eg eisini Suna Jacobsen av. Heini Gregersen hevði eisini lagt varisliga út, so hann var ongantíð farin fram um meg, men lá beint í hølinum á mær, og fylgdust vit gjøgnum Signabø, men tá ið vit høvdu runnið áleið 7,5 km fekk eg eitt lítið forspring, og tað helt sær allan vegin, og øktist nakað seinastu 1500 m. Eg kom í mál við tíðini 38:45, og tað eri eg barasta so ómetaliga glaður fyri. Tað eru fleiri ár síðani eg havi runnið ein so góðan 10 km. Hetta rakk til eitt 2. pláss í veteran bólkinum, Hallur Holm gjørdist nummar 1 og Heini Gregersen kom í mál sum nummar 3, 16 sekund aftan fyri meg.

Miðvís venjing gevur úrslit. Eg havi síðani miðan september vant nógv, havi roynt at passa væl uppá soleiðis at eg ikki havi gjørt ov nógv av. Eitt nú ikki runnið intervallini ov skjótt, sum ofta hevur verið mín veikleiki. Tíbetur havi eg ikki fingið nakran skaða, tó skal eg viðganga at eg seinasta mánadag, eftir renningina við Kerjar merkti til ein feril av skinnabeinsbruna, sum eg so ofta havi drigist við áður. Tað skyldast for harða venjing, intensiteturin øktur ov skjótt. Tíbetur so valdi eg at taka tað róligt restina av vikuni, og kann tað eisini vera ein av orsøkunum til mítt góða úrslit í Kollafirði.

Nå, men nú stunda jólini til, ein tíð við nógvum freistinum, og næsta avbjóðing er nýggjárshálvmarathon, sum altíð er fyrsta leygardag í nýggja árinum. Hesa ferð verður tað 2. januar um veðrið loyvir tí. Okkurt ári hevur verið neyðugt at útseta í 2 vikur.

Eg vil nýta høvi at ynskja øllum eini Gleðilig Jól, vónandi kunnu vit eisini lata okkum freista av einum ella fleiri góðum rennitúrum um jólini sum kontravekt til allar hinar minni heilsugóðu freistingarnar, sum vit heilt sikkurt ikki sleppa undan.

Her eru úrslitini frá VK3 í Kollafirði

Distance 10k
Location Kollafjørður
Terrain Road
Date 05/12/2020
Age Class 45-55
Time 00:38:45
Pace 3:52
Place 7
Garmin ID Renningin á Strava

VK2 – Við Kerjar 2020

Í dag skipaði Hvirlan fyri VK2 við Kerjar, uppi við Hotel Føroyar. Kappingin skuldu vera seinasta vikuskifti, men vegna keðiligt veður varð kapping útsett í eina viku til í dag. Og hetta skuldi vísa seg at vera ein fín avgerð. Veðrið í dag var frálíkt, kanska ikki líka gott sum runt Agnið, fyri 3 vikum síðani, men sera góð rennilíkindi.

Eg havi ikki verið so raskur at luttaka í vetrarkappingini seinastu árini, seinast og nokk einastu ferð eg havi luttikið við Kerjar var í 2013. Vit runnu í dag somu rutu sum tá. Starta var frá parkeringsplássinum við Hotel Føroyar, niðan brekkuna so til vinstri eftir ríðingarbreytini, harfrá til vinstru eftir rossagøtuni við niðaru Kerjar, og so út í Havnardal eftir vegnum, runt gamla ruskdungan og heim eftir rossagøtunu við ovaru Kerjar, so inn á ríðingarbreytina saman veg á mál.

Hetta er ein sera hørð ruta, nógv harðari enn rutan runt Agnið. Eg umhugsaði at renna í mínum nýggju fuelcell tc turbuskóm frá New Balance, sum royndust mær so væl runt Agnið. men eftir nakað av ráðførðslu við mín góða vin Gutta, valdi eg at renna í einum Salomon cross skógvum. Tað var heilt sikkurt røtt avgerð. Skógvarnir frá New Balance eru alt ov slættir, og høvdu nokk givið mær trupuleikar á rossagøtunum.

Ikki var uppmøtingin eins góð og til kappingina runt Agnið, men í mínum aldursbólki vóru mínir kappingarneytar allir møttir. Eg hevði sett mær fyri at eg vildi leggja meira fyri, og kanska taka onkran av teimum, men tað eydnaðist ikki hesaferð, munurin ímillum okkum var tó væl minni, so eg eri væl nøgdur við mítt avrik í dag. Um eg samanberi við 2013 so var tíðin góðan minut betur enn tá, so tað er bara gott.

Næstu kapping skipar Bragdið fyri og verður hon í Kollafirði, tað verður so ein øðrvísi ruta, meira fløt, so kanska eg kann gera ein vørr tá, lívst so spyrst.

Distance 10,6k
Location Tórshavn
Terrain Road
Date 28/11/2020
Age Class 45-55
Time 00:44:53
Pace 4:14
Place 8
Garmin ID Renningin á Strava

VK1 – Runt Agnið 2020

Seinast eg luttók Runt Agnið var í 2018, og sambært mínari frásøgn so var veðrið einki serligt. Í dag var øðrvísi, veðrið var av tí allarfagrasta. Turt og eingin vindur. Eg var serstakliga spentur til kappingina, venjingin seinastu vikurnar hevur gingið væl, so eg var spentur at testa formin, eisini rann eg í mínum nýggju New Balance skógvum við Carbon fibur plátu.

Í 2018 kappaðist eg við Andrass Joensen, Rigmor og Heina Gregersen, og eydnaðist tað mær tá at vera framman fyri tey øll. Í ár var Andrass ikki við, og Rigmor risti eg av mær nokkso skjótt, men verri gekst við granna mínum Heina Gregersen. Vit vóru nakað javnir niðan á, men so fór hann saman við Markus Hvannastein  frá mær, og megnaði eg ikki at fáa teir aftur, hóast eg royndi at økja um ferðina oman móti Runavík, og tað sum var eftir av teininum móti Tofta kaj. Eg nærkasti nakað, fekk Niels Poulsen frá Bragdið aftur, og endaði 11 sek aftaná Heina.

Í ár var eg 20 sek. betur enn í 2018, og føldi eg meg sera væl allan vegin. Eri óføra væl nøgdur við avrikið.

Eg kann líka skoyta uppá at sonur Rigmor, Tummas Napoleon Arge vann í dag í spurt uppgerð við Bjarka Johannessen. Tíðin hjá honum var 35:29:3, 3 sekund framman fyri Bjarka. Ein super tíð hjá teimum báðum.

Nógvir luttakarar vóru við í ár. Í 2018 bleiv eg nr. 9, hóast eg hevði betri tíð í ár so rakk tað ikki meira enn til eitt 14. pláss.

Næsta umfar í Vetrarkappingini VK2 verður 21/11 í Havn. Tá skipar Hvirlan fyri Kerjarenningin. Um lív og heilsa loyvir tí, so ætli eg mær at vera við.

 

Distance 10,3k
Location Toftir
Terrain Road
Date 07/11/2020
Age Class 45-55
Time 00:41:51
Pace 4:03
Place 14
Garmin ID

Runt Agnið 2005

Gutti vann, og Borgar var beint framman fyri meg, hevur tikið seg sera nógv frá frá seinastu ferð.

Leinkja til úrslitalistan.

Distance 10,5k
Location Toftir
Terrain Road
Date 22/10/2005
Age Class
Time 00:41:04
Pace 3:54
Place 5
Garmin ID

Runt Agnið 2004

Sam Vang vann við 6 sek, eg kom inn nummar 2.

 

Her er leinkja til úrslitini:

Runt Agnið 2004

 

Distance 10,5k
Location Toftir
Terrain Road
Date 30/10/2004
Age Class
Time 00:38:32
Pace 3:40
Place 2
Garmin ID

Norðoyastevnurenningin 2002

Her er leinkja til úrslitalistan á síðuni hjá FÍF.

Norðoyastevnurenningin 2002

Distance 5k
Location Klaksvík
Terrain Road
Date 01/06/2002
Age Class
Time 00:18:28
Pace 3:41
Place 4
Garmin ID

Chicago Marathon 2019

Distance 42,2k
Location Chicago
Terrain Road
Date 13/10/2019
Age Class
Time 03:15:23
Pace 4:37
Place 0
Garmin ID

Føroya Vakrasta Hálv Marathon 2019

Distance 21,1k
Location Vágar
Terrain Road
Date 07/09/2019
Age Class 45-55
Time 01:27:44
Pace 4:09
Place 5
Garmin ID

Ólavsøkurenningin 2002

Distance 5k
Location Tórshavn
Terrain Road
Date 27/07/2002
Age Class
Time 00:17:29
Pace 3:29
Place 6
Garmin ID